2. partur
----
Tað eru skrivaðar fleiri ritgerðir um nýtslu av myndum í herferðini móti eirindaleysa stýrinum hjá belgiska konginum Leopold 2. í Congo. Niðurstøðan er, at hesar høvdu sera stóran týdning, tí her gekk sjón fyri søgn, hvussu fólk vórðu lamløstað. Hetta hevði stóra ávirkan saman við frásøgnum um ræðuleikarnar, sum myndugleikarnir stóðu fyri.
Tað er eisini staðfest, at Congo-rørslan var fyrsta mannarættindarørslan, sum nýtti myndir á henda hátt.
At Dollin var i fremstu røð á hesum øki er eingin ivi um. Hetta er eisini prógvað av, at hann á vitjan í Føroyum í 1904 vísti skakandi ljósmyndir úr Congo í Havn og á Viðareiði.
Frásøgnin í Tingakrossi er í veruleikanum tað mest ítøkiliga, sum er kent yvirhøvur um slíkar myndir úr Congo.
Hetta vóru uttan iva somu myndir, sum vóru vístar í fyrilestrunum í Bretlandi, sum Dollin var tann fyrsti at halda.
Tað vísir seg, at meðan alt skrivligt tilfar frá hesi tíðini er skrásett væl og virðiliga, so eingin ivi er um, hvaðani tað stavar, so er heilt øðrvísi við myndunum. Har er einki skrásett um, hvørt ið hevur tikið tær. Tá ið so eingin vitan hevur verið um Dollan, so hava søgufólk gitt sum frægast.
Eg havi kunnað staðfest, at nógv av tí, sum er skrivað um hesar myndir, ikki kann passa. So hvørt hetta er staðfest, hevur verið komið nærri sannleikanum.
Eitt dømi er Kevin Grant, søguprofessari í USA. Hann hevur eina annars frálíka frásøgn um Congomálið í síni bók A civilised Savagery.
Her skrivar hann, at myndirnar, sum vóru nýttar á fundarrøðini í Bretlandi, hevði Casement tikið heim við sær úr Congo.
Her var lætt at staðfesta, at hetta kundi ikki passa. Casement kom til Bretlands 1. desember 1903, og søgan sigur annars einki um, at hann hevði nakrar myndir við sær.
Hinvegin vita vit frá brævaskifti millum Morel, oddamann í Congo herferðini, og Dollan longu í november 1903, at Dollin hevði myndir við sær úr Congo. Hesar vóru eisini nýttar fundum longu fyrst í november.
Eisini heldur Grant sum mong onnur, at hesar myndir eru tiknar av W.D. Armstrong, leiðaran á missiónsstøðini í Bonginda, har Dollin eisini virkaði.
Upplagt skeivar gitingar
Men her ber til at staðfesta, at hetta er í mesta lagi partvíst rætt.
Sliwinski, canadiskur søguprofessari, sigur í grein sum kallast: Childhood on Human Right: The Kodak on the Congo (Barnaskógvar hjá mannarættindum: Kodak (kent merki á myndatólum) í Congo” um myndina á næstu síðu av Mola og Yoku:
”Henda myndin, sum Casement legði við síni upprunaliga frágreiðing, vísir Mola sitandi á einum nútímans stóli. Eitt annað barn við líknandi løsti, Yoko, stendur dygst við. Myndatakarin er ónevndur, men frágreiðingin hjá Casement vísir til Armstrong at hava tikið hesa myndir av Epondo, (sum eisini hevði fingið kvett aðra hondina) og av nógvum øðrum ofrum. Tí tykist tað at vera sannlíkt, at Armstrong eisini tók myndina av Mola.”
Fyrst er at siga, at Casement hevði ongar myndir í síni frágreiðing. Men tað avgerandi er, at tað kann staðfestast, at henda myndin má vera tikin í bygdini Ikoko tann 29.juli, sum Casement vitjaði, áðrenn hann 22. august kom til Bonginda, har Armstrong helt til. Umframt hetta var missiónin í Ikoko ein helt onnur enn i Bonginda.
Tískil kann staðfestast, at Armstrong hevur heilt vist ikki verið í Ikoko og kann ikki hava tikið hesa mynd. Men Dollin var har og kann saktans hava tikið myndina. Tí er tað uttan iva hann, sum hevur tikið hana.
Annars eru nógvar myndir sum henda, har ofrið hevur hvít klæði um seg sum bakgrund fyri løstaða avkvetta armin, so hann skal síggjast betur á myndini, og sum sigst vera eyðkenni fyri myndirnar hjá Armstrong
Men tað er sannlíkt Dollin, sum er tann fyrsti við hesi uppseting, og tí kann tað eins væl vera hann, sum hevur tikið allar ella tær flestu líknandi myndirnar.
Mark Twain nýtti myndir hjá Dollanum
Ein aðra ábending fyri hesum fæst í myndini á næstu síðu, har 9 myndir eru settar saman. Her sæst, at tær eru allar uppsettar á sama hátt, og kunnu væl hava sama uppruna.
