Kærleikin tolir ikki alt - ber ikki yvir við øllum

Teymaleysur kærleiki, sansaleys øvund og máttloysi, undirbygt við náttúrunar megi í myndini øðrumegin og menniskjansligu kenslunum hinumegin, er høvuðsboðskapurin í filminum ?Barbaru³, sum Nils Malmros, filmstjóri, hevur kallað besta kærleiksøga í okkara tíð.

Norðurlandahúsið:

Frumsýning: ?Barbara³, eftir skaldsøguni hjá Jørgen-Frantz Jacobsen Filmsstjóri: Nils Malmros



Hvussu ein dani skuldi megna at lýsa søguna við føroyskum samleika ella identiteti, var forvitnisligt at frætta.

Lat tað verða sagt beinanvegin: Nils Malmros hevur megnað at lýsa søguliga umhvørvið í Havn 18. øld, við danska embætismannaveldinum sum høvuðsevni, og við føroysku almúguni á síðulinjuni.

Alt hevði kortini verið til fánýtis, um Barbara (Anneke von der Lippe) ikki var so framúr væl lýst í sínum leikluti. Uttan hennara leiklistarliga framúr góðu lýsing av Barbaru sum persóni, hevði søgan ikki borið seg á løriftinum. Tað, at Barbara tosar gøtudanskt, er genialt, tí tað er við til at gera hana sympatiska, hóast hon avgjørt ikki er nakar eingil.

Tá harra Pál (Lars Simonsen) stígur í land á Vippuni í Tinganesi, veit hann ikki, hvussu lagnutráður hansara skal verða spunnin saman við tí hjá Barbaru.

Myndin av tí blómandi, føroysku kvinnuni, er tað fyrsta hann sær í mannamúgvuna, sum er komin at fregnast um nýggja prestin.

Spurningurin hjá havnarfólkunum er, um nú harra Pál fer at finna náði hjá Barbaru. Hon tekur nýfjeppin ímóti honum. Tey giftast og so fer leikur fram.


Næstur á pallinum

hjá Barbaru

Hjunarbandið er lukkuligt eina tíð, til næsti maður trínur fram á pallin. Tað er studenturin Andreas, sum er komin til Føroya at gera ein kanning.

Eisini honum fellur Barbara fyri. Tá harra Pál fer til Mykinesar um jóltíð og liggur veðurfastur, veit harra Pál, at Andreas er komin vestur at halda jól hjá løgmanni. Tað vendist ikki aftur.

Barbara veit tað, harra Pál veit tað, og kortini kunnu tey einki gera. Tá harra Pál kemur aftur úr Mykinesi er fuglurin flogin.

Næstseinasta myndin í filminum er tá Barbara sansaleys skríggjandi og grátandi setist við árarnar at rógva upp ?Fortunu³, sum Andreas er farin við, uttan at siga henni frá. Hann svíkir Barbaru, fyri at bjarga sær og sínum, og hann sníkir seg burtur undan lyftinum um at taka hana við sær til Danmarkar. Eftir mínum tykki meistarligi endi á søguni.

Fyri fyrstu ferð verður Barbara svikin av einum manni. Hon, sum eirindaleyst hevur svikað menn sínar, og kanska eisini verið við til at taka lívið av onkrum. Hon kann ikki góðtaka, at Andreas ger tað sama móti henni. Í grundini ein banal søga, sum kundi farið fram allastaðni.

Eftir stendur, at Malmros við filmatiseringini av skaldsøguni so meistarliga hevur tulkað Barbaru, sum persón.

Ikki bert við at verða trúgvur móti persónslýsingini í skaldsøguni, men við ærliga at geva henni fríar ræsur at vera tann hon er - nevniliga ein sterk kensluborin - eitt sindur tollut kvinna, sum letur seg føra higar og hagar í síni leitan eftir spenningi og kærleika.

Her er ikki talan um tann einasta eina sanna kærleikan, sum tolir alt, ber yvir við øllum og yvirlivir øll vandasker.

Her er hinvegin talan um kensluligan løtuvinning, fyri í sjálvsøkni gera tað, sum liggur fremst í huganum, og uttan fyrilit fyri avleiðingunum.

Fyri Barbaru er einki heilagt, í royndini at røkka málinum, hon hevur sett sær. Hon er stýrd av kenslum sínum, og noyðist at liva tær út. Fávitskan er bert eitt hjálpiamboð, sum fær áskoðaran at góðtaka hana, sum hon er.


Harra Pál og samkenslan

Myndin av tí grátandi ólukkuliga harra Pál rínur ikki rættiliga við okkum. Hesin prestlærdi, sum við opnum eygum gongur inn í hjúnarlagið, hóast hann veit, at tað ikki fer at halda.

Tað, at hann ger tað av girnd til kvinnuna, gevur honum ringa samvitsku fyri Gudi. Men um Gud er kærleiki, hví kann presturin ikki góðtaka girndina? Lars Simonsen var sum gjørdur til sín leiklut, og hann spælir hann sannførandi og ærligt.

Samanumtikið kann sigast, at styrkin filminum liggur í at Nils Malmros so hegnisliga hevur megnað at funnið teir røttu persónarnir til ymsu leiklutirnir.

Serliga Jens Okking í leiklutinum sum løgmaður, er inniligur og tulkaður við virðing. Harnæst var serliga Gabriel (Trond Høvik) áhugavedur.

Hann megnaði rættiliga at fáa blandaðu kenslurnar fyri systkinabarninum Barbaru fram í síni smáligu fávitsku.

Barbara er føddur høvuðsleikari í sínum umhvørvi. Hetta er hon ikki tilvitað, men av tí at hon er øðrvísi. Ikki sørt at medmenniskju hennara gera hana til tað hon er. Um vit taka dømi í nútíðini, so verður sagt, at tað sum skapar eina persónmensku er lutvíst uppaling og sosialt umhvørvi. Einstaklingurin hevur ávirkan á sítt persónliga lív, men so sanniliga eisini tann myndin, sum onnur halda upp fyri einum.

Tað er ikki vist, at hesin filmur fær ta stóru undirtøku,sum framman spáa. Hann er áhugavedur hjá okkum, tí vit kenna umhvørvið og søguna so væl.

Um áhugin uttanlands - eisini við teimum vøkru náttúrulýsingunum, fær fólk at fara í biohøllina, er ikki givið frammanundan.

Tað hevði bøtt um heildina, um filmurin varð styttur eitt sindur. Hann er í so langdringin í løtum.