Útoyggjarnar eru við at blíva sovibygdir hjá pensjónistum og frítíðarparadís hjá fólki inni á meginøkinum......
Tummas Frank Joensen úr Skúvoy sigur, at heldur gongdin higartil fram, verður ikki leingi til hvør einasta útoyggj í Føroyum er avtoftað.
Hann sigur, at tað er ongin endi á, hvussu fólk á útoyggj verða niðurpínd.
Tað verður beinleiðis mannamunur gjørdur á okkum og øðrum føroyingum.
Hví skulu vit t.d betala 31,5 oyru enn aðrir føroyingar fyri hvønn litur á olju vit fáa?
Skúvoyingurin sigur, at tá ið Stathav var, kostaði oljan tað sama á útoyggj, sum alla aðrastaðni í Føroyum.
Men tíverri fórst hann og tað var ein stórur missur fyri útoyggjarnar.
Tí síðani hava vit fingið olju við strandferðsluni. Men fraktina uppá 31,5 oyru fyri liturin, noyðast vit at betala sjálvi.
Tummas Frank Joensen sigur, at sjálvandi skal strandferðslan hava frakt fyri at flyta oljuna, men hon eigur at vera uppií oljuprísinum.
Bíligari í veruleikanum
Hann sigur, at fólk við innliti í slík viðurskifti, hava roknað út, at skuldu oljufeløgini selt somu nøgd av olju á meginøkinum, sum skúvoyingar brúka -80.000 til 100.000 litrar um árið, hevði tað kostað 0,5 oyra meiri fyri liturin at koyrt hana út í meginøkinum í lønum til bilførarar, slitið, og øðrum útreiðslum, sum standast av at koyra olju á meginøkinum, enn tað kostar at flyta hana til Skúvoyar.
Tummas Frank Joensen heldur tí, at tað er heilt órímiligt, at Krevja 31,5 oyra eyka fyri liturin frá fólki á útoyggj.
Alt annað nógv dýrari
Hann sigur, at sami mannamunur á fólki á meginøkinum og útoyggjafólki ger seg galdandi á so nógvum øðrum økjum eisini.
Bøndur á útoyggj sleppa ikki longur at hava mjólkneyt, tí tey skuldu miðsavnast á meginøkinum.
Men tað kostar einum bónda á útoyggj einar fimm krónur í frakt at sleppa av við eitt skinn.
Eitt kilo av kraftfóðuri kostar eini 20-30 oyru meiri á útoyggj, enn aðrastaðni í Føroyum.
Og tað kostar fleiri krónur í frakt at fáa eitt krov av oynni.
Eru fleiri kolli til sama fólk, kostar tað fyrsta 31 krónur, og tey næstu 12,75. Tað er ein lítil bati afturímóiti tí, tað var.
Alt hetta merkir aftur, at bøndurnir á smábygd verða ikki kappingarførir við bøndur í meginøkinum.
Tummas Frank Joensen heldur, at við hetta lag verða útoyggjarnar skjótt avtoftaðar.
Taka stigini sjálvir
Tummas Frank Joensen er sannførdur um, at skulu umstøðurnar batna, mugu útoyggjafólk sjálvi taka stigini til, at faá broytingar í.
Tað nyttar ikki at vit kasta alla ábyrgd frá okkum, og siga, at landið skal gera alt fyri okkum.
Vit mugu sjálvi gera vart við okkum og royna at ávirka, har vit kunnu.
Hann sigur, at hann nú ætlar at savna allar skúvoyingar, og kanska fólk á øðrum útoyggjum við, fyri at fáa eina loysn á hesum, fyrst og fremst oljuflutninginum.
Tað rætta er, at vit øll fara við einum samlaðum tilboði til okkurt oljufelag at vita hvaðani vit fáa bíligastu oljuna, sigur Tummas Frank Joensen.
Hann heldur eisini, at løgtingið átti at sett eina bygdamenningarnevnd, sum skuldi lagt eina ætlan fyri, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at varðveita útoyggjarnar og at gjørt eina miðvísa ætlan fyri, hvussu tað kann gerast liviligt aftur.
