At tað er neyðugt at varpa ljós á bróstkrabba, verður prógvað, tá turr, men tíverri sonn, tøl koma á borðið. Sambært Føroya Felag móti Krabbameini fáa á hvørjum ári 24 føroyskar kvinnur staðfest bróstkrabba- hetta er ein av hvørjum tíggju føroyskum kvinnum. Talið er ójavnt ár frá ári, soleiðis, at tað í fjør vóru 34 tilburðir, í mun til 23 árið fyri; í 1997 var talið 13. Bróstkrabbi er sostatt tað slagið av krabbameini, ið rakar flest kvinnur í Føroyum, og sjúkan verður sjáldan staðfest hjá kvinnum yngri enn 30 ár. Umleið 25 prosent av kvinnum, sum fáa staðfest bróstkrabba, eru yngri enn 50 ár, 50 prosent eru millum 50 og 70 ár, og 25 prosent eru eldri enn 70 ár. Flestu tilburðirnir verða funnir, tí kvinnan sjálv merkir ein knykil ella okkurt óvanligt í bróstinum. Tí verður mælt til at kanna bróst og armholur eina ferð um mánaðin.
Í Danmark fáa 4.000 á hvørjum ári staðfest bróstkrabba, ella níggjunda hvør onkuntíð í lívinum. Teirra millum eru 25 menn, ella ein av hvørjum hundrað; teir flestu í aldrinum 45 til 74 ár.
Tilboð til eldri kvinnur
Um tvey ár verður mammografiscreening sett í verk sum eitt tilboð til allar kvinnur í Føroyum í aldrinum 50-69 ár. Kvinnurnar verða kannaðar annað hvørt ár; taka allar av, verða 2000 kvinnur kannaðar á hvørjum ári. Kanningar úr øðrum londum hava víst, at deyðstíttleikin verður settur niður við umleið 30 prosentum, um mammografiscreening stendur kvinnum regluliga í boði.
Kanna teg sjálva
Flestu tilburðirnir verða funnir, tí kvinnan sjálv merkir ein knykil ella okkurt óvanligt í bróstinum. Tí verður mælt til at kanna bróst og armholur eina ferð um mánaðin. Skurð- og eftirviðgerðirnar av bróstkrabba eru so mikið góðar í dag, at fleiri og fleiri gerast frísk ella liva longri við sjúkuni ikki minst orsakað av, at kanningarhættirnir alla tíðina gerast betri, soleiðis at bróstkrabbin verður funnin fyrr. Tú kanst gera nógv sjálv í royndini at fyribyrgja bróstkrabba til dømis ansa eftir ikki at viga ov nógv, vera likamliga virkin, avmarka rúsdrekkanýtsluna, fara til lækna, tá ið tú varnast broytingar í bróstinum og taka av tilboði um mammografiscreening.
Ókendar orsøkir
Hví títtleikin av bróstkrabba er eitt vet lægri í Føroyum enn aðrastaðni, veit eingin. Enn kennir eingin orsøkina til bróstkrabba, men helst gera fleiri viðurskifti seg galdandi. Vit vita, at bróstið er virkin partur av hormonskipanini og at østrogen hevur ávirkan. Lívstílur, umhvørvisávirkan, dálking og strongd verða eisini mett at vera viðurskifti, sum kunnu vera atvoldin.