Danmark og hini skandinavisku londini skara framúr

Danmark og hini skandinavisku londini skara framúr uppá mangar mátar. Ikki bert er livifóturin høgur, og ST metir tey at vera millum bestu støð í verðini at búgva. Enn einaferð hevur ein international samanbering víst, at tey eisini liggja á odda, tá búskaparligt kappingarføri hjá londum skal vurderast

Í seinastu viku kom ein rapport frá "World Economic Forum" um kappingarføri, kallað "Global Competitiveness Report." Tey 5 norðurlondini lógu millum tey 9 bestu av meira enn 100 londum. Toppskorari er Finnland, sum er besta land í allari verðini tá tað kemur til kappingarføri, og hetta er sama oddapláss, sum teir eisini høvdu í fjør. Nummar 2 er supermaktin USA. Nr. 3 er Svøríki, og á 4. plássi liggur í ár Danmark. Í fjør lá Danmark á 5. plássi, so tað hevur otað seg eitt pláss fram, og harvið lagt asiatiska Taiwan afturum. Ísland er nr. 7, og Norge er 9.
Hava ikki ein liberalan búskap
World Economic Forum er ein privatur felagsskapur, sum heldur sínar árligu fundir í Davos í Schweiz. Kanningin byggir á tilfar frá 11.000 business-monnum í øllum hesum londunum. Hetta er ein felagsskapur sum hevur liberalismu í búskapinum sum endamál. Man kundi eisini sagt, at teir eru kapitalistar um ein háls. Men í viðmerkingunum ásannar maðurin, sum hevur gjørt hesa kanning, búskaparfrøðingurin Augusto Lopez -Claro, at hesi skandinavisku londini í oddabólkinum als ikki hava ein liberalan búskap, sum WEF annars talar fyri.
Lopez-Claro sigur: "Norðurlondini eru fyrimyndir í allari verðini." Eitt sum allir liberalistar duga at ramsa upp sjálvt í svøvni er, at skatturin skal setast niður, og at socialur ójavni á samfelagnum fremur dynamikkin. Men Lopez-Claro viðurkennir, at hetta liberala dogmið ikki passar uppá hesi skandinavisku londini: "Høgu skattainntøkurnar hjá tí almenna í hesum londum vísa seg at hava givið útbúgvingar, sum eru í heimsklassa, harnæst eitt socialt trygdarnet, sum er breitt og gott, og so eisini eina arbeiðskraft, sum er bæði dugnalig og ágrýtin"
Hetta úrslit, og ikki minst at tað er stabilt ár eftir ár, hevur vakt undran og umtanka víða hvar. Nógv stór bløð hava umtala hesa kanning, og hava filosofiskar viðmerkingar um, hvussu hetta nú kann bera til.
Hetta er ímóti vanligari uppfatan
Washington Post skrivar: "Norðurlond við Finnland á odda eru millum tey mest kappingarføru londini í verðini, hóast høgar skattir og eina útbygda og breiða sociallóggávu." Og blaðið vísir á, at hetta er ímóti vanligari uppfatan, at skattir og umfatandi sociallóggáva minka um kappingarføri.
Hetta amerikanska blaðið hevur eisini nakrar tankar um, hví USA bert liggur á 2. plássi, hóast teir eru á odda bæði teknologiskt og viðvíkjandi innovatión. Tað, sum togar niður í USA er, at Bush-stjórnin hevur ilt við at skilja millum alment og privat. Problemið er "the governments ability to maintain arms-length relationships with the private sector", at teir hava ilt við at hava eina armslongd til privata sektorin. Afturat hesum kemur stúring fyri manglandi búskaparligari javnvág, serliga viðvíkjandi almennu finansunum; stórt hall á fíggjarlógini fleiri ár uppí slag.
Skattur kann gerast góð samfelagsíløga
Eitt annað amerikanskt blað, "International Herald Tribune," sigur nakað tað sama, nevniliga at Norðurlondini standa betri fyri enn nøkur onnur región í verðini, tá framtíðar búskaparligur vøkstur skal metast.
Blaðið endurgevur Lopez -Claro at hava sagt, at vinnulívið í hesum londum hevur álit á stjórnunum, skattainntøkurnar eru høgar men brúkast sum íløgur í at styrkja samfelagið. Blaðið leggur eisini dent á, at Lopez-Claro stendur við, at onnur lond kunnu brúka norðurlendska modellið. Teir vísa á, at Chile hevur gjørt tað og liggur nú sum nummar 23 í kanningini. Fremri enn fleiri ES-lond og nógv fremst í Suðuramerika.
Spanska blaðið "El Pais" leggur dent á ta teoretisku forvirringina, sum hesin empiriski veruleikin skapar millum liberalistar. Tað at norðurlond liggja á odda í hesi ranking, er í mótstríð við "la theoria conventional". Tað kann ikki forklárast við vanligari liberalari teori um búskap. Hetta týdningarmikla tema veður tikið upp í einum donskum blað.
"Verdensøkonomiske tærskehold målt med kapitalismens egen målestok"
Í danska dagblaðnum Information skrivar Mikael Lindholm, sum arbeiðir í álítandi danska teinkitanganum "MandagMorgen," at tað er merkisvert, at norðurlondini hava
"heimsins hægstu inntøkuskattir
"heimsins hægstu tímalønir
