viðvirkandi til at bankarnir fóru á húsagang. Javnaðarflokkurin var við til at góðtaka »bankaloysnina«, hetta ódjórið, sum føroyskir politikarar settu at reka føroyingar av landinum, uttan at geva sær stundir [...] øll hildu, at nú stóð alt Føroya fólk saman um eina dómarakanning, vendi eitt nærum samt løgting, eisini javnað-arflokkurin, 360 stig og góðtók eitt danskt uppskot, sum danir søgdu vera líka gott ella betri [...] til eina nýggja álitiskreppu millum Føroyar og Danmark. Men sjálvandi, tá man fer at brynja seg til valið, er kanska best at lata sovorðið liggja. Uppgerðina við danir eru vit fleiri, sum bíða spent eftir
r eru í. Tað er heilt óforsvarligt at fremja ferðminkandi tiltøk við at gera vegin ótryggan, og soleiðis sum Hvítanesvegurin nú er asfalteraður við stórum skeivum hallum í øllum svingunum, er hann ótryggur [...] nógv verri, tá tað lumpna svartakálkið er á vegnum. Ófatiligt, at tit tora at standa við ábyrgdini av hesum. Her kann skoytast uppí, at skeiva hallið í svinginum við Skræddaragøtu í støðum er ov lítið, fyri [...] tíman-, so upp í móti hesum turru tølunum nyttar lítið at Landsverkfrøðingurin »ivast ikki í, at hetta fer at taka ferðina av ferðsluni«. Freistandi er at spyrja, um ikki skeitt verður til slíkar sera álítandi
Vísandi til omanfyri standandi skilst, at tað er ósatt, tá sagt verður, at trygdin hjá Bygdaleiðum ikki er í lagi ella at aldurin er óvanliga høgur. Skoytast skal uppí, at tað vildi tænt okkum og Dimmalættin [...] ítøkilig prógv fyri, at trygdin hjá Bygdaleiðum ikki er, sum hon eigur. Tað skal her undirstrikast, at Strandfaraskip Landsins gera alt, fyri at halda trygdina á einum ráðiligum støði. At so er kann prógvast [...] viðmeringar frá tí, ið kritikkurin er vendur ímóti. Vitandi, at tað vildi tikið nakað av spenninginum burtur, fari eg kortini at heita á blaðið um at geva fyritkuni ein møguleika at gera viðmerkingar næstu ferð
tíðina er ikki eitt tað einasta handrit forða at koma út av málsligum áðum! Tað undrar ikki meg, at onkur heldur nakrar av fleiri hundrað bókum vera tungar, men tað eru undantøkini. Málið í bókunum er ymiskt [...] Petersen. Sjálvur havi eg drúgvar royndir at lesa upp fyri børnum, eisini tekstir, sum eg sjálvur havi týtt. Men tá ið tað ræður um smábarna- og myndabøkur, so er tað sjáldan, eg lesi júst soleiðis, sum [...] niðurgerð »flest allar«? Er tað so, nyttar lítið at kjakast. Tó vænti eg, at tá ið Dan Petersen hevur lisið tað, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út í síðstuni, man hann fara at taka undir við Maluni
Eitt er at leggja tilfar út á internetið hvønn dag, men annað er at goyma tað soleiðis, at til ber at sleppa til tað aftur. Sosialurin hevur ein dátabása, har alt tilfarið verður goymt, soleiðis at til [...] Gjøgnum Internetið er Sosialurin nú vorðin heimsumfatandi. Ja, so einfalt er tað í veruleikanum. Nú ber til at lesa Sosialin, hvar í verðini tú ert staddur. Tað einasta, ið krevst, er ein telda og inte [...] blaðið áðrenn tað er prentað. Í royndartíðini er skipanin ókeypis. Blaðið verður dagført umleið klokkan 16 hvønn seinnapart, og ber tá til hjá øllum at síggja blaðið. Men tað ber eisini til at tekna seg sum
