leiðslan í bankanum hevur roknað seg fram til, at Føroya Banki í ár skal gjalda 53 milliónir í skatti, sammett vð 29 mió. krónur í 1997. Ein øking uppá um 24 mió. krónur. So alt í alt fær Karsten Hansen eina [...] hvønn? Tað er sagt og skrivað nógv um Føroya Banka og partabrøvini, sum býtt vóru millum Landsstýrið og Den Danske Bank. Um onkur í hesum døgum er farin at hugsa um hvør tað í veruleikanum var, sum snýtti [...] snýtti hvønn, tá tað til stykkis kom, so er tað kanska ikki so løgið, um vit hyggja at tølunum. Alt í alt hevur landskassin goldið umleið hálvatriðju milliard inn í bankarnar, men síðani hevur bankin givið
at tann viðgerðin ikki bleiv so góð, sum hon kundi verið, um talan var um terapeutar, ið eru vanir at hava smábørn og brekað børn, sigur Doris Hansen, ið annars fegnast um, at Helena Dam á Neystabø ætlaði [...] aðalorðaskiftið, ið verður um viðurskiftini um stutta tíð. Almanna- og heilsumálaráðharrin kom eisini inn á pensiónsviðurskiftini. Nýggj lóg er ávegis. Ein grundupphædd verður og so verður eitt ískoyti, ístaðin [...] her verður hugsað um t.d. skúla-, almanna- og heilsuverk. - Á hjálpitólamiðstøðini er ein verkætlanarleiðari, sum arbeiðir við at fáa eina betri mannagongd, so bíðitíðin ikki verður so long. Hetta er nevndin
fyri so vítt heldur einki við Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin at gera. Hetta mál er bert nýtt sum dømi um nýttu mannagongdina. Tað framgekk heilt greitt av fyrispurninginum, at hann snúði um, um okkara [...] nakað verd, tá á stendur, um skylduna hjá landsstýrismonnum at seta samtyktar løgtingslógir í verk og um virðið á løgtinginum sum eftirlitsmyndugleiki hjá landsstýrinum. Málið um yrkisráðið lýsir, hvussu [...] tinginum í samband við fyrispurningin hjá Henriki Old um hví landsstýrið ikki hevði sett lógina um yrkisráð í verk. Sum tað sæst argumenterar Anfinn sum um yrkisráðið hevur nakað fyrisitingarligt vald. Sjálvur
at reka, og nakað frælsi fremjast, so eigur fyrst og fremst at verða hugt at teim stovnum og sektorum, sum hava havt ein ótálmaðan vøkstur, og so skera fyrst har, um neyðugt. Og hinvegin lata teir, sum [...] upperlip?- helt fyri, at her var helst nakað, sum var vert at hugsa um hjá fleiri. Talan er at finna í Dagblaðnum tann 16.11.1998. Á síðu 2, og so frammarlaga í frílynta málgagninum sleppur ikki hvør sum helst [...] Og táið okkara fólkavaldi talsmaður hevur frímóð nokk til at bera hetta fram millum bærilig fremmandafólk í hesum høga Ráði, so má væl nakað av virði vera í hesum,eisini hjá onkrum øðrum at dvølja við
fór eg út at spæla. Um tað regnaði ella vit spældu í ánni, so plagdu vit at koma rennvát inn og fingu turr klæði og onkuntíð vóru eisini bollar og kakao á borðinum. Eg minnist so týðuliga, at omma og [...] hennara kæru vóru um hana og tað vóru mong, sum stukku inn á gólvið at vitja. At siga heiminum farvæl, um fátt sum fult er áratal, er líka tungt at fata. Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnið um ommu mína Kitty [...] at omma er burtur. Um eg hugsi aftur í tíðina, so hevur omma næstan verið ein »eyka mamma« fyri meg. Mamma og babba arbeiddu bæði úti og omma vildi, at vit skuldu vera hjá henni. Eg fór oman á Trøðna hvønn
