Kappingin ? og veitslan sum er aftaná ? er væl umtókt millum spælararnar, sum her hava høvi at hittast eftir eitt strævið fótbóltsár. Spælarar úr teimum ymsu feløgunum hittast og práta um árið, ið fór, og teir [...] kappingina hjá bæði kvinnum og monnum. Ársins leikarar vórðu eisini kosnir, og hjá monnunum varð Julian Johnsson úr B36 valdur til ársins leikara. Hjá kvinnunum fekk Rannvá Andreasen úr KÍ henda heiðurin. Eisini [...] til ársins leikara, og millum favorittarnar kunnu nevnast Allan Mørkøre og Hans Fróði Hansen úr HB umframt Jákup á Borg úr B36. Tað eru spælararnir sjálvir, sum velja ársins leikara, og hetta er eitt tað
Tað var í 1990, og avgerðin fall í Klaksvík. Í hópinum hesa ferð eru tríggir spælarar, sum vunnu ta ferðina. Teir eru Rói Árting, Kaj Leo Johannesen og Ingi Rasmussen. Annars hevur KÍ ikki vunnið á HB [...] Tað er einki at tosa um tað. Uppgerðin í Klaksvík í morgin millum KÍ og HB er tann, sum er nógv tann mest áhugaverda hetta vikuskiftið. Hetta eru einastu feløgini, sum altíð hava verið við í bestu deildini [...] vunnið FM heitið oftast, Klaksvíkin móti Havnini, Jóannes Jakobsen móti sínum gamla felag, og brøðurnir Kurt og Allan Mørkøre móti hvørjum øðrum. ? Tað er spell, at tað ikki stendur meiri uppá spæl, men
Svangaskarði, var í 1996, og tá vann heimaliðið 3-1. Í 1995 vann TB 2-1, og bæði í 1994 og 1993 endaði javnt 1-1. Seinasta útpurring hjá sumbingum Í Sumba kemur VB á vitjan, og sostatt er talan um reina [...] Runavík á stevnuni 13. juni, og nú kemur NSÍ so í Gundadal. Júst hesin dysturin varð í fjør spældur um sama mundið á árinum, og ta ferðina vann B36 3-2 í einum sera spennandi og vælleiktum dysti. Sum heild [...] komandi ár, og um so verður, sleppur NSÍ út í Europa at spæla fyri fyrstu ferð nakrantíð. Men teir av Skálafjørðinum kunnu við einum sigri í morgin minka munin upp til B36 niður í trý stig, og um KÍ samstundis
vóru eftir av dystinum. Ein NSÍ-verjuleikari var óskettin og sendi beint fyri føturnar á Bjarna Prior, sum fann Ronnie Samuelsen, og hann hevði lætt við at sláa sigurin fastan. NSÍ kundi iðra seg um misnýttu [...] summar við at vinna við júst sama málmuni á NSÍ í Gundadali, og samstundis helt havnarfelagið lív í síni klønu FM-vón. Tað var illfýsið í Gundadali sunnudagin, og tað regnaði illa allan dystin. Hetta ávirkaði [...] leygardagin, og sostatt noyddist árstalsfelagið at spæla uttan álopsparið, sum hevur skotið 31 mál í landskappingini í ár. Fyri teir byrjaðu Tomislav Sivic og Ronnie Samuelsen í álopinum. Hjá NSÍ sat Kári
Sandoyingar vóru á odda bæði 2-0 og 3-1, men so fór Helmar Lassen í gongd. Hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta eitt reint hat-trick, og so hevði KÍ vunnið 4-3! Hjá B71 var Eli Hentze eisini væl fyri [...] hálvleiki, sum teir eisini vunnu 2-1 og kundu vunnið meir, høvdu teir verið meira nærlagdir, meðan tað var eitt sindur javnari í seinna hálvleiki, sum Helmar Lassen og KÍ vunnu 3-1. [...] hevur longu vunnið 2. deild, og teir verða sostatt aftur at síggja í 1. deild næsta ár. Um hetta var orsøkin, er ilt at siga, men tað var í øllum førum rættiliga óvæntað, at KÍ vann á Sandi leygardagin.