millumlent í Aberdeen. Glasgow er býur við rættiliga góðum ferðamøguleikum, um ein ætlar sær víðari út í heimin. Og er ætlanin at halda frí í Skotlandi, er Glasgow eitt frálíkt stað at byrja, sigur Magni Arge [...] Atlantsflog tað vera rætt at taka hann við í ferðaætlanina hjá felagnum. Flogið verður til Skotlands mánadag og hósdag. Aftur at hesum rutum, sum verða víðkaðar ella koma nýggjar, fer Atlantsflog at flúgva [...] hesa tíðina verið at farið suður í alpurnar, har frálík støð eru at standa á skí. Men nú hava falt fleri funnið út av, at taðloyusir seg ikki at fara so langt. Næsti granni okkara, Noreg, er væl útgjørt í
einaferð var tað gott at búgva á smáplássi. Og hann ivast ikki í, at tað kann blíva gott aftur. Men so krevst, at ítøkilig tiltøk verða sett í verk, har ið minsta kravið má vera, at tað ikki verður gjørdur [...] fugli og eplum. Tvs, at tey spara landinum ein hóp í innflutningi. Føroyar eru so lítlar, at tað er einki at missa av. Tað er heldur ikki vist, at nakað verður spart við at flyta allar føroyingar [...] øðrum útreiðslum, sum standast av at koyra olju á meginøkinum, enn tað kostar at flyta hana til Skúvoyar. Tummas Frank Joensen heldur tí, at tað er heilt órímiligt, at Krevja 31,5 oyra eyka fyri liturin
persóni, hevði søgan ikki borið seg á løriftinum. Tað, at Barbara tosar gøtudanskt, er genialt, tí tað er við til at gera hana sympatiska, hóast hon avgjørt ikki er nakar eingil. Tá harra Pál (Lars Simonsen) [...] harra Pál, at Andreas er komin vestur at halda jól hjá løgmanni. Tað vendist ikki aftur. Barbara veit tað, harra Pál veit tað, og kortini kunnu tey einki gera. Tá harra Pál kemur aftur úr Mykinesi er fuglurin [...] blómandi, føroysku kvinnuni, er tað fyrsta hann sær í mannamúgvuna, sum er komin at fregnast um nýggja prestin. Spurningurin hjá havnarfólkunum er, um nú harra Pál fer at finna náði hjá Barbaru. Hon tekur
VB Nú kappingarárið er um at vera runnið, er tað áhugavert at hyggja at, hvussu gongdin hevur verið, síðani skjøtil varð settur á flaggdagin. Tað er t.d. áhugavert at staðfesta, at fuglfirðingar bara hava [...] hava skilt, at í FSF ætla teir at gera, sum teir plaga at gera, og tað vil siga, at teir ætla at vera á staðnum, har FM vinnararnir eru, tá kappingin verður liðug. Í fjør var uppá tal, at GÍ skuldi fáa [...] ferðast á ein meiri vanligan og eyðmjúkan hátt. Men tað kann væl vera, at upplivilsið verður tað sama, sum tað var í fjør. Tað er rættiliga sannlíkt, at meðan meistaraliðið fær gull og skreyt, so verða
frá, at hann gevst at spæla í 1. deild, tá hetta kappingarárið er liðugt. Hann noyddist at fara av vøllinum við vøddaskaða eitt lítið korter fyri leiklok, og tí er lítið sannlíkt, at hann fer at spæla [...] menn: B36-HB 2-3 (1-0) B36 kassameistarin mundi vera nøgdur, tí tað vóru fleiri enn 1.500 áskoðarar, sum høvdu goldið fyri at síggja grannauppgerðina. Men tá tað kom til úrslitið á vøllinum mundu hvørki hann [...] var stórur. B36 var nógv skert, og serliga eyðsýnt var tað, at John Petersen ikki var í álopinum. B36 álopið var tamt, og tað hevði aftur við sær, at HB verjan ikki tók verjupartin í serliga stórum álvara