"heimsins stytstu arbeiðstíðir
"heimsins hægstu fakfelagsluttøku
"heimsins størstu almennu sektorar
"og nógvar aðrar slíkar rekordir,
sum sambært allar marknaðarliberalar konventiónir ella dogmir skuldu verið tað reina forgift móti vøkstri og kappingarføri. Hóast hesar rekordir, so eru norðurlondini at vísa seg sum heimsøkonomisk "tæskehold målt med kapitalismens egen målestok." Í hesi skørpu grein sigur Lindholm: "Danmarks betonliberale elite ignorerer den danske vindermodel, selv om stakke af internationale målinger skamroser os. Succesen kommer da også på tværs af mange liberale mærkesager, som lavere skat for enhver pris. Den slags ideologiske skyklapper er farlige - det kvæler en nødvendig debat om fremtidens vinderstrategier"
Lindholm sigur bart út, at Danmark er eitt tað mest kappingarføra landið í heiminum, og at norðurlond hava útviklað eina skipan av samfelagnum og búskapinum, sum líkist einum globalum vinnara-modelli, sum onnur lond hávirða og missunna okkum.
Ein vælmeint ávaring
Hinvegin skulu londini í norði heldur ikki taka sum givið, at tey hava loysnina for-ever. Vit vita, stutt sagt, alt ov lítið um, hví londini liggja so væl fyri. Og tað verður granska ov lítið í hesum. Tað er ikki nóg mikið at brúka eitt smart orð, sum til dømis "flexicurity", sum er samansett av flexibility og security, ella smidligheit og tryggleiki. Til dømis er stórur munur á, hvussu arbeiðsmarknaðurin í Finnlandi og Danmark er organiseraður.
Arbeiðsgevarar og vinnulívsmenn eru eisini vanabundnir
Danska ídnaðarfelagið, Dansk Industri, hevði ársfund seinasta leygardag, og hagani kom tað vælkenda lagið: skatturin skal niður, almenni sektorin skal klænkast, overførsels-inntøkur skulu niður.
Dagblaðið Informatión skrivar 30.09.05, at hetta er sama skøvan umaftur. Dansk Industri, við fyrrverandi konservativa ráðharranum Henning Dyremose á odda, hevur enn ikki fatað, at tað berandi í danska kappingarførinum júst eru høgar lønir, vælútbygdur og vælvirkandi almennur sektor, høgar "overførsel"-inntøkur, og so ein ikki ov stórur socialur ójavni, sum vit finna í mongum øðrum londum
Vinnuhúsið í Havn koyrir somu linju
Tankagongdin hjá vinnulívsmonnum í Føroyum er á óngan hátt serliga original ella genial. Tað sum stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum líkist tí sum Dansk Industri førir fram. Ofta endurgevur Vinnuhúsið beinleiðis tað sum Dansk Industri meinar. Teir skriva millum annað: "Høga skattatrýstið í Danmark tarnar vøkstri, menning og vælferð. Tað darvar ætlanini hjá Danmark at vera heim fyri einari vitanarsterkari og háproduktivari menning og framleiðslu& Neyðugt er at marginalskatturin verður lækkaður." Hetta er alt endurgivið úr bók, sum Dansk Industri hevur útgivið.
Ymsar kapitalistiskar skipanir, sum kappast
Sum gamal sosialistur havi eg ofta verið noyddur at hugsa meg um og spyrja - hvat merkir tað? Eg havi einki endaligt svar funnið enn. Reagan segði at kapitalisman hevði vunnið á socialismuni. OK, hann hevði eina einfalda heimsuppfatan. Men hvør kapitalisma? Heimurin í dag er samansettur av ymsum meira ella minni kapitalistiskum skipanum, sum kappast uppá lív og deyð.
Hvørki Vinnuhúsið í Havn ella Dansk Industri eru serliga kreativ í sínum hugsunarhátti. Tað er ofta gamalt vín í gomlum fløskum. Í Føroyum verður (næstan) ikki granskað í búskapi. Tað mesta sum verður sagt, er herming og eftiraping, sum í fyrsta lagi gongur út uppá at fremja ser-áhugamál. Í Føroyum skulu bert fá mistøk til, tá kokkarnir fara at skrúva upp og niður her og har, áðrenn steikin brennist.
Liberalisman bæði í Føroyum og Danmark roynir eftir førimuni at demontera vælferðarsamfelagið. Frægari mátti verið, at kannað hvussu tað ber til, at norðurlendska samfelagsskipanin er millum heimsins bestu og mest kappingarføru. Í løgmansrøðuni á Ólavsøku um Visión 2015 var ikki eitt orð um tað faktum, at Føroyar eru minni í stødd og fólkatali enn flestu donsku kommunur. Hvat ger tað, onki, nakað, alt?

Keldur:
I.L.: España retrocede seis puestos. El Pais 29.09.05. www.elpais.es
Mikael R. Lindholm: Den ulidelige vindermodel. Dagbladet Information 29.09.05
Robert Evans: Nordic economies lead in competitiveness report. www.washingtonpost.com
Tom Wright: Nordic countries top competitiveness ranking, Int. Herald tribune 29.09.05 www.iht.com
Vinnuhúsið: Høga skattatrýstið í Danmark tarnar vøkstri. 08.11.2004. www.industry.fo
WEF: Global Competitiveness Report 2005-2006. www.weforum.org