HB koppaði aftur B36

Fótbóltur: Gunnar skoraði sigursmálið móti B36 í síðsta dysti sínum á besta liðnum hjá HB

1. deild menn:

B36-HB 2-3 (1-0)


B36 kassameistarin mundi vera nøgdur, tí tað vóru fleiri enn 1.500 áskoðarar, sum høvdu goldið fyri at síggja grannauppgerðina. Men tá tað kom til úrslitið á vøllinum mundu hvørki hann ella hini, sum hoyra til og halda við nýklæktu FM vinnarunum, vera nøgd.

Tað var nakað av vindi, men tað darvaði ikki spælið stórvegis. HB hevði lotið meiri ímóti fyrra umfarið, sum var tamt og ikki serliga undirhaldandik, sjálvt um spenningurin var stórur.

B36 var nógv skert, og serliga eyðsýnt var tað, at John Petersen ikki var í álopinum. B36 álopið var tamt, og tað hevði aftur við sær, at HB verjan ikki tók verjupartin í serliga stórum álvara, men var langt frammi á vøllinum.

Ronnie Samuelsen setti hol á, tá hann eftir gott samanspæl við John Hera Dam í síðsta minuttinum fyri hálvleik úr heilt spískum sera hegnisliga lyfti upp um Kaj Leo Johannesen.


Meiri ferð

og fleiri mál

Seinna umfarið var nógv meiri undirhaldandi, enn fyrra umfarið var.

HB javnaði út, tá umfarið var 75 sekund gamalt. Gunnar Mohr lyfti úr høgru uppum Jens Kristian Hansen, og toppskjúttin í bestu deildini, Uni Arge, fekk mál við einum næstan heilkiksaðum skoti, sum fullkomuliga snýtti Egin Høgnesen.

Málið var sum bensin á eldini. Ferðin í spælinum gjørdist hægri, málmøguleikarnir vóru nógvir, og tá umfarið var eitt korter gamalt, vóru trý mál skotin afturat.

Jens Erik Rasmsussen varð skrivaður fyri 2-1 málið. HB hevði í alt eini fimtan hornaspørk, meðan B36 einki hevði. Hesa ferð sendi Jens Erik hornaspark undan vindinum og beinleiðis í málið. Bjarki Mohr var frammi við, men dómarin skrivaði Jens Erik sum málskjútta.

Spenningur kom í aftur, tá Óli Johannesen, sum hesa ferð var í álopinum hjá B36, javnaði bara tveir minuttir seinni. Fyrra málið hjá B36 var skorað úr spískum vinkli, men málið hjá Óla Johannesen var úr uppaftur spískari vinkli. Verjuspælarin á landsliðnum smekkaði til so at siga av baklinjuni í høgru, og bólturin fór í handara síðunetið aftanfyri HB málverjan, sum ivaleyst mundi rokna við einum innleggi.


Góður endabrestur

HB hevði yvirvág størsta partin, og hon gjørdist ikki minni, tá aftasti maður hjá B36, Arnbjørn Danielsen, fekk næsta gula kortið og tískil noyddist av vøllinum. Hetta var onnur ferðin, at toftamaðurin í B36 fekk tvey gul kort í sama dysti, og báðu ferðirnar hevur brotið, sum hevur havt seinna gula kortið við sær, verið framt langt úti á vøllinum og tískil hevur tað verið óneyðugt.

B36 dovnaði eftir útvísingina, sum kom, tá seinna umfarið var hálvrunnið, men sigursmálið hjá HB kom, áðrenn B36 menninir komu í undirtal.

Gunnar Mohr hevur boðað frá, at hann gevst at spæla í 1. deild, tá hetta kappingarárið er liðugt. Hann noyddist at fara av vøllinum við vøddaskaða eitt lítið korter fyri leiklok, og tí er lítið sannlíkt, at hann fer at spæla við, tá fuglfirðingar leygardagin koma í Gundadal. Tí mundi tað vera kærkomið og sera hóskiligt fyri veteranin, at seinasta sprellið í bestu deildini gjørdi hann ímóti grannunum. Málið kom, tá seinna umfarið var eitt korter gamalt. Jens Erik Rasmussen, sum saman við Jan Dam stóð fyri stak góðum avriki, spældi veteranin leysan, og so jublaðu tey í HB húsinum.

Seinni um kvøldið vóru allir spælararnir hjá B36 og HB bodnir oman á Rio Bravo. Teir stríðast á vøllinum, men talan er ikki um grannaklandur ? í hvussu so er ikki ímillum teirra, sum spæla.