Leygardagin fóru fleiri enn áttati føroyingar á flog úr Vágum. Kósin var sett ímóti Manchester í Onglandi, og endamálið við ferðini var at hyggja eftir stórdystinum millum Liverpool og Manchester United.
Tað var felagið IRIS í Klaksvík, sum skipaði fyri ferðini, og hóast hetta var fyrsta fótbóltsferðin hjá teimum, gekk alt upp á stás í Onglandi, og við leigaða flogfarinum hjá Atlantic sum jokara var ferðin lættari, enn um tað skuldi millumlendast í Aberdeen ella Keypmannahavn.
Hýrurin var góður á ferðini, og tað var beinanvegin prát um, hvør hoyrdi til hvørt liðið, hví júst tað liðið var tað betri, og um hvør fór at vinna stórdystin.
Ferðalagið búði í Manchester, og sunnumorgunin varð leiðin løgd til Liverpool, har dysturin varð spældur, og eftir eina vitjan á Beatles-savninum í Albert Dock tóku føroyingarnir sær av løttum eina løtu áðrenn dystin.
Men tá ið kósin so var sett ímóti Anfield Road, fór fótbóltsfepurin rættiliga at gera um seg.
Stangt vaktarhald
Dystir av hesum slagnum krevja nógv vaktarhald, og tað var sjón fyri søgn, at soleiðis var tað eisini í Liverpool.
Hópin av løgreglufólki, summi á hestbaki, og vaktarfólk vóru allastaðni, og hóast tað hevði veri nakað av ófriði leygarkvøldið, var einki at síggja til slíkt sunnudagin.
Á vegnum til vøllin vóru nógvar sølubúðir, sum bjóða skreytislutir, troyggjur og mat. Og tað er lítið at ivast í, at her er eisini ein vinna, sum fólk fáa pengar burturúr.
Kring leikvøllin bar til at ganga og snodda eitt sindur til stemningin, áðrenn kósin var sett inn á áskoðaraplássini.
Tað eru fleiri enn 40.000 fólk til slíkan dyst, men tað gongur merkisvert væl at fáa fólk inn og út á leikvøllin.
Dystur á áskoðaraplássunum
Fyrireikararnir av ferðini høvdu fingið atgongumerki til ymiskar partar av Anfield Road, og nøkur pláss vóru í United-leguni aftan fyri annað málið.
Her vóru vit eini 16 føroyingar, sum fingu afturpartin niður at. Ella tað bar í grundini ikki til. Tí allan samlan dyst stóðu fjeppararnir hjá Manchester United, og tað kann vera strævið. Men soleiðis vildu teir hava tað, teir vildu heldur upp á stólarnar at standa enn at seta seg niður eina løtu.
Rópini, sangurin og brølini vóru øgilig allan dystin. Teir hildu ikki munn eina løtu, og teir vóru uttan iva trenaðir áskoðarar, tí tað gjørdi ikki mun á røddini, um teir skrálaðu í hálvanannan tíma á tamb.
Mest av orkuni varð nýtt til at niðurgera mótstøðumenninar við herrópum og slagsangum, sum tað er óvanligt at hoyra á okkara leiðum.
Tað var merkistvert, at tað var ikki ein United-troyggja at síggja, einki turriklæði, keppur ella annað, sum kundi vísa, at hesi fólkini vóru úr Manchester. Tað var helst ikki ráðiligt at fara í slíkt til hendan dystin.
Dovnu kloddar
Hóast áskoðararnir hjá Liverpool vóru í greiðum meiriluta á Anfield Road, so gjørdu fjeppararnir úr Manchester alt fyri at hoyrast.
Alt kundi brúkast sum skjúts, sum tað var eingin náði.
? Go to work, you lazy twats, sungu United-áskoðararnir fleiri ferðir, og eitt av afturvendandi rópunum var stutt og greitt:
? 14 years.
Við hesum sipaðu teir til, at Liverpool seinast vann meistaraskapin í 1990, og hóast teir síðani hava vunnið fleiri steypakappingar, so mangla teir krúnuna á verkinum ? enska meistaraskapin.
Og tá ið Manchester United samstundis hevur upplivað størstu tíð sína júst hesi seinastu 14 árini ? teir hava vunnið meistaraheitið átta ferðir, FA Cup fýra ferðir og Champions League eina ferð ? so er lag á manni at syngja um tey 14 árini hjá Liverpool.
Teir reyðu úr Liverpool gjørdust ov stuttir í kappingini um tey gyltu Champions League plássini í ár, og hetta gjørdu United-áskoðararnir eisini vart við.
