HB hevur tapt fægst ferðir í ár

Fótbóltur: Hóast kappingarnar í 2. og 3. deild eru lidnar, verður ikki greitt fyrr enn næsta vikuskiftið, hvussu verður við upp- og niðurflyting

Fótbóltslíkindini sunnudagin vóru so vánalig, sum tey ikki hava verið leingi. Størsta partin av vikuni var av besta heystveðri, men í vikuskiftinum og serliga sunnudagin seinnapartin leið fótbólturin undir, at Illa Beinta spældi Nils Malmros og filminum um Barbaru eitt puss!

Illveðrið hevði við sær, at tað var mest sum ómøguligt at vísa skipað fótbóltsspæl. Nú er bara eitt umfar eftir at spæla, og tað er heilt týðuligt, at ein kensla er við at breiða seg ímillum fótbóltsfólkið ? bæði inni á og uttan fyri vallirnar ? sum sigur, at nú gleða øll seg til, at punktum verður sett fyri fótbóltsárið 1997. Spenningurin um FM heitið og silvur krónurnar er útloystur, og tað skal ganga verri enn illa hjá GÍ, tá FS Vágar kemur at vitja teir, um fýrafaldu meistararnir ikki fáa skreyt um hálsin aftur í ár.

VB skal taka ímóti NSÍ, sum tykist vera útbrent, og vágbingar fara ivaleyst at spæla fyri evarska lítla møguleikanum at fáa fyrsta heiðursmerkjasettið nakrantíð. Fáa teir ikki tað, so kunnu teir í hvussu so er gleðast um, at teir hava tryggjað sær luttøku í Intertoto Cup komandi ár. Og so er spurningurin, um tað er so nógv at fegnast um. B36 tók ikki skaða av luttøkuni í summar, men árini frammanundan hava bæði B68 og HB goldið dýrt um heystið fyri, at teir í juni og juli drivu á og ferðaðust kring í Europa.


Kappingin ímillum grannarnar

B36 var longu undan vikuskiftinum FM vinnari, og eftir dystin ímóti HB sunnudagin eru teir ivaleyst lættir um hjartað um, at tað eydnaðist Juliani Johnsson í síðstu løtu at fáa mál á Vágseiði næstseinasta sunnudag.

HB vann seinna umfarið í grannastríðnum 3-2, og tað frøast teir um. B36 hevði ikki ætlað sær at tapt ímóti HB, og teir gjørdu eisini mótstøðu, sjálvt um teir høvdu eitt skert lið og vórðu uppaftur meiri skerdir, tá teir mistu ein mann. Um FM heitið hevði staðið upp á spæl, so kann tað væl vera, at talan hevði verið um øðrvísi stríð, men tað kunnu vit bara gita um.

Tað svíður ivaleyst hjá B36, at teir ikki kláraðu at koppa HB í ár, men sviðin verður neyvan drúgvur. Komandi leygardag fara Torleif Sigurðsson og hansara menn um Skopunarfjørð at geva Tummasi Eli Hansen (vit søgdu leygardagin, at hann sunnudagin skuldi spæla fyri síðstu ferð á B36 liðnum ímóti HB, men vit gloymdu at siga, at talan var um síðsta heimadystin) steypið, sum Føroya Bjóð hevur givið at kappast um, og spælarunum gullkrónur. Talan er um eitt ávíst tal av krónum, og í vikuni skulu teir telja upp í B36, hvørjir hava spælt so mikið ofta, at teir eiga rætt til eina krónu. Og tá steypið og krónurnar eru handaðar, og FM vinnararnir koma aftur í Gundadal, hava teir ivaleyst gloymt tey bæði tapini ímóti HB. Tá fara teir at fegnast um fyrsta FM heitið í 35 ár, og tað munnu tey flestu unna teimum sera væl.


Sorg og gleði fylgjast

Í B36 hava røddir verið frammi um, at tað hevði kanska verið hóskiligt, at steyp og gullkrónur ikki vórðu handaðar, fyrrenn teir koma aftur av Sandi. Tað hevði havt við sær, at nógv fleiri viðhaldsfólk høvdu verið til staðar, enn tað fara at vera á Sandi, og um veðrið fer at skikka sær soleiðis komandi leygardag, sum tað gjørdi síðsta vikuskifti, so hevði hetta verið funnin fressur fyri FSF og B36.

