100 eldri fólk á bíðilista

Klaksvíkar kommuna hevur í umbúna at byggja 20 eldraíbúðir umframt eitt sambýli til 17 fólk undir Kráarbrekku

Pallborðsfundirnir í sambandi við eldraárið halda fram, og mikukvøldið vóru klaksvíkingar vertir og fyriskiparar í skúlanum við Ósánna. Gott og væl 120 fólk lýddu á. Átta fólk sótu við pallborðið. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, Helena K. Sundskarð, fyri Norðoya Røktarheim, Eydna Dragaberg fyri Norðoya Ellis- og Vistarheim, Hensia Einarsson fyri heimarøktina í Norðoyggjum, Jógvan Lützen, formaður í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð, Emma Winther og Jógvan Isaksen umboðandi tey eldru, og Leif Olsen, sosialráðgevi á pensjónsdeildini. Dávur Winther var fundarstjóri.

Evnið var eldrapolitikkur sum heild, og meginparturin av kjakinum snúði seg sum vera man um bústaðarviðurskifti hjá teim eldru. Landsstýriskvinnan tosaði um evnið eldrapolitikkur sum heild og ætlanir landsstýrið hevur á økinum. Almanna- og heilsustýrið arbeiðir við eini ætlan, ið hevur til endamáls at bøta um lívsdygdina hjá eldri fólki. Eitt stig á leiðini er at hækka pensjónina og útvega eldri fleiri bústaðarmøguleikar.


Íbúðarbygging

Umboðini fyri Ellis- og Vistarheimið, Røktarheimið og sambýlið tosaðu um ítøkiligu støðuna beint nú, og hvat stovnsleiðararnir kundu hugsað sær framyvir. Leif Olsen, ið er sosialráðgevi á pensjónsdeildini, tosaði um fólkapensjónina, hvørji rættindi eldri fólk hava og hvat tey sjálv skulu gera, tá ið tey røkka pensjónsaldur.

Sum næst størsta kommuna í landinum, kennir Klaksvíkar kommuna eisini til stóra tørvin á búplássum til tey eldru. Mett verður, at uml. 800 standa á bíðilista um alt landið at sleppa inn á ellis- og røktarheim og sambýli. Í norðoyggjum er bíðilistin uml. 100 fólk.

Formaðurin í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð nevndi, at kommunan fer undir at gera eina verkætlan, ið umfatar bygging av 20 eldraíbúðum og einum sambýli. Sambýlið, sum skal byggjast undir Kráarbrekku, skal rúma 17 fólkum. Kunnandi fundur um verkætlanina verður í næstu framtíð, har eldri fólk og onnur áhugað fáa fleiri upplýsingar um ætlanina.

Felags fyri allar stovnsleiðararnar var, at teir kundu hugsað sær eina betri samskipaða upptøku av fólk til røktarheim, vistarheim og sambýli. Sum er eru tríggjar upptøkunevndir, ið hvør í sínum lagi viðgera umsóknirnar.

- Fyrimunurin við eini samskipan verður, at allir umsøkjararnir verða viðgjørdir undir einum, at soleiðis, at tungu brúkararnir fara á røktarheim, meðan hini fara á ellisheim og sambýli, sigur Tonja Johannesen, samskipari av fundinum í Klaksvík.

Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum gjørdi vart við, at hetta fer at bera til, tá ið økið verður lagt út til kommunurnar at umsita.


At vera í gongd

Tað er trupult at gera eina einfalda mynd av, hvussu tað er at vera pensjónistur í hesum tíðum, og hvørjar ábøtur eiga at verða gjørdar. Eldri fólk eru jú ymisk, summi halda fram at arbeiða eftir at hava rokkið pensjónsaldur, meðan onnur gevast og finna sær nýggj áhugamál og ítriv. Emma Winther, ið er fyrrverandi kommunulækni, er virkin í dag sum fyrr. Hon greiddi frá, hvussu týdningarmikið tað er at vera í gongd, tí setur ein seg fyrst afturá, stirnar ein lættliga. Hon nevndi ymiskt, ið eldri kunnu takast við. Ábyrgdin í hesum føri liggur ikki hjá myndugleikunum, men hjá einum sjálvum. Jógvan Isaksen, ið eisini var umboð fyri tey eldru, er akkurát vorðin pensjónistur, so hann visti ikki rættiliga, hvussu tað fór at verða. Eitt áhugavert uppskot hevði hann, og tað var um sjónvarpið tók stig til at gera ein tátt, har heilsa, rørsla, matur og annað viðvíkjandi ellisárum varð viðgjørt.