Kjakið um vandamikil vegastrekki er veruliga kyknað aftur, eftir at ein genta varð yvirkoyrd í Miðvági týsdagin. Gentan hevur tað tíbetur gott nú, men avleiðingarnar kundu verið álvarsligari. Í grein í Sosialinum mikudagin greiddu foreldrini frá, at tey ikki bara vilja sita og bíða inntil ein vanlukka hendir.
Fyri foreldrini í Miðvági er tað óúthaldiligt, at tey skulu vera bangin fyri teirra børnum hvønn dag. Trupulleikin er, at landsvegur gongur ígjøgnum bygdina.
Jón Kragesteen frá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd viðurkennir trupulleikan.
- Tað eru summir vegir í Føroyum, sum eru sera vandamiklir. Vegurin í Miðvági er ein av teimum, og vit hava fleiri ferðir gjørt vart við hetta. Tað er keðiligt, at einki verður gjørt við tað, fyrr enn ein vanlukka hendir, sigur Jón Kragesteen.
Ósamdur við Oyvindi Brimnes
Á foreldrafundinum í Miðvági hevði Oyvind Brimnes frá Landsverk sagt, at foreldrini ikki skulu blanda seg uppí ferðslupolitikkin. Hesum er Jón Kragesteen ósamdur í:
- Eg haldi, at foreldrini í Miðvági gera akkurát tað rætta. Sjálvandi skulu tey sleppa at føra lobbyarbeiði um ferðslupolitikkin. Tey eru jú serfrøðingar á tí vegastrekkinum, sum liggur beint við teirra hús.
- Vit fáa ofta fráboðanir um vandamikil vegastrekki ymsastaðni í Føroyum. Tað er gott, tí at tað er ógjørligt hjá okkum at hava yvirlit yvir øll vegastrekki í landinum. Tá ið vit fáa eina fráboðan, verður tað tikið upp á fundi.
- Um onkur hevur okkurt at klaga um, so vil eg heita á tykkum um at gera eins og foreldrini í Miðvági. Tey settu seg niður og skrivaðu nøkur krøv niður. So kunnu teir við fakligu vitanini viðgera hesi krøvini, og vit finna í samstarvi eina loysn, sigur Jón.
Onnur vegastrekki, sum eru serliga útsett, eru millum annað Skipanes, Sandavágur og Kollafjørður. Men spurningurin er so, hvat skal gerast fyri at betra um trygdina.
- Okkara fremsta mál er at fáa allar landsvegir útum bygt øki. Tað er altíð vandamikið, tá ið ein landsvegur førir gjøgnum bygt øki. Men tá ið tað ikki verður veruleiki í nærmastu framtíð, mugu vit finna aðrar loysnir.
- Fyri tað fyrsta átti ferðin á nógvum strekkjum at verði sett niður til 30 km/t. Tá hevur førarin nógv betri reaktiónstíð, og um óhappið kortini hendir, er kjansurin hjá tí rakta fyri at yvirliva nógv størri, enn um koyrt var 50 km/t.
- Annars mugu ymsar fysiskar forðingar setast fyri bilunum. Tað kunnu vera bungur, upplyftir gonguteigar og oyggjar. Ferðgáarnir rigga væl hjá teimum, sum ikki ynskja at koyra ov skjótt men kortini gera tað av óansni. Men ferðgáin ávirkar ikki føraran, sum skal náa eitt flogfar uppá fáar minuttir. Tá kann ferðgái vera ferðgái. Tí mugu vit nýta fysiskar forðingar eisini.
Børn eru børn
Summi vilja leggja skyldina hjá børnunum, tí at tey eru ikki nóg ansin í ferðsluni. Onnur leggja skyldina hjá foreldrunum, tí at tey ikki ansa nóg væl eftir børnunum.
- Børn eru børn, og tey skilja ikki ferðsluna. Tí kunnu vit ikki geva teimum skyldina. Foreldrini mugu sjálvandi laga seg eftir umstøðunum, men í longdini verður tað ótolandi at skula halda børnunum inni allatíðina. Børn hava orku, sum tey mugu sleppa av við, og tað er sunt hjá teimum at spæla úti.
- Vit hugsa ov nógv um tíðina, tá ið vit koyra. Alt skal bara ganga so skjótt sum gjørligt. Trygdin kemur ofta í aðru røð. Tað sæst eisini aftur í, at kommunurnar ikki skulu spyrja RFF um ráð, tá ið tær gera vegir. Vit hava nógvar meiningar um ferðslutrygd, men eingin spyr okkum eftir. Tað eru vit, sum mugu stríðast fyri at koma til orðanna, og tað er ikki rætt, sigur Jón.
Í Føroyum førir RFF lobbyarbeiði, meðan í hinum norðanlondunum eru ferðsluráðini ein partur av korporativa arbeiðinum. Tað vil siga, at tá ið eitt uppskot verður beint í nevnd, verður tað eisini beint til ferðsluráðið til viðgerðar.
- Vit royna at stríðast til frama fyri ferðslutrygdini. Millum annað hava vit fyri nøkrum árum síðani vunnið okkum pláss í landsferðslunevndini, men hon er tíverri ikki serliga virkin. Hon hevur ikki havt fund í eitt ár, sigur Jón.
RFF tekur einans atlit til ferðslutrygdina. Jón ásannar, at teirra útmeldingar onkuntíð kunnu tykjast eitt sindur ógvusligar, men tað er fyri at teirra mál skal vinna frama. Tað eru altíð nógvir partar í einum máli, og tað skal takast atlit til nógvar síðir. Úrslitið verður altíð eitt kompromis millum partarnar.
Eitt gott fyridømi
- Vegurin oman fyri SMS er eitt gott fyridømi um, hvussu vegirnir í Miðvági, Kollafirði, Runavík og nógva aðrastaðni áttu at verið gjørdir.
- Tíverri skuldu eisini fleiri vanlukkur til, áðrenn hesin vegurin varð gjørdur. Men nú er hann sera tryggur. Har eru oyggjar, og ferðslan er skild sundur í tvey. Tað ger, at fótgangarin einans nýtist at hugsa um ferðsluna frá einari síðu, tá ið hann fer yvirum. Tá ið hann so er komin á miðjuna, stendur hann har væl vardur av betongveggjum. Síðani skal hann hyggja at ferðsluni frá hinari síðuni av vegnum, áðrenn hann fer yvirum.
- Upplyfti gonguteigurin ger, at førararnir leggja betri merki til hann. Rundkoyringin beint uttan fyri SMS noyðir førararnar at seinkað ferðina. Her hava vit fysiskar forðingar og verjur fyri fótgangaran. Soleiðis áttu nógv onnur vegastrekki at verið í Føroyum.