Brynja seg til valið

Soleiðis er yvirskriftin á einum lítlum greinastubba niðast í vinstra horni á einari grein í Sosialinum 17. september, har Jóannes Eidesgaard leggur danir undir imperialismu o.a. mangt. Ikki tí, eg eri púra samdur við honum í pástandinum, men eg haldi at hann fer dekan ov lætt um tey viðurskifti, sum førdu til núverandi støðu.

Javnaðarflokkurin var sum kunnugt við í flestu av teimum avgerðum, sum upp ígjøgnum 70?ini og 80?ini vórðu viðvirkandi til at bankarnir fóru á húsagang. Javnaðarflokkurin var við til at góðtaka »bankaloysnina«, hetta ódjórið, sum føroyskir politikarar settu at reka føroyingar av landinum, uttan at geva sær stundir til neyðugt umhugsni. Og so tá ið øll hildu, at nú stóð alt Føroya fólk saman um eina dómarakanning, vendi eitt nærum samt løgting, eisini javnað-arflokkurin, 360 stig og góðtók eitt danskt uppskot, sum danir søgdu vera líka gott ella betri. Hetta hóast tað var staðfest frammanundan, at danir høvdu ligið einastaðni millum dyljan av sannleikanum og lygn í nærum øllum tí, sum var fyrifarist frammanundan. Hendan »loysnin« hevur so nú ført til eina nýggja álitiskreppu millum Føroyar og Danmark. Men sjálvandi, tá man fer at brynja seg til valið, er kanska best at lata sovorðið liggja. Uppgerðina við danir eru vit fleiri, sum bíða spent eftir. Jóannes Eidesgaard verður kanska ein av teimum, sum skulu stytta okkum um bíðitíðina. Gott val.


Norðoyri 21/9

Dánjal J. Hansen