10. flokkur í Tórshavnar Kommunu

Nú nógv hevur verið at hoyrt um 10. flokk í Tórshavnar kommunu, havi eg hug at koma við mínum ískoyti.

Í 2006 varð ein arbeiðsbólkur settur, sum skuldi gera eitt álit um framtíðar 10. flokk í Tórshavnar kommunu.
Arbeiðssetningurin hjá bólkinum var soleiðis orðaður:
»Arbeiðsbólkurin verður biðin at koma við uppskoti, hvussu 10. flokkur skal verða skipaður undirvísingarliga í framtíðini, og um hann skal verða skipaður í eina eind ella fleiri eindir.«
Burturúr hesum arbeiði komu 2 tilmæli. Eitt minnilutatilmæli um at skipa 10. flokk í 2 eindir, eina í Kommunuskúlanum og eina í Eysturskúlanum.
Meirilutatilmæli ljóðaði soleiðis:
»Meirilutin í arbeiðsbólkinum mælir til at savna allar 10. floks næmingarnar í Tórshavnar kommunu í ein sjálvstøðugan skúladepil frá skúlaárinum 2008/2009 við egnari leiðslu og lærarum, sum burturav arbeiða í hesum skúla«. Meirilutin mælti til at savna 10. flokk í Eysturskúlanum.
Býráðið samtykti at taka undir við meirilutatilmælinum, tó so at ætlanin bleiv útsett til skúlaárið 2010/2011.
Skjótt var tó greitt, at eingin sjálvstøðugur skúladepil bleiv. Mentamálaráðið góðtók ikki egna leiðslu, men segði, at 10. flokkur skuldi vera ein partur av Eysturskúlanum. Lærararnir skuldu nú í mest møguligan mun arbeiða við 10. flokki.
Við øðrum orðum so er býráðssamtyktin ikki í samsvar við veruleikan, og tað er ein av orsøkunum til, at málið er tikið uppaftur.
Eg hoyrdi í útvarpinum býráðslim siga, at um 10. flokkur framhaldandi skuldi vera í Kommunuskúlanum, vóru vit býráðslimir kanska noyddir at útseta byggingina av Røktarheiminum yviri við Strond, tí tað kom at kosta nógvar pengar at umvæla skúlan her og nú. – Hetta er ikki at skemta við, men eg havi hug at endurgeva mín fyrrverandi arbeiðsgevara, tá hann spurdi: »Hvat dámar tær betri pannukøkur ella ólavsøku?« – 10. flokkur og Røktarheimið hava onki við hvørt annað at gera, og eitt mál sum Røktarheimið skal ikki brúkast at ræða fólk við.
Í hesum sambandi skal eg taka burturúr áður nevnda áliti, har fyrimunir við at hava 2 eindir vera nevndir:

»Fyrimunir kunnu vera:
• skjótt at seta í verk
• ikki neyðugt at gera stórar íløgur«

Hetta vóru orðini tá. – Tørvur er á at umvæla Kommunuskúlan, óansæð um 10. flokkur er har ella ei. – At missa so nógvar næmingar kann harafturímóti hava álvarsligar avleiðingar fyri skúlan. Kommunskúlin hevur uml. 80 næmingar í 10. flokki og hevur koyrt eftir einum leisti tey síðstu 4 árini, sum hevur víst seg at rigga sera væl og sum bæði lærarar, næmingar og foreldur eru glað fyri.
At kapping er millum skúlar er bara til gagns fyri næmingin.
Mín vón er, at vit í framtíðini hava tvær 10. flokseindir í Tórshavnar kommunu, eina á Eysturskúlanum og eina á Kommunuskúlanum.