Nú ríður tú niðalaga, Høgni Hoydal

Eg vildi satt at siga ikki trúgva mínum egnu eygum, tá eg sá leygardagsblaðið. Eg veit ikki, hvussu ofta eg las greinina hjá Høgna Hoydal ígjøgnum, tí eg fekk tað snøgt sagt ikki at bera til, at hetta var sami maður, sum nú í skjótt fimm ár hevur tosað um sakligheit, sannleika og stórsinni í politiska orðaskiftinum. Men mangt broytist. Hetta var sanniliga sjálvur varaløgmaður.
Her eru nøkur brot burtur úr greinini hjá varaløgmanni, har hann náðileyst sigur, at Jóannes Eidesgaard:
?valdi at seta beinleiðis lygnir á prent
?hevur borið lygnir fram um føroyska fullveldisarbeiðið
?lýgur um sínar egnu landsmenn
?breiðir út lygnir um politiska meirilutan í sínum egna landi
?heitti á grønlendingar um ikki at velja loysingarflokkar
?hevur tosað niður til grønlendska fólkið
?hevur gjørt føroyskum politikki fyri skommum
?hevur skrivað greinina eftir boðum úr Danmark.
Áðrenn eg fari at viðgera lygnirnar, sum í roynd og veru er høvuðsboðskapurin hjá varaløgmanni, so vil eg gera vart við, at ongastaðni í mínari grein er ein tann einasta áheitan á grønlendska veljaran um at velja ávísan flokk, hvørki loysingarflokk ella sambandsflokk. Mín boðskapur var ein heilt annar, nevniliga at eg heitti á grønlendingar um at gera breiða semju um sjálvstýrismálið. Kann varaløgmaður siga okkum, hvar eg heiti á grønlendingar um ikki at velja loysingarflokkar?
Síðan sigur varaløgmaður, at eg tosi niður til grønlendska fólkið. Kann varaløgmaður somuleiðis siga okkum, hvar eg tosi niður til grønlendska fólkið?
Lat okkum síðan venda aftur til allar lygnirnar, sum varaløgmaður leggur meg undir. Eg má sum próvførslu venda aftur til sjálva greinina, sum varaløgmaður sipar til. Og eg fari at biðja varaløgmann vísa okkum á lygnirnar. Hvat hevur Jóannes Eidesgaard skrivað, sum eru ósannindir? Lat okkum taka alt tað burtur úr upprunagreinini, sum hevur møguleikan fyri at vera framborið sum lygnir fyri at brúka sama orðaval sum varaløgmaður:
1.På Færøerne gjorde koalitionen og specielt de to partier Republikanerne og Folkeflokken selvstændighed til en sag for netop deres vælgere og netop deres partier. Man baserede politikken på det smallest mulige flertal i Lagtinget.
2.Man havde nemlig god mulighed for at finde konsenses, men man ønskede ikke andre aktører
3.Ja, man blev så forfængelig, at man fra begyndelsen satte kursen mod den totale løsrivelse allerede efter tre år, hvor man, så paradoksalt det end må lyde, ønskede den danske stat til at fortsætte med bloktilskuddet i mindst 15 år.
4.Pludselig bebuder landsstyret en folkeafstemning om selve processen, men aflyser den senere, da man ser, at vælgerne går imod landsstyret.
5.Hvorfor mon Sambandspartiet, som er mest tilbageholdende i selvstændighedsspørgsmålet, er det største parti på Færøerne i dag? Det skyldes alene det faktum, at den færøske vælger ikke føler sig tryg med landsstyrets planer.
6.Og man bør også notere sig, at det ikke er de yderste fløjer, i vores tilfælde Republikanerne og Sambandspartiet, der kan løse sagen. Det er jo de samme partier, der overlever på, at sagen aldrig bliver løst.
7.Derfor bør man i Grønland lære af de fejltrin, som er sket i færøsk selvstændighedpolitik. Den må ikke blive en sag for de få, for enkelte partier, eller hvad værre er som en platform, hvor enkelte politikere kan sikre egen politisk eksistens. Selvstændighed må ikke blive et levebrød.
ad 1:
Var tað kanska ikki rætt, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin tóku stig til at skipa eina so smala samgongu sum gjørligt eftir valið í apríl 1998 og aftur eftir løgtingsvalið í vár? Eg kundi sjálvandi eisini havt nevnt, at Sjálvstýrisflokkurin var við, men metti ikki at tað hevði stórvegis týdning. Forrestin tað var somu ferðina (1998), at Javnaðarflokkurin skeyt Høgna Hoydal upp til samráðingarleiðara (ja, hugsið tykkum til). Sjálvandi tí vit ynsktu at koma við í ta samgonguna.