Hetta er mynd, sum fyrst og fremst er kend frá einum bóklingi hjá gitna amerikanska skemtirithøvundanum Mark Twain, sum eisini gjørdist ein partur av striðnum móti Leopold kongi.
Hesin hansara bóklingur kallaðist King Leopold’s Soliloquy, ”Einrøða hjá Leopold kongi”, sum kom út í 1905. Her skrivar Mark Twain uppá spott eina røðu uppá nakkan av Leopoldi um alt tað góða, hann hevur gjørt fyri fólkið í Congo. Hetta verður alt oyðilagt av spilliklútum. “Men tíbetur er eydnast mær at mutra nógvar teirra til tøgn. Men einum er tað ikki eydnast mær at mutra, og hetta er Kodak, myndatólið”. Hetta er eisini ein viðurkenning av tí týdningi, sum nýtslan av myndum hevði.
Hesin bóklingur hjá Mark Twain er eitt tað mest kenda rit um Congo frá hesi tíðini, og sagt verður, at tað var lisið av milliónum av fólki. Hann finst á alnótini, eisini við hesum myndum.
Tað eru eisini fleiri gitingar um, hvaðani hesar myndir hjá Mark Twain stava. Ein søgufrøðingur, John Edwin Mason í USA, skrivar í eini grein um hetta evni, at tær eru tiknar umleið 1905 av trúboðarunum Alice Harris og W.D. Armstrong.
Fyrst kann sigast, at hesar myndir eru tiknar í 1903. Hetta er ein avgerandi munur, tí vit vita, at Alice Harris byrjaði ikki at taka myndir av lamløstaðum fólki fyrr enn í mai 1904. Tí er tað avgjørt ikki Harris, sum hevur tikið nakra av hesum myndum. At myndirnar skulu vera tiknar í 1905 er bert eitt skot fyri at fáa árstalið at passa við gitingina.
Tað kann eisini staðfestast, at hesar myndir eru tiknar í minst tveimum ymiskum plássum. Minst tríggjar eru tiknar í Ikoku, har Armstrong, sum áður nevnt, ikki var til staðar, meðan Dollin var. Minst tríggjar eru tiknar í Bonginda, har teir báðir vóru til staðar.
Men verður hugt at uppstillingini við teimum hvítu klæðunum, so er tað eins sannlíkt, at tað er sami myndamaður, sum hevur tikið allar myndirnar, og tá kann tað bara vera Dollin. Tað er tí nógv, sum bendir á, at Armstrong hevur fingið æruna av myndum, sum Dollin hevur tikið.
Meira um Armstrong
Hesin partur av hesi grein er ikki við í ensku greinini í Brethren Historical Review. Men hetta er eitt ískoyti til tað, sum stendur í bókini um Dollan um trúboðarafelagan Armstrong, leiðaran av missíónsstøðini í Bonginda, har Dollin eisini hevði støð.
Um Armstrong hevur tikið nakrar myndir í samband við hesa søgu, so er tað hent við endan á ferðini hjá Casement. Spyrjast kann, hví skuldi hann tað, tá ið Dollin hevði kunnað tikið myndir á allari ferðini.
Umframt hetta undrar støðan hjá Armstrong í øllum hesum málinum.
Her hendi tað løgna, at so leingi sum Dollin framvegis var í Bonginda var einki mark fyri hansara virðismeting av Dollanum, soleiðis sum greitt var frá í fyrra partinum.
Men eftir avrikið hjá Dollanum í sambandi við Congo-herferðina, roynir Armstrong at fáa Dollan í ringt orð. Hetta var gjørt í fleiri brøvum til Balolo missiónini, har Armstrong legði Dollan undir at vera sera avgjørdan og óálítandi í sínum útsøgnum. Tað er einki komið fram sum stuðlar hesum sjónarmiði. Tað kann eisini sigast, at einki er komið fram frá hansara tíð í Føroyum, at Dollin ikki kundi samstarva við onnur.
Her kann leggjast afturat tað, sum David Lagergren skrivar, at tað vóru ikki øll, sum tóku undir við sjónarmiðunum hjá Casement (og Dollanum). Ein av teimum var júst Armstrong. Aftaná, at frágreiðingin hjá Casement var komin fram fyrst í 1904 við avdúkingunum av ræðu-leikunum í Congo, bað Armstrong myndugleikarnar um at fáa frá teimum vaktarmann, sum kundi noyða fólkið at arbeiða, tí tey vóru so dovin!
Tann nýggi belgiski varaguvernørurin í Congo, Costermans, undraði seg um hesa umbøn, tí tað vóru júst vaktarmenninir, sum í Casement frágreiðingini fingu beinleiðis skuldina fyri teir umrøddu ræðuleikarnar.
Tað er eisini ein partur av søguni, at tá ið ein belgisk frágreiðing kom fram sum váttaði hetta, gjørdist Costermannns so skakaður, at hann beindi fyri sær!
Hetta bendir so ikki á, at Armstrong hevur verið nakar stuðul fyri “sakina”.
