Festivalur fyri alla familjuna

Summarfestivalurin skal í kvøld og komandi dagarnar endurreisa seg, eftir ódnina og hvøssu atfinningarnar í fjør. Hetta verður gjørt við eini nýggjari og betri útgávu av somu uppskrift, sum hevur gjørt festivalin til Føroya størsta familjutiltak: Nýtt og gott gamalt til alla familjuna

Ódnin, ið bókstaviliga blásti Summarfestivalin um koll í fjør, vísti, hvussu truplum umstøðum fyrireikarar av uttandurða tiltøk­um í Føroyum virka undir. Árið fyri var tað mjørki, ið argaði festivalinum við nógvum seink­ing­um og Shu-bi-dua, ið als ikki komu fram. Men tá stóra mat­teltið feyk í vindinum í fjør, var vandi á ferð, og hetta er ikki heppið á einum familjutiltaki, tí vandi og familjuhugni ganga illa hond í hond. Hvøssu atfinn­ingar­nar móti trygdini, ið komu í kjalar­vørrinum á festivalinum settu eisini síni spor.

Í ár er avbjóðingin hjá fyrireik­aru­­num at endurvinna álitið hjá áskoðarunum og tryggja støðuna sum tónleikatiltakið fyri alla familjuna.

Trygdin tikin í álvara

Enn ikki tann mest svartskygdi væntar, at ódnarveðrið endur­tekur seg, men tað er gleðiligt, at fyrireikararnir hava boðað frá, at vaktarhald og trygdaruppboð verður munandi størri í ár, tí hetta ber boð um, at trygdin verur tikin í álvara.

Nú G!Festivalurin, MjúS, Asfalt og Jóansøkufestivalurin hava lagt árarnar inn, onkur fyribils og onkur med alla, er Summarfestivalurin komin í eina serstøðu, sum nógv tað størsta føroyska tónleikatiltakið í summar.

Nýtt og gott gamalt

Hóast trygd, pallur, ljóðanlegg og hoppiborgir hava nógv at siga, so er hetta fyrst og fremst eitt tónleikatiltak. Skráin í ár fylgir sama leisti, sum undanfarnu festivalar við eini góðum blandi av nýggjum og góðum gomlum. Summarfestivalurin hevur lagt eitt høgt støði, bæði tá tað snýr seg um nýtt, við eitt nú Bryan McFadden og The Rasmus og gott gamalt, sum The Scorpions, Shakin’ Stevens og Roger Hodgson. Tí er eitt ávíst trýst at liva upp til undanfarin ár, men samanumtikið livir skráin í ár upp til hetta trýst.

Aktuellur góðskupoppur

Alpha Beat eru eitt tað heitasta poppnavnið, ið Danmark hevur fostrað. Bólkurin hevur vakt ans á altjóða tónleikapallinum. Hetta er eitt sera aktuelt navn, ið spælir góðskupopp við einum tvisti. Vit kunnu vænta sera fangandi og festligan tónleik, tá Alphabeat spæla veitsluna úr leygarkvøldið yvir í sunnunátt á Vágsbøi. Alpha­beat fevnir breitt og rakar bæði ung og gomul.

Fitti Basim vann nógv hjørtu í X-Factor. Sjónvarpssendingin hevði heilt nógvar áskoðarar í Føroyum. Basim er í grundini bert en onnur av hesum nógvu sjónvarpsstjørnunum, ið vanliga hava lítið uppá seg, og sum skjótt verða gloymdar. Men í løtuni er Basim sera aktuellur og fyri yngstu partarnar av áskoðaru­num, er Basim ivaleyst eitt sera spennandi navn.

Gott gamalt

Smokie stendur fyri góða gamla partinum av útlendsku nøvnu­num. Hetta er triðju ferð, at Smokie vitjar í Føroyum, og bólkurin hevur nógvar fjepparar. Teirra sangskattur er vælum­tóktur og er ofta at hoyra bæði í útvarpi og veitslum. Men tað kemst ikki uttanum, at støðan er broytt í Føroyum, síðan Smokie seinast vitjaði. Tá var tað sera forkunnugt, at útlendsk tónleika­nøvn vitjaðu, og hetta var tí spennandi og stórsligið. Men glansurin er eitt sindur farin av tí, og Smokie eru í stóran mun eitt avdankað tónleikanavn, sum livir upp á gomul hitt. Men á einum familjufestivali riggar Smokie ivaleyst væl, og tí skuldi tað borgað fyri eini góðari uppliving.

