MBF havt aðalfund: Broytingar ávegis í viðurskiftunum hjá brekaðum

Leygardagin hevði Meginfelag teirra brekaðu aðalfund. Helena Dam á Neystabø, almanna- og heilsumálaráðharri, luttók áðrenn sjálvan aðalfundin og røddi hon um ymiskt viðvíkjandi umstøðunum hjá brekaðum. M.a. er nýggj lóg ávegis eins og aðalorðaskifti um viðurskiftini verður í næstum.

Nógv fólk var á aðalfundinum, sum m.a. samtykti at senda Signari á Brúnni, landstýrismanni, áheitan um at skipa Sernámsdeplin betri.

Nógv fólk var á aðalfundi hjá MBF leygardagin. Áðrenn sjálvan aðalfundin røddi Helena Dam á Neystabø um ymisk viðurskifti viðvíkjandi brekaðum.

Doris Hansen, forkvinna í MBF sigur, at hetta var áhugavert og at fólk tók væl undir. Sjálvur aðalfundurin skuldi vera klokkan 16:30, men varð seinkaður, tí klokkan gjørdist 18, ella meira, áðrenn orðaskifti var liðugt.

Helena Dam á Neystabø kom inn á almannapolitikkin, og tær broytingar, ið kunnu væntast, og hon nevndi eisini aðalorðaskiftið, ið verður um viðurskiftini um stutta tíð.

Almanna- og heilsumálaráðharrin kom eisini inn á pensiónsviðurskiftini. Nýggj lóg er ávegis. Ein grundupphædd verður og so verður eitt ískoyti, ístaðin fyri tey mongu ískoytini, sum eru nú.


Íbúðartrupulleikar.

Í umrøðu síni kom Helena Dam á Neystabø eisini inn á íbúðartørvin, sum MBF eisini hevur víst á. Trupult er at finna íbúðir til fólk, sum hava brek, men Helena Dam á Neystabø vísti á, at mynduleikarnir saman við Húsalánsgrunninum eru í fer við at seta á stovn sambýli fyri menningartarnaði, tí at tað á hesum økinum eru hagtøl, ið vísa tørvin.

Nógv varð prátað um, at tað bert er á hesum økinum, at hagtøl eru. Sum heild vóru fólk samd um, at tað er ov fátæksligt, at tøl bert finnast á hesum eina økinum.

- Tað er ov vánaligt, at ein ikki hevur hagtøl fyri, hvussu nógv sálarliga sjúk og rørslutarnaði hava hjálp fyri neyðini. Myndin verður skeiv. Og so er tað jú eisini lættari hjá politikarum at fáa nakað ígjøgnum, um teir hava tøl at vísa á, sigur Doris Hansen.

Helena Dam á Neystabø viðgekk, at hesi tølini átti ein at fingið til vega.


Skúlin á Trøðni er burtur

Eisini varð tosað um viðgerð. Skúlin á Trøðni er ikki longur, men ístaðin er Sernámsdepilin komin. Hetta hevur við sær, at eingi børn ganga fast í barnagarðinum á Trøðni longur. Eingin serbarnagarður er.

- Hette merkir, at børn , ið hava hjálp frá fysioterapeuti, mugu fáa hjálpina, har tey nú eru, ella har tey búgva. Foreldrini søgdu seg vera bangin fyri, at tann viðgerðin ikki bleiv so góð, sum hon kundi verið, um talan var um terapeutar, ið eru vanir at hava smábørn og brekað børn, sigur Doris Hansen, ið annars fegnast um, at Helena Dam á Neystabø ætlaði sær at taka hetta upp við leiðaran á Sernámsdeplinum.

Annars varð tosað um arbeiði til rørslutarnað. Eisini fall prátið á ALV skúlan, og víst var á , at Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, hevur boðað frá fyrispurningi hesum viðvíkjandi.

- Fundurin var livandi og spurningarnir til almanna- og heilsumálaráðharran vóru nógvir, sigur Doris Hansen, sum er væl nøgd við fundin.


Aðalfundurin

Nakað seinkaður byrjaði aðalfundurin. Doris Hansen stóð ikki fyri afturvali hesaferð, og heldur sostatt fram í nevndini.

Annars komu í nevndina Ásla Svensson, Maria Ellefsen, Laila Solmunde og Henning Sørensen.

Nevndin er spent uppá aðalorðaskiftið um viðurskiftini hjá brekaðum, sum verður í næstum.

Annars eftirlýsir nevndin, at ein hevur størri brúkaraávirkan. Nú lógarbroytingar skulu gerast, so heldur nevndin tað er rímuligt, at brúkarin verður hoyrdur.

Nevndin heldur, at neyðugt er at fáa størri samanhang í, og kundi hugsað sær, at øll tey ymsu verkini og stýrini arbeiða betri saman. her verður hugsað um t.d. skúla-, almanna- og heilsuverk.

- Á hjálpitólamiðstøðini er ein verkætlanarleiðari, sum arbeiðir við at fáa eina betri mannagongd, so bíðitíðin ikki verður so long. Hetta er nevndin eisini sera spent uppá, sigur Doris Hansen, og leggur afturat, at eisini her skal ein umsókn til ummælis í fleiri støðum.


Samtyktu áheitan.

- Aðalfundurin samtykti at senda áheitan til Signar á Brúnni, landstýrismann, um at skipa Sernámsdepilin betri, og at fleiri pengar verða settir av til undirvísing eftirútbúgving av lærarum. Soleiðis verður eisini betri fylgt tí upp, sum er sett út í kortið við einum sonevndum uppriti, har sagt verður hvussu Sernámsdepilin og serundirvísing í Føroyum skal skipast, sigur Doris Hansen, forkvinna í MBF.