ad 2:
Eg eri framvegis sannførdur um, at var viljin hjá eitt nú Tjóðveldisflokkinum til staðar í 1998, so var Javnaðarflokkurin komin við í samgongu, og vit høvdu havt eina breiða samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin og møguliga eisini Sjálvstýrisflokkin. Man hevur síðan valt at geva Sjálvstýrisflokkkinum skyldina fyri, at Javnaðarflokkurin ikki kom við, men tað skerst ikki burtur, at vildi størsti flokkur Tjóðveldisflokkurin tað øðrvísi, so gjørdist tað øðrvísi. Og eftir valið í vár, so gjørdist tað sólarklárt fyri øllum, at tað serliga var ein partur av Tjóðveldisflokkinum við Høgna Hoydal á odda, sum ynskti Javnaðarflokkin, har piparið grør.
ad 3:
Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum til sáttmála, so skuldi verða loyst á ólavsøku 2001. Valið var í 1998, so tað vil siga loysing eftir 3 árum. Sambært artikkul 10 í sama sáttmála, so skuldi danska stjórnin strika skuldina, vit hava, og afturfyri skuldi heildarveitingin niður á 650 mió. kr. - ein sokallað kapitalisering av heildarveitingini. Henda upphædd (650 mió. kr.) skuldu danir síðan gjalda, til heildarveitingin svaraði til 3% av BTÚ. T.v.s. at BTÙ skuldi vaksa til 21,7 mia. kr., áðrenn heildarveitingin skuldi minkast. BTÚ er í dag á leið 10 mia. kr.. Hvussu langa tíð hetta vildi tikið, ja tað er ringt at gita, men onkur vildi einaferð vera við, at tað fór at taka ein 60 til 80 ár. Síðan skuldu hesar 650 mió. kr. skerast burtur eftir trimum árum. Grundin til, at eg var so fittur og bert segði 15 ár, tað var tí, eg valdi heldur at brúka orðingar og upplýsingar, sum eg havi tikið orðarætt frá heimasíðuni www.fullveldi.fo.
ad 4:
Var tað ikki rætt, at ein fólkaatkvøða skuldi vera 26. mei 2001, men at henda seinni varð avlýst, tí landsstýrið var bangið fyri, at ein meiriluti var ímóti? Tað er bandað bæði í ÚF og í Svf, og tað finst í bløðunum, at løgmaður segði, at hann ikki vildi riskera, at uppskotið hjá landsstýrinum fall við eina fólkaatkvøðu, tí tað vildi merkt, at vit meldaðu okkum inn í ríkið. Júst hetta síðsta minnast í hvørfall øll vit, sum ongantíð skiltu, hvat løgmaður veruliga meinti.
ad 5:
Er tað ikki rætt, at Sambandsflokkurin er størstur í dag? Og man ikki orsøkin vera, at so nógvir veljarar hava kent seg ótryggar við gongdina í fullveldismálinum og tí hava hildið, at besta mótvektin var Sambandsflokkurin? V.ø.o. Tjóðveldisflokkurin hevur rikið veljaran í føvningin á Sambandsflokkinum.
ad 6:
Er tað ikki rætt, at polariseringnin í sjálvstýrisspurninginum stendur millum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin? Og er tað ikki rætt, at tað er, tá hetta mál er nógv frammi, at hesir báðir flokkar standa rímiliga sterkir? Hvør skuldi annars orsøkin verið?
ad 7:
Tað er so mín uppfatan, at sjálvstýrisspurningurin er so týdningarmikil, at hann eigur at byggja á eina breiða semju serliga millum manna. Alt annað vil býta fólkið sundur, sum vit so týðiliga hava upplivað tað seinnu árini her hjá okkum.
Forrestin - eitt var eg um at gloyma. Varaløgmaður vil vera við, at havi skrivað greinina eftir boðum út Danmark. Tað er so eitt sindur meira av virðing, hann vísir mær, enn Sjúrður Skaale, skrivari á Christiansborg, sum bart út sigur, at greinin er skrivað av Socialdemokratiets Nyhedtjeneste. Nei, ikki eru vit komnir so langt enn í Javnaðarflokkinum, at vit fáa okkara brøv skrivaði aðrastaðir, hvørki úr Keypmannahavn ella úr London. Tað má eg eisini skuffa tykkum við. Tit fáa so ikki lasta dønum fyri hasa greinina, tí hana eigi eg æruna av einsamallur, men ivaleyst finna tit okkurt annað í staðin at kasta teimum fyri.
Eitt mugu vit so staðfesta. Sakligheit, sannleik og stórsinni eru ikki hugtøk, sum varaløgmaður hevur serliga virðing fyri.
Lygnin vinnur so aldrin á sannleikanum uttan mun til, um tað er innan ella uttan landamørk. Og hvørki Høgni Hoydal ella Jóannes Eidesgaard hava rætt til at uppfinna ein annan veruleika, enn hann sum er. Veruleiki er veruleiki, sjálvt tá hann gerst ein marra.