20 stig, og tað eru trý fleiri enn NSÍ, sum nú liggur á næstniðasta plássi. Í seinasta umfari av kappingini spælir EB/Streymur á heimavølli móti LÍF, meðan NSÍ fer til Gøtu at spæla móti GÍ. Og tað skal [...] fult uppiborin og skuldi verið størri heldur enn minni. Halldór Joensen hevur roynst væl sum málskjútti hjá EB/Streymi í ár, og hesaferð fekk hann tvey mál. Hini bæði skutu Tummas Joensen og Eyðfinnur Joensen [...] varðveita plássið í 2. deild. Níggjunda plássið gevur teimum tveir dystir um upp- og niðurflyting móti næstbesta liðnum í 3. deild, og havandi í huga munin, sum er í støðinum millum deildirnar, man 2. deildarliðið
vunnu 2-0 á NSÍ, og tað gjørdu teir, sjálvt um álopstrumfarnir Jákup á Borg og John Petersen lógu veðurfastir uttanlands. Støðutalvan vísir, at HB og B36 eru á veg til at vinna gull og silvur, og tað er í [...] til Runavíkar, og so kemur GÍ suður á Sevmýri. Sumba skal í Gundadal móti HB, og tað er neyvan annað væntandi, enn at Gundadalur verður snollaður upp, og at alt verður fyrireika til gull og skreyt. Í tí [...] at síggja. Í síðsta umfarinum fáa sumbingar vitjan av KÍ. Fuglfirðingar eru triðja liðið í niðurflytingarvanda, og teir mugu fyrst og fremst líta á og vóna, at tey bæði suðuroyarliðini, sum teir hava undir
hárinum og javnaði, og so var lagið gott. Útjavnandi málið eftir 87 minuttir stóðst partvís av ágrýtninum og viljanum, sum HB vísti, og partvís av, at klaksvíkingarnir ikki vóru nóg kaldir og neyvir, tá [...] framvið vinum og mótstøðumonnum, og við handara stólpan stakk Jens Erik Rasmussen fótin fram, og so var javnt, og túrurin til Klaksvíkar væl betri eydnaður, enn hann annars hevði verið. Lívligt og undirhaldandi [...] aftur í, at KÍ og HB vístu sunnudagin størsta fótbóltsundirhaldið, sum hevur verið at sæð í landskappingini í ár ? kanska við undantaki av dystinum millum HB og B36 beint eftir summarsteðgin. At KÍ kom á odda
møguleikarnar at vinna, og vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at vit ikki vunnu. Jóannes Jakobsen hevur verið venjari hjá KÍ í 1996, 1997 og aftur í ár. Hann hevur verið væl dámdur, og primitivu útsøgnirnar [...] møguleika at vera við í sovorðnum fótbóltsdysti, og teir ásannaðu, at teir høvdu verið hepnir. ? Tað var stuttligt at síggja KÍ í dag. Teir spældu sera væl, og tað hevði ikki verið av leið, um teir fingu øll [...] tríggjar ferðir um vikuna, og vit hava vant intensivt. Eg haldi ikki, at vit undir verandi umstøðum kunnu venja stórt meiri enn tað. Flestu spælararnir hava arbeiði og eru familjumenn, og tað er týdningarmikið
dystir, sum KÍ og HB gjørdu í dag. Orðini eigur Allan Simonsen, landsliðsvenjarin, sum sunnudagin var í Klaksvík og fylgdi við, tá KÍ og HB brustu saman fyri síðstu ferð í ár. ? Eg haldi, at tað sást heilt [...] teir mest eyðsýndu hjá KÍ vóru Harley Bertholdsen og Kurt Mørkøre, og teir hava báðir givið avboð til landsliðið. Landsliðsvenjarin hevur áður havt gott eyga á Allani Joensen hjá KÍ, men hóast hann spældi [...] heilt skjótt, eftir at KÍ var komið framum 2-1, at HB kom meiri og meiri fyri seg, og eg varð ikki kløkkur av, at teir megnaðu at javna í evstu løtu, sjálvt um teir tá vóru tíggju móti ellivu. Klaksvíkingar