Søgan váttað av serfrøðingum
Mín niðurstøða í Brethren Historical Review er váttað av útlendskum søgufrøðingum sum víst á í fyrra parti. Ein teirra er áður umrøddi Kevin Grant.
Hann takkar fyri greinina og váttar, at hann var ikki vísur í sínum metingum um upprunan til fyrstu myndirnar av lamløstaðum fólki og í síni giting av, at tað var Armstrong, sum hevði tikið tær. Hann leggur afturat:
I'm persuaded by your argument that, given chronology and location, the source was more probably Danielson. This is most interesting. I appreciate your careful research.
“Eg eri blivin sannførdur av tinum grundgevingum. Havandi í huga tíðarætlanina og umrøddu plássini, er tað meira sannlíkt, at myndirnar eru frá Danielson. Hetta er sera áhugavert og eg virðismeti tína neyvu gransking”.
Ein belgiskur søgufrøðingur skrivar:
Thank you so much for sending me your article on Danielsen. The name was unfamiliar to me, but you really succeeded in giving him a proper place in the history of the Congo Free State. His role as a photographer opens new ways in the interpretation of the photos of the cut hands and atrocities.
“Eg takki fyri greinina um Danielson. Eg kendi ikki hetta navnið. Men tað er veruliga eydnast tær at geva honum hansara rætta pláss í søguni hjá Congo. Hansara leiklutur sum myndamaður opnar nýggjar leiðir í útleggingini av myndunum av kvettum hondum og lamløsting av fólki”.
Sémas O Siochain, fremsta keldan um ferðina á Congoánni hjá Casement og Dollanum, skrivar m.a.:
You have brought Danielson to life and shown his importance.
“Tú hevur fingið Dollan til lívs og víst hansara týdning”.
Stórt nærri ber ikki til at koma sannleikanum um Dollan.
Hvar eru so myndirnar?
Dollin hevði sínar myndir við sær, tá ið hann á vári 1904 vitjaði í Føroyum. Hann kom aftur til Føroya á heysti 1904, men søgan sigur tá einki um nakar myndir. Tær munnu hava ligið eftir í Bretlandi.
Tá eru tær uttan iva latnar Anti Slavery International í London, sum í dag hevur copyright til hesar myndir. Hetta er ein tann fyrsti mannarættindafelagsskapur í heiminum, stovnaður í 1839.
Á teirra heimasíðu antislavery.org sigur felagsskapurin seg hava verið við í Congoherferðini frá 1904, og gjørdi hann sítt til at fáa enda á ræðustýrinum hjá Leopold kongi. Men Dollin byrjaði longu i 1903, og aftan á hann tóku onnur við.
Næsta stigið er vitja henda stovnin. Tá kann kanska fáast ábending um, hvussu myndirnar samsvara við ta lýsing av teimum, sum var í Tingakrossi í 1904.
Niðurstøða: Dollin eigur part í heimssøguni
Henda søgan er meira útgreinað í bókini Dollin, sum framvegis kann fáast til keyps. Niðurstøðan er í stuttum:
Dollin var næsti maður Casement á søguligu kanningarferðini eftir Congoánni í 1903.
Hann byrjaði í november 1903 ta fundarrøð, sum førdi til stovnanina av Congo Reform Association, hvørs virksemið fær heiðurin fyri, at Leopold kongur í 1908 mátti geva Congo frá sær sum sína persónligu ogn.
Balolo missiónin var annar av høvuðsstuðlinum hjá hesum felagsskapi. Tað er eingin ivi um, at tað var Dollin, sum fekk sannført missónina at hava eina greiða støðu í hesum spurningi og tí gjørdi henda felagsskap møguligan.
Tað er sjáldan at nakar einstakur hevur alla æruna av einum avriki. Men tað er eingin ivi um, at Dollin hevði ein avgerandi leiklut í hesi gongd. Tað ger hann søguligan. Og er hetta váttað av fremstu søgufrøðingum á økinum.
Viðvíkjandi hjúnunum Alice og John Harris frá Balolo missiónini kann sigast, at tey gjørdu eitt stórt arbeiði við luttøku í Congo herferðini í fleiri ár bæði í Bretlandi og USA. Men hetta var framhald av tí arbeiði, sum Dollin byrjaði undan teimum.
Men tað var Dollin, sum tók og var tann fyrsti at nýta myndir í sambandi við hesa fundarrøð, og høvdu tær avgerandi týdning fyri at tað gekk sum tað gekk.
Tískil kann sigast, at Dollin skapti søgu í minsta lagi í Congo, Bretlandi, Belgia og USA. Hann er tískil fremsti heimssøguligi persónur Føroyar hava átt.
Aftaná, at Dollin hevur fingið umrøddu viðurkenning úti í heimi, kundi tað kanska verið uppá sítt pláss, at hann eisini fekk somu viðurkenning í sínum heimbýi og heimlandi!
------
Komandi partur
Komandi tvær Miðvikurnar verða um Bærentsenætt av Sundi