B71 hevur longu vunnið 2. deild, og teir verða sostatt aftur at síggja í 1. deild næsta ár. Um hetta var orsøkin, er ilt at siga, men tað var í øllum førum rættiliga óvæntað, at KÍ vann á Sandi leygardagin.
Sandoyingar vóru á odda bæði 2-0 og 3-1, men so fór Helmar Lassen í gongd. Hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta eitt reint hat-trick, og so hevði KÍ vunnið 4-3!
Hjá B71 var Eli Hentze eisini væl fyri. Hann skeyt øll trý málini hjá heimaliðnum, men tað var altso ikki nóg mikið til at fáa nakað stig burtur úr dystinum. Spælt varð eisini um eitt steyp, sum upprunaliga skuldi spælast um á stevnuni, sum var á Sandi fyrr í ár, og tað mundi gera sandoyingar enn meira nakkalangir, tá teir fóru til hús, tí steypið fór við stigunum norður til Klaksvíkar.
Eli Hentze legði B71 á odda 1-0 og 2-0, áðrenn Johan Lützen, sum eisini hevur verið at sæð á 1. deildarliðnum hjá klaksvíkingum fyrr í ár, svaraði aftur fyri gestirnar. Eli var aftur á rætta stað tíðliga í seinna hálvleiki og skoraði til 3-1.
B71-ararnir eru sum sagt fluttir upp, og tað hevur helst ávirkað eitt sindur, tí teir tveittu hesa leiðsluna burtur eftir rættiliga stuttari tíð. Helmar Lassen minkaði fyrst til 2-3, síðani javnaði hann til 3-3 eftir eitt málmansdropp, og tá okkurt um eitt korter var eftir, skoraði hann eisini tað, sum vísti seg at vera sigursmálið.
Heimaliðið royndi eftir hetta at koma aftur, men tað vildi illa til, og so var fyrsti ósigurin á heimavølli í ár veruleiki.
B71 var betra liðið í fyrra hálvleiki, sum teir eisini vunnu 2-1 og kundu vunnið meir, høvdu teir verið meira nærlagdir, meðan tað var eitt sindur javnari í seinna hálvleiki, sum Helmar Lassen og KÍ vunnu 3-1.