Skrivið frá Ole Valle
Strandfaraskip Landsins fekk skriv frá Ole Valle, dagfest tann 6. februar 1997, bert nakrar fáar dagar eftir, at undirritaði var komin inn um hurðina sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins.
Skrivið er uppá 4 síður, og evnið er Tanker og Forslag om Bygdaleiðir, og fyri mær virkaði innihaldið óvanliga harðligt og áleypandi.
Seinni spurdi eg Ole Valle, hvat hann ætlaði við omanfyri nevnda skrivi, og hví hann brúkti hendan mátan at gera vart við seg. Tað, sum síðani hendi, var, at hann hugdi at klokkuni og smeyg sær út gjøgnum hurðina.
Slíkur fordømandi kritikkur og óseriøs atferð elvir sum vera man sjáldan til nakað ynski um konstruktiva viðgerð.
Tað eru jú oftast tveir ella fleiri partar í einum máli, og tað vanliga í fyritøkuni er, at fólk skriva ella tosa um trupulleikarnar, og síðani verður kanska innkallað til ein fund fyri meira ítøkiliga at viðgera evnið og finna eina loysn. Ein stóran part av hesum innkallingum tekur fyritøkan sjálv stig til.
Trygdarspurningurin
Eg kenni onki til, at tað eru fleiri av bussførarunum, sum eru samdir í skuldsetingunum hjá Ole Valle ? heldur tvørturímóti. Heldur ikki verða løgd fram nøkur ítøkilig prógv fyri, at trygdin hjá Bygdaleiðum ikki er, sum hon eigur.
Tað skal her undirstrikast, at Strandfaraskip Landsins gera alt, fyri at halda trygdina á einum ráðiligum støði. At so er kann prógvast við t.d.:
?1/2-árs eftirliti hjá Bileftirlitinum (tann elsti bussurin, 13 ára gamal, fekk nýliga einans 3 viðmerkingar).
?Egnum bilverkstaði, har nýggjur verkstaðsleiðari verður settur fyrsta dagin, hvørs høvuðsuppgáva verður at syrgja fyri tryggum og støðugum rakstri av akførunum hjá fyritøkuni. Eisini verður sett í verk eftirútbúgving av mekanikarunum.
?Peningur er settur av á fíggjarætlanini til viðlíkahald.
?Bussførarar eru javnan á koyritekniskum skeiði.
Í meðal koyra bussarnir 37 tímar um vikuna eftir fastlagdari vaktarskipan, sum bussførararnir í mest møguligan mun sjálvir leggja til rættis, og teir hava frí annaðhvørt vikuskifti. Spurningurin her er ikki einans um sjálva tilrættisleggingina av koyriætlanunum, men eisini um ávís ynski hjá bussførarunum.
Annars eru eftirlitsmyndugleikarnir okkara garantar fyri, at trygdin er í lagi.
Aldurin á bussunum
At tann yngsti bussurin er umleið 11 ára gamal, sum sagt verður í tykkara grein, er ikki beint, tí ein av okkara bussum er frá ultimo 1989, tvs. 8 ára gamal, ein varð keypt í 1995, og í desember 1996 varð ein nýggjur bussur settur inn á farleiðina millum Havnina og Leirvík.
Umleið november í ár verður nýggjur bussur keyptur og settur inn á farleiðina Sumba og Vág, og í 1998 verður nýggjur bussur settur inn á farleiðina millum Hvalba og Tvøroyri. Harafturat er keyptur ein nýggjur bussur til flogrutuna, og verður hann væntandi settur í koyring í november í ár.
Annars verður arbeitt við einari langtíðar útskiftingarætlan fyri allar bussar/ farleiðir í landinum. Spurningurin er í hesum sambandi um at tillaga íløgurnar og kapasitetin til tørvin fyri fólkaflutningi í landinum.
Sum skilst hevur fyritøkan gjørt nýíløgur trý hesi seinastu árini, eins og ætlanir eru fyri nýíløgum næsta ár.
Niðurstøða
Vísandi til omanfyri standandi skilst, at tað er ósatt, tá sagt verður, at trygdin hjá Bygdaleiðum ikki er í lagi ella at aldurin er óvanliga høgur.
Skoytast skal uppí, at tað vildi tænt okkum og Dimmalættin betur, um blaðfólk, tá slíkur kritikkur verður førdur fram, tóku telefonina og bóðu um viðmeringar frá tí, ið kritikkurin er vendur ímóti.
Vitandi, at tað vildi tikið nakað av spenninginum burtur, fari eg kortini at heita á blaðið um at geva fyritkuni ein møguleika at gera viðmerkingar næstu ferð, skuldsetingar verða settar fram.
Tórshavn t. 26. sept. 1997
Reidar Nónfjall,
stjóri á Strandfaraskipum
Landsins