Men vit hava skilt, at í FSF ætla teir at gera, sum teir plaga at gera, og tað vil siga, at teir ætla at vera á staðnum, har FM vinnararnir eru, tá kappingin verður liðug. Í fjør var uppá tal, at GÍ skuldi fáa sínar gullkrónur og sítt FM steyp, tá teir komu aftur til Gøtu eftir sigurin á Tvøroyri. FSF toppurin var í Klaksvík, har B71 spældi, men tá tað var greitt, at GÍ og ikki KÍ fór at vinna FM heitið, lættu Torleif og hinir sær á og flugu við tyrluni hjá Atlantsflog suður á Sevmýri.

Komandi leygardag kunnu teir ferðast á ein meiri vanligan og eyðmjúkan hátt. Men tað kann væl vera, at upplivilsið verður tað sama, sum tað var í fjør. Tað er rættiliga sannlíkt, at meðan meistaraliðið fær gull og skreyt, so verða mótstøðumenninir síðsta leikdag sendir í 2. deild, og tað fara teir at fáa at vita, meðan teir hyggja at róminum hjá nýklæktu meistarunum.

Soleiðis var tað í Gundadali, tá HB vann FM heitið í 1988, og TB varð sent niður í 2. deild, og soleiðis var tað í 1996, tá GÍ vann FM heitið á Sevmýri, og TB aftur varð sent niður í 2. deild. Nú er tað ikki avgjørt, at B71 verður sent í 2. deild leygardagin, men tað hevði verið vert hjá teimum í FSF at umhugsa, um hugskotið hjá onkrum B36 monnum átti at verið tikið til eftirtektar, eisini tí tíðin á Sandi er avmarkað, og trýstið á ferjuna um Skopunarfjørð verður stórt.


HB klossaði møguleikan burtur ímóti VB

Nú kappingarárið er um at vera runnið, er tað áhugavert at hyggja at, hvussu gongdin hevur verið, síðani skjøtil varð settur á flaggdagin.

Tað er t.d. áhugavert at staðfesta, at fuglfirðingar bara hava vunnið eina ferð á heimavølli ? 3-0 ímóti FS Vágar ? og at KÍ aðru hvørja ferð hevur tapt á heimavølli.

Men tað er uppaftur meiri áhugavert at staðfesta, at hóast HB bara hevur tapt eina ferð í ár, so megnaðu teir ikki at vinna FM heitið.

2-1 ósigurin á heimavølli ímóti VB 10. august gjørdist sera dýrur fyri HB, sum mótsatt grannunum heldur ikki megnaði at fáa fulla úrtøku í Vági.


Flytingarnar

Tað er longu fleiri vikur síðani, at Sumba vann sær pláss í 1. deild komandi ár. Nú er 2. deild liðugt spæld, og TB hevur vunnið sær rættin at spæla um eitt pláss í bestu deildini. Men tvørámenn og onnur mugu bíða í minst tvær vikur afturat, áðrenn tað ber til at finna út av, um tað verða tvey ella trý lið úr Suðuroy í bestu deildini komandi ár.

Hóast 2. deild er liðug at spæla, so er ikki greitt, hvussu tað verður við niðurflytingini. B68 er niðast, og tað verða ivaleyst teir, sum flyta beinleiðis niður í 3. deild. Men áðrenn hetta er púra greitt, skal síðsta umfarið í 1. deild fáast frá hondini. Um FS Vágar endar niðast í 1. deild, so skal stykki 5 í grein 7 í kappingarreglunum fyri fótbólt helst skiljast soleiðis, at B68 sleppur undan beinleiðis niðurflyting, meðan FS Vágar flytir beinleiðis í 3. deild. Har stendur, at ?feløg, ið flyta úr 1. deild og niður í 2. deild og frammanundan eru umboðaði í 2. deild, skulu flyta annað av liðunum niður í 3. deild, og verður tá einki ella eitt lið at flyta niður í 3. deild hetta árið?. Tað hevði verið greiðari, um eitt ?annað? stóð eftir ?tá einki ella eitt lið?, men lítil ivi kann vera um ætlanina við orðingini.

GÍ hevur langt síðani endurvunnið plássið í næstbestu deildini, sum teir mistu í fjør. NSÍ skal spæla ímóti FS Vágar ella B68 um eitt pláss í næstbestu deildini. Hóast bæði 2. og 3. deild eru liðugt spældar, so ber ikki til at spæla um hetta plássið fyrrenn 18. umfar í 1. deild er avgreitt, og tað er púra greitt, hvussu tað verður við beinleiðis niðurflytingini.