Yvirhøvur heldur hann, at fólk á útoyggj átti at tikið seg meiri saman og vent sær til landsins myndugleikar í felag.
Skalta og valta
Tummas Frank Joensen sigur, at eitt týðandi mál í hesum sambandi er øll uttanbíggja jørðin á útoyggj.
Nógvar útoyggjar eru nú ikki annað enn sovibygdir hjá pensjónistum og frítíðarparadís hjá fólki á meginlandinum, sum skalta og valta við virðunum á útoyggj, sum teimum lystir.
Tað mestu jørðina eiga fólk, sum búgva á meginøkinum, men sum koma á smáplássini hvørt heyst at fáa tað av kjøti og øðrum, hon kastar av sær.
Skúvoyingurin heldur, at fyrsta treyt fyri at gera tað liviligt á útoyggj er at geva fólkinum brúksrætt til alla innangarðsjørð.
Hann veit, at føroyingar eru eymir um jørðina, men hann skilir tað ikki.
Hví er tað verri at geva fólki á útoyggj brúksrætt til jørðina enn at hækka skattir og avgjøld hvørja ferð botnurin kemur undan í landskassanum, spyr hann.
Hann ætlar sær ikki at taka arvarættin av. Men hann heldur, at tey fólk, sum sita við uttanbíggja jørðini skuldu eisini betalt skatt í útoyggj, tí tað er blóðskeivt, at tey skulu fara við virðunum, men hini skulu eiga kvalirnar og ábyrgdina eftir.
Samstundis ávarar hann eisini ímóti ætlanunum at privatisera alla landsjørðina.
Eg dugi ikki at síggja annað, enn at endin verður, at tað verða nakrir fáir, stórir jarðardróttir í Føroyum, sum koma at eiga heilar oyggjar. Tá er tann síðsti lívsneistin á útoyggj køvdur.
Hava betalt sítt
Hann heldur, at gjøgnum tíðirnar hava smáplássini betalt sín part av landshúsarhaldinum.
Hann minnist, at longu í 1997 var prátið uppi í tinginum um at geva bygdunum ein blokk eftir fólkatalinum, sum tey so skuldu klára seg eftir.
Men nú kemur tað framaftur at leggja kommunur saman, tí nú er tað til fyrimuns fyri tær stóru kommunurnar, sum hava lánt seg í óføri, at fáa fatur á bankabókunum hjá teimum smáu kommununum, sum flest allar eiga nøkur oyru.
Hann veit væl, at tað verður brikslað teimum smáu kommunum, at tær hava onki gjørt, og at tað eru tær stóru kommunurnar, sum hava gjørt arbeiðsplássini, sum fólkini á smábygd liva av.
Eg haldi, at vit kunnu venda hesum við og siga, at hava tær stóru kommunurnar útvega arbeiðsplássini, hava smábygdirnar útvegað tað, sum hevur minst líka stóran týdning: Sjálva rbeiðsmegina.
Alt verður miðsavnað
Tummas Frank Joensen sigur, at einaferð var tað gott at búgva á smáplássi. Og hann ivast ikki í, at tað kann blíva gott aftur. Men so krevst, at ítøkilig tiltøk verða sett í verk, har ið minsta kravið má vera, at tað ikki verður gjørdur beinleiðis mannamunur á fólkið á útoyggj, og á fólki á bygd
Fólk á útoyggj eru fyri stóran part sjálvbjargin við kjøti, fiski og fugli og eplum.
Tvs, at tey spara landinum ein hóp í innflutningi.
Føroyar eru so lítlar, at tað er einki at missa av.
Tað er heldur ikki vist, at nakað verður spart við at flyta allar føroyingar inn á meginlandið.
Tað er hugsanin aftanfyri tiltakið í Álandi at lata fólk á útoyggj ferðast ókeypis við teirra strandferðslu.
Tað heldur Tummas Frank Joensen kundi verið ein góð byrjan. Ella í hvussu so er áttu útoyggjafólk at fingið bíligari ferðaseðlar.