Aktuel kryddgenta

Melanie C er eitt stað mitt mill­um nýtt og gott gamalt. Í løtuni er hon fyrst og fremst aktuel orsakað av endurstovningini av Spice Girls. Hesin legendariski bólkur skapti Melanie C og allar hinar kryddgenturnar. Í marknaðar­føringini av Melanie C á Summarfestivalinum er dentur lagdur á Spice Girls, og av søluáðum er hetta ein skilagóður leistur, men tað er kanska ikki heilt í trá við veruleikan. Melanie C hevur, sum tann einasta kryddgentan, megnað at skapt sína egnu yrkisleið innan tónleik, og tað er solisturin Melanie C, ið vit fara at uppliva á Vágsbøi. Hetta er spennandi og kann gerast ein sera góð uppliving. Tó er ein ávísur vandi fyri, at Spice Girls fjepparar verða skuffaðir av spæliskránni.

Stórt fjølbroytni

Eins og undanfarin ár eru før­­oysku bólkarnir ryggurin í skránni á Summarfestivalinum. Og eins og við teimum útlendsku nøvnunum er leisturin nýtt og gott gamalt. Í ár er fjølbroytni sera stórt og spennir frá garr­villum tungmálmi frá Sic til rómakent r’n’b frá Lindu Andrews, frá barnashowið við Angelu til vísurnar hjá Kára P, frá gospel hjá Salt til fúlheitir við Páll Finnur Páll. Her er tykist nærum at vera okkurt til øll.

Nýggj nøvn sum Bet You Are Williams, The Ghost, Linda Andrews og Faroe 5 eru fesk og spennandi innsløg, meðan meira roynd dansi- og syngi-við-vinalig nøvn sum Páll Finnur Páll, Eager To Please og The Dreams borga fyri fólkaveitslu. Vísusangurin er vælumboðaður við m.ø. fremstu vísunøvnum Hanusi og Kára P og Lenu Andersen og Guðrið Hansdóttir, sum eru eitt slag av 2. ættarliðs visusangara, ella singer/songwriter, um tú vilt.

Tað bygdasliga

Summarfestivalurin hevur ongan­tíð óttast tað bygdasliga, og aftur í ár er hesin partur væl um­boðaður. Húskallar, ið uttan iva eiga, tað mest gjøgnuførdu bygdasligu føroysku útgávuna, skuldu spæla í fjør, men vóru avlýstir vegna veður. Fyri meg persónliga var hetta sera hug­stoytt, tí hetta var tann konsertin, eg gleddi meg mest til, tí gleði eg meg sum eitt barn til at hoyra teir í kvøld. Løg sum Bóndin Hungrar, Boyggjar og Ria eru dýrgripir.

Vestmenn og Hallur Joensen geva hvør sína útgávu av serliga føroyska kontriljóðinum, og tá er lagt upp til bygdaball. So er tað sjálvandi Dynamit. Klaksvíks­bólkurin, sum fyri heilt fáum árum síðan gavst at spæla við einum braki av eini endakonsert á Summarfestivalinum. Well, teir eru eftir øllum at døma endur­stovnaðir eftir okkurt, sum best kann lýsast sum ein styttri steðg. Tað kemst ikki uttanum, at Dynamit og Summarfestivalurin hóska væl saman, so fyri skránna er hetta eitt gott navn.

Møguleiki at endurreisa seg

Skráin er góð og fjølbroytt og hevur okkurt fyri ung og gomul, alternativ og vanlig. Skikkar veðrið sær væl, er ríkur møgu­leiki fyri, at Summarfestivalurin 2008 verður ein festlig uppliving fyri alla familjuna.