»We're having a laugh in Champions League«, brølaðu teir fleiri ferðir.
Tað var ikki bara rópt, tí tey, sum sótu millum Liverpool-fólkini á Anfield, kundu siga frá, at tá ið United skoraði, og onkur hevði hug at fegnast um hetta á Liverpool-plássunum, vóru tey fyri rættiligum ágangi, og endin var, at tey vóru tikin burtur frá áskoðaraplássunum av vaktarfólki.
Keðilig byrjan
Hóast tað var lív í á áskoðaraplássunum, hendi ikki tað stóra á vøllinum fyrru trý korterini. Bæði liðni vóru varin, og hóast Liverpool hevði leikliga yvirvág meginpartin av tíðini, komu teir ikki til stórvegis málmøguleikar.
Kviki Harry Kewell royndi at bjóða av og skapa nakað, men verjan hjá United kláraði at forða fyri, at tær álvarsomu vandastøðurnar stóðust framman fyri teirra mál.
Gestirnir úr Manchester formáddu sær lítið í fyrra hálvleiki, teir fingu sjáldan sett seg á miðvøllin, og teir høvdu fáar veruligar atsóknir móti málinum hjá Liverpool.
Samanumtikið var tað ein keðiligur fyrri hálvleikur, og tað var líka við, at tú fekst tankan, um tað nú var nakað vert at leita allan hendan vegin til Onglands fyri at hyggja eftir einum slíkum eiðasørum fótbóltdysti.
Men seinnu trý korterini av dystinum broyttu alt. Nú koma alt í einum lív í dystinum, og tá walisin Ryan Giggs sendi ein høgan bólt fram við øllum inni í brotsteiginum og í málið var lagt upp til ein rættiliga samanbrest millum tey sigursvandu feløgini.
Nú gjørdist spælið alt í einum meira málsøkjandi og beinleiðis, og hóast tað var Liverpool, sum nú skuldi gera mál, so smæddist United ikki burtur, og tað eydnaðist teimum eisini at økja til 2-0. Enn einaferð var tað Giggs, sum hevði seinasta skotið á bóltinum.
Royndu at javna
Liverpool legði nú nógv fyri í royndini at vinna inn á United aftur, og teir tóku annað fetið, tá ið Harry Kewell skoraði til 2-1. Tá var framvegis nógv tíð eftir, og Liverpool legði nú trýst á gestirnar. Royndirnar vóru naskar, og í eina førinum var ivamál um, hvørt Liverpool skuldi hava brotsspark. Men dómarin metti ikki.
Eftir at Liverpool hevði sett tann unga bóltsnillingin Florent Sinama-Pongolle á vøllin var størri broddur í álopsspælinum, og tað var eisini kviki spælarin, sum stóð fyri uppspælinum til málið.
Størsta møguleikan at javna fekk landsliðsspælarin Emely Heskey, men tá ið hann í góðari støðu bara skuldi venda sær og skjóta bóltin í málið, gleið hann og bólturin fór langt fram við.
Hetta fekk United-fjepparnar at tríva í aftur sarkastiska sangin:
? Heskey for England...
United-spælarar framvið
Hóast tapið so var lagið á Liverpool-fjepparunum heilt gott eftir dystin. Stóra upplivilsið at vera til dystin taldi nógv, og sjálvt um arvafíggindarnir fóru við stigunum hesaferð, so bar altíð til at fegnast um sjálvt spælið, dystin ella møguleikarnar.
Eftir dystin var kósin sett aftur í móti Manchester, har flogfarið hjá Atlantic Airways bíðaði. Á motorvegnum kom rættiligt róp í, tá ið bussurin við spælarunum hjá United fór fram við føroyska ferðalagnum. Teir høvdu løgreglufylgju, so teirra ferð eftir motorvegnum gekk væl skjótari enn hjá hinum
Eftir eina millumlending á matstovu í Manchester varð leiðin løgd heim aftur til Føroya, og tað vóru nakrir væl nøgdir føroyingar, sum komu heimaftur av fótbóltsferð í Onglandi.
Tað er stuttligt at vera til stórdystir uttanlands, og tað kann bara viðmælast til tey, sum ikki hava roynt tað enn.
Og tað verða helst fleiri møguleikar til at gera slíkar ferðir komandi tíðina.
Fyriskipararnir av hesi ferðini ætla sær í øllum førum at royna aftur í komandi ári.










