býráðið). Arbeiðsbólkurin kom við einum meirilutatilmæli (5 limir av 6) og einum minnulutatilmæli (umboðið fyri lærarnar í Kommunuskúlanum). Meirilutatilmælið mælti til at savna allar 10. floks næmingarnar [...] halda til í eini sjálvstøðugari lon í Eysturskúlanum. Umsitingini hjá kommununi kom í sínum tilmæli til politiska myndugleikan við eini greiðar niðurstøðu: at mett varð at ov fáir næmingar eru til at skipa [...] Maria ger viðmerking til brot úr samrøðu, ið tíðindamaður hjá útvarpinum hevði við meg, har eg m.a. annað nevndi, at um býráðið skuldi hálsa um í avgerðini at savna allar 10. flokkar í ein skúla, so fór
fáa á hvørjum ári 24 føroyskar kvinnur staðfest bróstkrabba- hetta er ein av hvørjum tíggju føroyskum kvinnum. Talið er ójavnt ár frá ári, soleiðis, at tað í fjør vóru 34 tilburðir, í mun til 23 árið fyri; [...] aldrinum 45 til 74 ár. Tilboð til eldri kvinnur Um tvey ár verður mammografiscreening sett í verk sum eitt tilboð til allar kvinnur í Føroyum í aldrinum 50-69 ár. Kvinnurnar verða kannaðar annað hvørt ár; [...] ein knykil ella okkurt óvanligt í bróstinum. Tí verður mælt til at kanna bróst og armholur eina ferð um mánaðin. Í Danmark fáa 4.000 á hvørjum ári staðfest bróstkrabba, ella níggjunda hvør onkuntíð í lívinum
íblástri aðra staðni frá og mangan eru tey góð til ávísar uppgávur og sosialt virksemi. Skúlaleiðslurnar royna eisini at leggja tað til rættis soleiðis, at hesi fáa avbjóðingar, sum svara til teirra førleika [...] raútbúgving, er rættiliga nógv. 60 ára-avtalan, sum var í gildi frá 1. august 1995 til 1. august 1999, sigur, at lærarar kundu fara frá við eftirløn 60 ára gamlir. Umframt hava hægri næmingatal og nið [...] førleika, men tað er tó ikki altíð, at tað ber til, serliga um hesi koma í starv miðskeiðis í einum skúlaári. - Fólkaskúlalógin setir stór krøv til lærarayrkið. Lærarar við læraraútbúgving hava sjálvsagt serligan
síðan bretska fólkið atkvøddi fyri at fara úr ES. Tað var eftir einum stórum trýstið frá einum stórum parti av sínum egna flokki og frá høgraflokkinum, UKIP, at táverandi forsætismálaráðharri, David Cameron [...] Millum annað hevur Bretland ofta hildið, at tey rinda ov nógv inn í felagsskapin í mun til hvat tey fáa burturúr. Hetta leiddi til, at Margaret Thatcher fekk eina árliga afturbering úr ES til Bretlands [...] polakkar og rumenar komu til Bretlands at leita sær arbeiði. Serliga í Konservativa flokkinum hevur verið ivandi í spurninginum um ES og tað var ein stórur partur av tí, at fólkaatkvøðan til endans var útskrivað
pensjónsaldur. Sum næst størsta kommuna í landinum, kennir Klaksvíkar kommuna eisini til stóra tørvin á búplássum til tey eldru. Mett verður, at uml. 800 standa á bíðilista um alt landið at sleppa inn á [...] Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum gjørdi vart við, at hetta fer at bera til, tá ið økið verður lagt út til kommunurnar at umsita. At vera í gongd Tað er trupult at gera eina einfalda mynd av [...] verða. Eitt áhugavert uppskot hevði hann, og tað var um sjónvarpið tók stig til at gera ein tátt, har heilsa, rørsla, matur og annað viðvíkjandi ellisárum varð viðgjørt.
partur av globaliseringini. Júst her hevur vitjanin frá danska stjóranum eisini týdning, tí soleiðis merkja starvsfólk okkara, at vit eru ein partur av einum størri marknaði, sum eisini er uttan fyri Føroyar [...] møblum, og teir báðar seinastu dagarnar hevur hann vitjað føroysku deildina av Idé møblum. Orsøkin til hann vitjar her er rættiliga einføld. Idé møblar er ein stór keta, sera stór keta, og hava tey eitt [...] Eg havi verið í fyritøkuni í eitt hálvt ár, og noyðist at seta meg inn í nógv viðurskifti. Millum annað hvussu okkara deildir kappast við aðrar handlar. Eg má skilja kappingina her í Føroyum eisini, tí
uppskot verður beint í nevnd, verður tað eisini beint til ferðsluráðið til viðgerðar. - Vit royna at stríðast til frama fyri ferðslutrygdini. Millum annað hava vit fyri nøkrum árum síðani vunnið okkum pláss [...] einans atlit til ferðslutrygdina. Jón ásannar, at teirra útmeldingar onkuntíð kunnu tykjast eitt sindur ógvusligar, men tað er fyri at teirra mál skal vinna frama. Tað eru altíð nógvir partar í einum máli, og [...] vanlukkur til, áðrenn hesin vegurin varð gjørdur. Men nú er hann sera tryggur. Har eru oyggjar, og ferðslan er skild sundur í tvey. Tað ger, at fótgangarin einans nýtist at hugsa um ferðsluna frá einari síðu
Skopun. Klokkan er farin av 10 og Teistin hevur júst lagt til bryggju. Ein trukkur koyrir aftur og fram á havnini, men annars er lítið at síggja til annað uttandura virksemi. Onkrir útróðrarbátar liggja við [...] halda seg aftur hjá bátunum í Skopun at leggja frá landi og fara til útróðrar. Veður og vindur Útróðrarmenninir í bygdini munnu hava millum bestu umstøður til slíkt virksemi á landi. Niðri á bryggjuni eru [...] farnir vesturum! 2000 pund Er veðrið teimum til vildar, so er spurningurin altíð um fongurin eisini er teimum til vildar. Tað plaga menn í øllum førum at vera á einum máli um: Ein kundi altíð ynskt sær fleiri
Xu Ying, segði á einum tíðindafunfi í gjár, at býurin fer at økja eftirlitið við at taka fepur og bjóða lesandi at fara aftur til heimaundirvísing, um tey ynskja tað. Fleiri enn 8000 frá matmarknaðinum eru [...] hava vitjað marknaðin síðani 30. mai. Beijing roynir at sporta og testa hesi, millum annað við at ganga frá hurð til hurð. /ritzau/AFP [...] Nýggju tilburðirnir knýta seg at einum marknaði nevndur Xinfadi í milliónabýnum og hevur fingið myndugleikarnar at steingja partar av Beijing. Tað snýr seg millum annað um ítróttar– og mentanarstovnar.
Norður-Finlandi fram til 1930 og er framvegis so sterk, at trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, er at bora í hana. Um vit hyggja eftir stevni og kjøli, so stavar tilfarið til tey frá einum skipi sum helst [...] var enskur hermaður her undir krígnum, greiðir Martin frá. Til ferðafólk Øll hesi 100 farnu árini hevur Royndin Fríða, og seinni Sóleyð N verið til fiskiskap bæði við Føroyar og undir Íslandi. - Ja, hann [...] Uppkallaður Aðrastaðni á síðuni er greitt frá tíðini, tá Cameron fyri 100 árum síðani varð bygdur í Klaksvík. Hann fekk tá navnið Royndin Fríða, men broytti seinni navn til Sóleyð N. Martin sjálvur kundi ynskt