Alberti gjørdi tað, sum nógvir danskir ráðharrar hava gjørt heilt til okkara tíð, at sláa fast, at tað var upp til føroyingar sjálvar, um teir vildu hava broytingar í sínum viðurskiftum við Danmark. Eisini [...] móti 489. Tað er slík yvirdrívilsir, sum mynda nútímans valstríð í dag, og sum í 1906 eisini mundi hava týdning fyri valúrslitið. Tað varð sagt, at tað var beiggi Oliver, sakførarin Poul, sum hevði lagt [...] hennara var deyð, tá ið hon var ársgomul. Pápin var giftur aftur við danskari konu, so hon mann hava búð hjá henni saman við pápanum. Nu skuldi Sigrid fyrstu ferð í 15 ár vitja oyggjarnar, ætt og vinir
2. partur ---- Tað eru skrivaðar fleiri ritgerðir um nýtslu av myndum í herferðini móti eirindaleysa stýrinum hjá belgiska konginum Leopold 2. í Congo. Niðurstøðan er, at hesar høvdu sera stóran týdning [...] staðfestast, at Armstrong hevur heilt vist ikki verið í Ikoko og kann ikki hava tikið hesa mynd. Men Dollin var har og kann saktans hava tikið myndina. Tí er tað uttan iva hann, sum hevur tikið hana. Annars [...] Har er einki skrásett um, hvørt ið hevur tikið tær. Tá ið so eingin vitan hevur verið um Dollan, so hava søgufólk gitt sum frægast. Eg havi kunnað staðfest, at nógv av tí, sum er skrivað um hesar myndir
Tey, sum hava fylgt eitt sindur við í amerikanskum politikki, ella bara eru áhugað í retorikki sum heild, hava havt nakrar stórar upplivingar hetta seinasta árið, tá eminenti røðarin, Barack Hussein Obama [...] eygleiðarar hava gitt, at røðan, sum Franklin D. Roosevelts helt í 1933, tá landið var í svárari kreppu, verður tikin fram aftur í dag. Her segði Roosevelt víðagitna setningin »the only thing we have to fear [...] at setningarnir byrja eins fleiri ferðir. Tað gevur eitt gott refræn, ella niðurlag, við einari 1-2, 1-2-rútmu. Endurtøkurnar verða til ein sang, har vit kunnu syngja við, um vit vilja - eisini tá røðan
men kanska einar 930 metrar ella har á leið. Hava tit undan ólavsøkuni verið og vant málið? ? Nei, vit hava hildið okkum her norðuri í Vestmanna. Vit hava róð so ofta á ólavsøku, at vit halda okkum kenna [...] er teinurin, sum verður rógvin á ólavsøku. Ofta hevur hesin spurningurin verið frammi, og svarini hava verið alla staðni millum 930 og 970 metrar. Eftir vestanstevnuna helt Bárður Nielsen, formaður í [...] spurningin undan ólavsøkuni. Nú eru allar venjingar undan róðrinum, sum verður í dag, loknar, og vit hava spurt tveir av teimum, sum eru við í spennandi kappingum um FM, hvussu langan róðrartein teir rokna
Kewell skoraði til 2-1. Tá var framvegis nógv tíð eftir, og Liverpool legði nú trýst á gestirnar. Royndirnar vóru naskar, og í eina førinum var ivamál um, hvørt Liverpool skuldi hava brotsspark. Men dómarin [...] samlan dyst stóðu fjeppararnir hjá Manchester United, og tað kann vera strævið. Men soleiðis vildu teir hava tað, teir vildu heldur upp á stólarnar at standa enn at seta seg niður eina løtu. Rópini, sangurin [...] fjeppararnir úr Manchester alt fyri at hoyrast. Alt kundi brúkast sum skjúts, sum tað var eingin náði. ? Go to work, you lazy twats, sungu United-áskoðararnir fleiri ferðir, og eitt av afturvendandi rópunum var
specielt de to partier Republikanerne og Folkeflokken selvstændighed til en sag for netop deres vælgere og netop deres partier. Man baserede politikken på det smallest mulige flertal i Lagtinget. 2.Man havde [...] er størstur í dag? Og man ikki orsøkin vera, at so nógvir veljarar hava kent seg ótryggar við gongdina í fullveldismálinum og tí hava hildið, at besta mótvektin var Sambandsflokkurin? V.ø.o. Tjóðveldi [...] samráðingarleiðara (ja, hugsið tykkum til). Sjálvandi tí vit ynsktu at koma við í ta samgonguna. ad 2: Eg eri framvegis sannførdur um, at var viljin hjá eitt nú Tjóðveldisflokkinum til staðar í 1998, so
rnir hava boðað frá, at vaktarhald og trygdaruppboð verður munandi størri í ár, tí hetta ber boð um, at trygdin verur tikin í álvara. Nú G!Festivalurin, MjúS, Asfalt og Jóansøkufestivalurin hava lagt árarnar [...] Páll, Eager To Please og The Dreams borga fyri fólkaveitslu. Vísusangurin er vælumboðaður við m.ø. fremstu vísunøvnum Hanusi og Kára P og Lenu Andersen og Guðrið Hansdóttir, sum eru eitt slag av 2. ættarliðs [...] føroyska tónleikatiltakið í summar. Nýtt og gott gamalt Hóast trygd, pallur, ljóðanlegg og hoppiborgir hava nógv at siga, so er hetta fyrst og fremst eitt tónleikatiltak. Skráin í ár fylgir sama leisti, sum
Syðrugøtu, og hann giftist við Ingu, sum var ættað av Toftum. Við tí sambandi, sum tey hava havt við Faktorin, hava tey eisini kent Egil og hansara lagnu, og Inga er so farin til Havnar, har hon hevur vitjað [...] “við alla.” Hvørjir munnu teir hava verið? 6. Marts Sama Dimma Da det er “føðingardagur” hos min moder og Ove den 8. denne maaned sendte Johs telegram afsted. Eftir at hava telvað við Johan í Grótinum “laa [...] Íslandi undir krígnum, og sum var heiðraður av Truman forseta aftaná kríggið. Nógvur kuldi Egil hevði 2. januar vitjan av Onnu og Jákup Haraldsen, sum var keypmaður og reiðari í Fuglafirði. Fyrst á árinum
38796146. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09 fax. 32 58 61 49 e-mail: kristnastova@get2net.dk Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20. Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl [...] í Aalborg Leygardagin 14. november verður føroyskt møti í Bethania Kirkjuni, Dag Hammerskjølds Gade 2 í Aalborg. Sjómansheimið »Ørkin« Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími [...] Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri
alment og privat. Problemið er "the government s ability to maintain arm s-length relationships with the private sector", at teir hava ilt við at hava eina armslongd til privata sektorin. Afturat hesum kemur [...] tað er stabilt ár eftir ár, hevur vakt undran og umtanka víða hvar. Nógv stór bløð hava umtala hesa kanning, og hava filosofiskar viðmerkingar um, hvussu hetta nú kann bera til. Hetta er ímóti vanligari [...] verðini tá tað kemur til kappingarføri, og hetta er sama oddapláss, sum teir eisini høvdu í fjør. Nummar 2 er supermaktin USA. Nr. 3 er Svøríki, og á 4. plássi liggur í ár Danmark. Í fjør lá Danmark á 5. plássi