Meira flúgving komandi ár

Atlantsflog fer at leiga eitt flogfar aftur at komandi summar og fer tá at flúgva fasta rútu bæði til Jyllands og Skotlands. Men fyrst fer felagið undir vetrarætlan, har millum annað skíferðir verða fyriskipaðar saman við DFDS

Eitt flogfar afturat og nýggjar rutur til Skotlands er nakað av tí, Atlantsflog hevur at bjóða viðskiftafólki sínum komandi árið.

Umframt ferð Atlantsflog saman við danska skipafelagnum DFDS at skipa fyri skíferðum til Noregs í vetur.

Á tíðindafundi seinasta fríggjaklvøld varð kunnað um tiltøkini, Atlantsflog og DFDS fara undir í vetur, og um flúgvingina hjá Atlantsflog komandi summar.

Magni Arge, stjóri í Atlantsflog sigur, at næsta ár fer Atlantsflog at flúgva væl meira, enn gjørt verður nú.

Felagið hevur leigað eitt flogfar frá svenska felagnum, Malmö Aviation at flúgva við næsta summar. Hetta er eitt flogfar av sama slagi sum tað, Atlantsflog sjálvt eigur.

Magni Arge sigur, at seinastu árini hevur verið flogið hvønn dag á tamb um summarið. Hetta av tí, at bert eitt flogfar hevur verið at tikið til.

Men her hevur knípt við at fingið nøktað tørvin, sigur Magni Arge, tí eftirspurningurin hevur verið størri, enn flogfarið hevur kunnað tikið.


Fleiri túrar

Men komandi summar verður betri. Tá vera tvey flogfør og sjálvandi eisini fleir túrar.

Hvønn dag á hásumri, frá hálvum juni til hálvan august, verður flogið tvær ferðir um dagin til Kastrup. Og sambandið við Jylland verður eisini víðkað. Hugsað er ivaleyst um, at nógvir føroyingar búgva og lesa í Jyllandi, og hjá teimum verður nógv lættari at ferðast heim, tá teir sleppa undan at fara til Keypmannahavnar.

Flogið verður til Tirstrup uttan fyri Århus tvær ferðir um vikuna komandi summar. Mikudag og leygardag. Og eisini til Billund verður flogið. Tað verður sunnudag.


Skotland

Atlantsflog fer eisini at flúgva til Skotlands tvær ferðir um vikuna komandi summar.

Ætlanin er at røkka bæði Glasgow og Aberdeen, verður sagt. Flogið verður úr Føroyum til Glasgow. Á vegnum heim aftur verður millumlent í Aberdeen.

Glasgow er býur við rættiliga góðum ferðamøguleikum, um ein ætlar sær víðari út í heimin.

Og er ætlanin at halda frí í Skotlandi, er Glasgow eitt frálíkt stað at byrja, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.

Og føroyingar, sum ganga við dreymum um at koma upp í oljuvinnuna, fegnast ivaleyst um, at Atlantsflog hevur tikið Aberdeen undir sínar veingir.

Aberdeen er ein gamal kenningur hjá mongum føroyingum. Men býurin er eisini oljuhøvuðsstaðuin í Europa. Tí metir leiðslan í Atlantsflog tað vera rætt at taka hann við í ferðaætlanina hjá felagnum.

Flogið verður til Skotlands mánadag og hósdag.

Aftur at hesum rutum, sum verða víðkaðar ella koma nýggjar, fer Atlantsflog at flúgva til Íslands á sama hátt, sum gjørt hevur verið higartil. Og tað er hugaligt at síggja, at hagtølini fyri 1997 vísa stóran vøkstur á ferðingini á Íslandsleiðini, sigur Magni Arge.


Skíferðir

Men áðrenn Atlantsflog fer undir summarferaætlanina, kemur veturin fyri.

Og eisini um veturin ferðast fólk. Onkrum er, sum dámar væl at standa á skí, og av góðum grundum ber hetta ikki altíð so væl til í Føroyum.

So má okkurt gerast, og fleiri velja at fara uttanlands á skíferð.

Væl dámt hevur hesa tíðina verið at farið suður í alpurnar, har frálík støð eru at standa á skí.

Men nú hava falt fleri funnið út av, at taðloyusir seg ikki at fara so langt. Næsti granni okkara, Noreg, er væl útgjørt í so máta.

Tí hava Atlantsflog og DFDS tikið seg saman um at skipa fyri skíferðum til Noregs.

Á tíðindafundinum fríggjakvøldið varð greitt eitt sindur frá hesum ferðum.

Tað vóru fólk frá DFDS, Atlantsflog, norska ferðamannafelagnum í Keypmannahavn og fólk frá norska býnum Oppdal, sum er kent skístað, sum greiddu frá ferðunum og teimum møguleikum, hesar geva.


Føroya Oppdal

Ein samla ferð fæst úr Føroyum til Oppdal, har flogið verður til Keypmannahavnar við Atlantsflog. Síðan verður siglt til Oslo við eini av stóru ferjunum hjá DFDS. Og úr Oslo verður koyrt upp gjøgnum Noreg til Oppdal.

Steðgað verður við fleiri skíferiustøð á vegnum.

Hesar ferðirnar verða í tíðarskeiðnum januar til mars komandi ár.