100 pund - tað gongur ann

Egnarar í Skopun hava úr at gera í hesum døgum, nú bæði streymur og veður eru góð.
- Tað hevði verið gott, um teir fingu eitt sindur meiri uppá stampin, sigur eini egnarin, Regin Drangberg úr Skopun.

- Ja, koyr endiliga útvarpið fyri. So verður so deiligur friður. Vit klára okkum uttan útvarp eina løtu, sigur formaðurin í skúrinum.
Vit eru komnir á gátt í egningarskúrinum hjá útróðrarbátinum Anna J, og ynskja at fáa eitt lítið prát við menninar sum eru til arbeiðis her í morgun.
Líka so vanligt sum stampar og agn er í slíkum skúrum, er útvarpið ein fastur partur av útgerðini her.
Hurðin stendur opin. Í dag er eingin orsøk at hava hana aftur, tí sólin skínur oman og niðan og himinin heiður.
Júst hetta lata menninir í skúrinum seg ikki ávirka av. Teir hava eitt arbeiði sum skal gerast bæði gott og væl.
- Teir eru úti í dag og fara helst eisini út aftur í morgin, sigur Regin.
 
Uppgangandi
Tað er friðarligt her við havnalagið í Skopun. Klokkan er farin av 10 og Teistin hevur júst lagt til bryggju.
Ein trukkur koyrir aftur og fram á havnini, men annars er lítið at síggja til annað uttandura virksemi.
Onkrir útróðrarbátar liggja við bryggju, men týðiligt er at mong plássini eru tóm í morgun. Og hví skuldu tey ikki tað?!
Tað er týsdagur, 3. oktober og sambært streymtalvuni er lítil streymur í hesum døgum. Hann var minstur um vikuskiftið, men er nú uppgangandi aftur.
Men í gjáramorgunin var kortini ikki neyðugt at tosa um nakran streym. Aftrat hesum vóru veðurlíkindini so avbera góð, og tí var ikki at halda seg aftur hjá bátunum í Skopun at leggja frá landi og fara til útróðrar.
 
Veður og vindur
Útróðrarmenninir í bygdini munnu hava millum bestu umstøður til slíkt virksemi á landi. Niðri á bryggjuni eru gjørdir sera snotuligur skúrar ætlaðir teimum. Her valdar friður í morgun.
Við skúrarnar longur uppi móti bygdini tykist eisini vera friður. Einasti tekin um at tað kortini ikki er so, eru teir mongu  stamparnir sum standa uttanfyri tveir av skúrunum. Her man onkur vera at hitta til eitt prát.
Jú, mín sann. Ein hurð stendur opin og her standa tríggir mans og takast við línuna, meðan ein fjórði maður er komin innar at fáa sær eitt prát um veður, vind og útróður, og tað sum nú einaferð er dagsins samrøðuevni í bygdini.
- Nå, fremmandafólk í Skopun. Sosialurin! Hvat vilt tú góðin?!, siga teir við nýkomna gestin.
Grái bilur okkara uttanfyri er greitt tekin um, at umboðini fyri blaðið eisini hava áhuga í tí, sum útróðrarmenn og egnarar í Skopun takast við.
 
Góð líkindi
Ein av monnunum í skúrinum hjá Onnu J er áðurnevndi Regin Drangberg úr Skopun.
Hann og hinir báðir standa og gera línurnar klárar - teir koyra húkarnar á stokk, sum onkrir útróðrarmenn nevna tað. Nú er at arbeiða, tí bæði veður og streymur eru til vildar.
- Ja, teir vóru úti bæði mánadagin og eru úti aftur í dag. Teir eru úti so ofta sum veðrið er til vildar, sigur Regin, alt meðan hann tekst við at rætta húkarnar av og koyra teir á stokkin sum er spentur fastur í stampin.
- Líkindini eru góð í dag. Eg haldi teir eru vestanfyri og royna. Eru líkindini betri at royna eystanfyri, so fara teir hagar.
- Men í dag eru teir so farnir vesturum!
 
2000 pund
Er veðrið teimum til vildar, so er spurningurin altíð um fongurin eisini er teimum til vildar.
Tað plaga menn í øllum førum at vera á einum máli um: Ein kundi altíð ynskt sær fleiri pund uppá stampin.
- Teir hava ligið úr 100 og niður í 50 pund uppá stampin.
- 50 pund - tja, tað er alt ov lítið. Men tað gongur kanska ann við 100 pundum, sigur Regin.
Hann egnir allatíðina, meðan vit práta. Hinir lurta við áhuga.
- Tú, hvat høvdu teir í gjár? Veit nakar?!, spyr hann út í skúrin.
Formaðurin er skjótur at svara: - Góð 2000 pund!

 
Yngri egnarar
Regin Drangberg hevur verið sjómaður stóran part av lívi sínum.
Hann sigldi í síni tíð við trolarum hjá Kjølbro í Klaksvík, eins og hann hevur verið við onkrum línubáti, m.a. í Eystursjónum.
Gjáramorgunin var Regin sjálvur triði í skúrinum. Onkutíð er bert ein einstakur maður í skúrinum, men mangan er hann fullsettur av yngri og tilkomnum egnarum.
- Um vikuskiftini er serliga nógv ung og egna her, sigur Regin.