kunnaður um hetta beint áðrenn sendingina, men sýtti fyri at luttaka, um eg nevndi hesi viðurskifti. Tílíkar »illgitingar« kundi hann ikki góðtaka, tí SEV hevði als ongar ætlanir at fara suður um loyvda [...] loyvda markið. Men tað má hann so hava havt álíkavæl, tí 3. nov. 1998 sigur hann við Dimmalætting: »Samstundis heldur vatnorkuútbyggingin fram til Vesturdalsá og søkt verður um neyðug loyvi. Hetta er ein íløga [...] óført yvir nýggju vindmylluna, men so skilir hann helst, at hann hevur sagt ov nógv, og byrjar at tala um tekningar av »fundamentinum«, ið ikki eru liðugar enn og um trupulleikarnar at finna »góð vindstøð«
fyri at fáa hann til royndarvenjingar, kunnu meta um, hvat hann dugur til, við at hyggja at upptøkum, tá Jens Martin hevur vart málið á landsliðnum. So Jens Martin hevur verið heima á klettunum í vetur [...] tveir málverjar við, men tað vildi so illa til, at tá teir fríggjadagin skuldu spæla venjingardyst móti einum russiskum liði, vóru báðir málverjarnir skaddir, og so noyddust teir at læna ein málverja. [...] Ólafsfirði í Íslandi, og aftur í ár skal hann yvir til Íslands at vinna til dagligt breyð sum málverji. Fram móti endanum á síðsta kappingarári ljóðaði, at Jens Martin skuldi longur suður í Europa at spæla fótbólt
ljóðar sum ein støða, ið minnir ikki so lítið um avrættingarnar í fjør, tá Bosnia skoraði til 1-0, og tá Skotland økti til 2-0. Tá ein hálvur tími var farin, var um reppið, at russiska liðið økti, men Jens [...] verða misnýttir. Í undankappingardystunum í fjør var í fleiri førum um reppið, at føroyska liðið helt tætt og á tann hátt fekk stig, men so taptu teir alíkavæl við einum máli. Vit minnast 0-1 tapini á útivølli [...] Liðformaðurin, Jens Kristian Hansen, spældi í vinstru fram til systkinabarnið Øssur Hansen, hann spældi víðari til John Petersen, sum sneiddi ein av og stakk fram til Jákup á Borg, sum royndi seg við skoti, ið
rokningini, at vestmenningar heldur óvæntað taptu á heimavølli móti Neistanum, ið sum so ikki hevur so nógv eftir at spæla um. Dysturin var javnur fyrstu løturnar, men tá eitt korter var spælt, fór Neistin frá [...] truplar dystir eftir, og vestmenningar hava neyvan mist mótið heilt, men nú skulu teir so hava góða hjálp frá hinum liðunum, um tað skal eydnast at varðveita FM-heitið. Neistin kom við sigrinum upp á 15 stig [...] har av átta komu í fyrra hálvleiki. Hann byrjaði eisini seinna hálvleik við at økja til 16-9, men so steðgaði upp hjá honum, tá vestmenningar fóru at mansverja hann. Skerdir Annars fekk fyrri hálvleikur
kravt nakað mannalív seinastu tíggju árini. Í orðaskiftinum, ið hevur verið um hetta vegasterkkið í seinastuni, er komið fram, at suðuroyingar halda ikki, at neyðugt er, at vegastrekkið skal krevja mannalív [...] deyðsfellu, og varð hetta staðfest um vikuskiftið, tá ikki minni enn tvey álvarslig ferðsluóhapp hendu á sama staði á hesum áðurnevnda vegastekki við bert fáum tímum ímillum. Um 3 tíðina sunnumorgunin misti [...] teimum, verður sagt av løgreglustøðini í Havn. Løgreglan sigur, at talan kundi verið um álvarsligan fólkaskaða, um øll ikki sótu í trygdabelti. Tískil vísir løgreglan enn einaferð á, hvussu týdningarmikið