Fleiri álvarslig ferðsluóhapp um vikuskiftið

Sera hált hevur verið kring landið um vikuskiftið, og orsakað av hesum eru hend fleiri ferðsluóhapp.

Tað hendu ikki minni enn 4 álvarsom ferðsluóhapp kring landið um vikuskiftið orsakað av hálku. Tvey av teimum hendu í Havn og hini bæði í Suðuroynni, á vegnum millum Øravík og Hov.


Vegastrekkið Øravík - Hov ein deyðsfella

Í samferðsluálitinum frá Vinnumálastýrinum verður staðfest, at vegastrekkið millum Øravík og Hov hevur størstan títtleika av ferðsluóhappum í landinum. Tó hevur strekkið ikki kravt nakað mannalív seinastu tíggju árini. Í orðaskiftinum, ið hevur verið um hetta vegasterkkið í seinastuni, er komið fram, at suðuroyingar halda ikki, at neyðugt er, at vegastrekkið skal krevja mannalív, áðrenn berghol verður gjørt gjøgnum fjallið. Fólk í Suðuroynni meta hetta vegastrekkið at vera ein deyðsfellu, og varð hetta staðfest um vikuskiftið, tá ikki minni enn tvey álvarslig ferðsluóhapp hendu á sama staði á hesum áðurnevnda vegastekki við bert fáum tímum ímillum.

Um 3 tíðina sunnumorgunin misti ein bilførari harradømið á bili sínum á veg suðureftir hesum áðurnevnda smala vegastrekki. Bilførarin megnaði ikki at halda bilinum á vegnum, og fór hann út av bóltandi oman gjøgnum hagan, til hann lendi á takinum. Fleiri fólk vóru í bilinum, men til alla lukku hendi eingin fólkaskaði. Løgreglan í Suðuroynni greiðir frá , at bilurin var illa farin. Takið og gronin, høvdu fingið harasta stoytin, og vóru tey kroyst saman.

Á middegi sunnudagin hendi aftur eitt álvarsligt ferðsluóhapp á sama staði. Hesuferð var talan um ein vøruvogn, ið gleið út av vegnum á veg suðureftir. Bilførarin sigur, at bilurin byrjaði at glíða niðanav vegnum í kavanum og hálkuni, men tá hann royndi at fáa tamarhald aftur á bilinum, fór hann omanav vegnum. Eins og hin fyrri bilurin, bóltaði hesin oman gjøgnum hagan. Í vøruvogninum sótu bæði føraran, og tann, ið var við honum, í trygdarbelti, og mett verður, at tað var hetta, ið bjargaði teimum. Tey sluppu nevniliga við smáum snuddum.


Trygdarbeltið bjargaði

Sunnudagin klokkan 15 rendu tveir bilar saman á Sandvíkarhjalla. Orsøkin til óhappið var hálka. Ein bilur var á veg norðureftir, tá bilførarin brádliga misti harradømið á bilinum og kom yvir í skeiva síðu, har hann rendi harðliga inn í ein mótkoyrandi bil. Samanstoyturin var so harður, at bilarnir fóru bóltandi útav.

Í øðrum bilinum var bert bilførarin og í hinum var bilførarin og eitt ferðafólk. Til alla lukku sótu hesi øll í trygdarbelti, og var tað hetta, ið bjargaði teimum, verður sagt av løgreglustøðini í Havn. Løgreglan sigur, at talan kundi verið um álvarsligan fólkaskaða, um øll ikki sótu í trygdabelti. Tískil vísir løgreglan enn einaferð á, hvussu týdningarmikið tað er at nýta trygdabelti.


Breyt ásbeinið

Sunnukvøldið klokkan 19 hendi aftur eitt ferðsluóhapp í Havn. Hetta ferðsluóhappi hendi á Ringvegnum, beint undir veðurstøðini, og hevði tað fólkaskaða við sær. Talan var um tveir bilar, ið orsakað av hálkuni rendu saman. Stoyturin var so harður, at annar av bilførarunum breyt ásbeinið, og varð fluttur á Landssjúkrahúsið.


Smærri óhapp

Løgreglustøðirnar kring landið boða annars frá fleiri smærri ferðsluóhappum, ið hend eru um vikuskiftið, orsakað av hálku. Annars hevur vikuskiftið verið friðarligt kring alt landið.