Teinurin er bara 900 metrar

Kappróður: Fimtan bátar kunnu rógva í senn, og tað er júst bátatalið í størstu kappingini, sum verður millum gentumanningarnar

Hvussu langur er teinurin, sum verður rógvin á ólavsøku. Ofta hevur hesin spurningurin verið frammi, og svarini hava verið alla staðni millum 930 og 970 metrar. Eftir vestanstevnuna helt Bárður Nielsen, formaður í róðrardeildini hjá VÍF, at tíðirnar á ólavsøku vóru so mikið góðar, tá sammett verður við hinar kappingarnar á eitt túsund metrum, at málið í Havnii so langt í frá kann vera eitt túsund metrar.

Tá viðmerktu vit, at vit skuldu venda aftur til henda spurningin undan ólavsøkuni. Nú eru allar venjingar undan róðrinum, sum verður í dag, loknar, og vit hava spurt tveir av teimum, sum eru við í spennandi kappingum um FM, hvussu langan róðrartein teir rokna við at kappast á í dag.

? Hann er í hvussu so er ikki eitt túsnd metrar. Vit gera róðrarteinin upp í tøkum og ikki í metrum. Í Vestmanna tóku vit 180 tøk á túsund metrum, og har er málið kanska í so stutt. Vanliga rokna vit 190 tøk til eitt túsund metrar. Tá vit venja her á Strondum, rógva vit 205 tøk.

Hetta sigur Hilmar Joensen, sum er róðursmaður og bátsformaður umborð á Stráluni. Teir kappast um FM heitið.

Men hvussu nógvir metrar heldur tú, at tað eru av Argjahøvda og inn undir Skipafelagið?

? Eg veit ikki rættuliga, men plaga teir ikki at siga, at tað eru umleið 960 metrar?

? Men, sum sagt, tað eru ikki metrarnir, sum tað snýr seg um, men tøkini. Vit vóru í Havnini mánakvøldið eftir vestanstevnuna. Tá ítaðu vit róðrarøkið av og taldu tøkini. So vit halda okkum vera væl fyri, sjálvt um metrarnir ikki eru akkurát so nógvir ella fáir, sum vit høvdu roknað við, heldur formaðurin umborð á Stráluni.

Vit seta bátsformanninum á Vestmenninginum sama spurningin?

Hvussu langur er róðrarteinurin á ólavsøku?

Jan Johannesen hevur ofta róð á ólavsøku, men hann vil ikki seta metrar á:

? Tíðirnar vísa, at málið er væl styttri, enn tað er aðra staðni. Eg dugi ikki at ætla, men kanska einar 930 metrar ella har á leið.

Hava tit undan ólavsøkuni verið og vant málið?

? Nei, vit hava hildið okkum her norðuri í Vestmanna. Vit hava róð so ofta á ólavsøku, at vit halda okkum kenna málið heilt væl.


Neyva málið

Í Róðrarsambandinum vita teir heilt neyvt, hvussu long málini eru. Tá vit spyrja formannin, Hannis Joensen, hvussu langur róðrarteinurin á ólavsøku er, slær hann upp og svarar, at sambært uppmátingini, sum Matrikulstovan gjørdi í fjør, so er róðrarteinurin frá Argjahøvda og inn undir Skipafelagið 901,31 metrar.

Hvat siga tit til tað, spyrja vit formannin á Stráluni og Vestmenninginum.

? Nei, vit høvdu ikki roknað við, at tað var so nógv styttri, enn tað er á øðrum so kallaðum túsund metra teinum, svara báðir, og so mugu vit fyri teirra viðkomandi og fyri øll hini róðrarfólkini vóna, at tað eru tøkini og ikki metrarnir, sum taktikkurin verður lagdur út frá.


Trongligt

Í Róðrarsambandinum vóru teir annars rættuliga spentir upp á, hvussu stór luttøkan fór at vera í størstu kappingini á ólavsøku. Um hon hevði farið upp um fimtan bátar, so hevði verið neyðugt við innleiðandi umførum:

? Størsti róåðurin verður í kappingini millum gentubátar. Har verða fimtan bátar við í kappingini. Tá verður roknað við fimtan metra vídd til hvønn bátin, og har afturat eru seks metrar hvørju megin samlaða róðrarøkið. Tað vil siga, at um bátarnir halda seg har, sum teir eiga at vera, so verður nóg mikið av plássi, men talan er avgjørt ikki um nógv avlopspláss í kappingini millum genutbátarnar, staðfestir Hannis Joensen., øll eru hjartaliga vælkomin.


Føroyska arbeiðið

Í Eliaskirkjuni

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.


Før. gudstænasturnar

í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.

(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09

fax. 32 58 61 49

e-mail:

kristnastova@get2net.dk

Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.

Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.

Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta í Hirtshals


Føroyingafelagið

í Esbjerg

Danmarksgade 25,

6700 Esbjerg, tlf. 75132747

Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.


Føroyskt

barnamøti

Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Heimamissiónin

Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.


Føroyingarfelagið

í Aalborg

Lille Kongens Gade 10 B.

Tel. 98136330

Húsið er opið soleiðis:

Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00

Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 33 23 15 87

Fax 33 23 15 18

Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Heimasíða:

www.faroehouse.dk

E-mail:

postur@faroehouse.dk

Upplatingartíðir:

mánadag?fríggjadag:

kl. 16.00?19.00.

28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.

28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48 D

8000 Århus C

Telefon og fax: 86180604

Teldupostur:

aarstova@teliamail.dk

Heimasíðan:

welcome.to/aarstova

Áarstova er opin soleiðis:

Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18

Føroysku bløðini liggja frammi.

Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03

Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.

Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:

MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.

Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).

Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).

Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.

Ítróttartiltøk:

Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.

Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.

Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.


Føroyingafelagið

Vesturskin,

Bergen

Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.


Føroyingar

í Noregi

E-mail:

foroyar@norden.no

Heimasíða:

www.norden.no/foroyar

Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.


Føroyingafelagið

í Reykjavík

Ølduslóð 27

220 Hafnafjørður, Ísland

Tlf. 565 4883

E-mail: forrek@visir.is