VÍF tapti aftur á egnum gólvi

Hondbóltur: Næstseinasta vikuskiftið vann KÍF óvæntaðan stórsigur á H71, og sunnudagin var høllin í Vestmanna aftur karmur um eitt óvæntað úrslit, tá Neistamenn vunnu á VÍF

VÍF-Neistin 23-28 (9-15)


Tað sær ikki út til, at VÍF fer at megna at vinna føroyameistaraheitið triðja árið á rað. Í øllum førum var tað ein stór strika í rokningini, at vestmenningar heldur óvæntað taptu á heimavølli móti Neistanum, ið sum so ikki hevur so nógv eftir at spæla um.

Dysturin var javnur fyrstu løturnar, men tá eitt korter var spælt, fór Neistin frá 5-5 upp á 10-5, og teir hildu leiðsluna tað ið eftir var av dystinum. Hálvleiksstøðan var 15-9 til Neistan. Heini Joensen, sum upprunaliga skuldi spæla við Kyndli, men sum fór í hitt havnarfelagið í staðin, hevur víst seg at vera ein sannur fongur fyri Neistamenn. Hann bleiv enn einaferð toppskorari, hesaferð við níggju málum, har av átta komu í fyrra hálvleiki. Hann byrjaði eisini seinna hálvleik við at økja til 16-9, men so steðgaði upp hjá honum, tá vestmenningar fóru at mansverja hann.


Skerdir

Annars fekk fyrri hálvleikur ein rættiliga dramatiskan enda, tá VÍF misti sítt sterkasta álopsvápn, Áka Olsen. Hann hevði verið mansvardur allan dystin og hevði bert skotið eitt mál, men bert við at vera á vøllinum er hann ein støðug hóttan. Áki fekk reyða kortið fyri at brúka neyðbremsuna móti einum Neistamanni, sum var í ferð móti málinum. Dómarin, sum stóð nærhendis, vísti hann út í tveir minuttir, men hin dómarin, sum stóð longri burtur, hevði reyða kortið á lofti, og so var leikluturin hjá Áka yvirstaðin. Vestmenningar vóru ikki sørt ónøgdir við hetta, og sum vera man kom tað illa við at missa mannin, sum vanliga er góður fyri eini tíggju mál.

Men tað hoyrir við til søguna, at Neistin longu tá var væl frammanfyri og eisini hevði verið væl betra liðið fram til tá.

Men fyri VÍF var tað ein dyggur smeitur, ikki minst tí hin sterki skjúttin, Sámal Joensen, sat á bonkinum við ryggskaða. Sostatt fingu vestmenningar ein trupulleika við skothóttanum útifrá, og tá royndi strikuspælarin Rógvi Nielsen eisini er skaddur, hevði VÍF knappliga ikki so nógvar streingir at spæla uppá.


Karl Oddmar

gjørdi mun

Við Áka úti noyddist Sámal Joensen á vøllin, hóast hann ikki var 100 prosent klárur, og hann fekk eisini fimm mál (tey flestu av hesum vóru kortini upp á brotskast ella komu eftir 3-meturs uppstilling.

Reyða kortið gjørdi tað eisini lættari hjá Neistanum, sum hevði spælt við mansverju av Áka og annars defensivari verju, at verja fyri VÍF-álopunum. Vestmenningar, sum annars vanliga dúva nógv uppá langskotini hjá Áka og Sámal, noyddust at fara inn í verjuna, og har stóðu stóru menninir Andreas, Tróndur og Heini klárir at taka ímóti.

Tá nakað var liðið út á seinna hálvleik, og munurin ikki minkaði, fór VÍF sum nevnt at mansverja Heina Joensen, og hetta gjørdi eisini mun. Vestmenningar fingu eisini sítt egna spæl at koyra betur, og teir hóttu við at taka leiðsluna hjá Neistanum innaftur.

Men Neistin er ikki bara Heini Joensen. Karl Oddmar Rasmussen kom inn á vinstra bakk fyri Trónd B. Hansen, og hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta fýra mál á rað fyri Neistan. Hetta var sera týdningarmikið fyri Neistan, tí VÍF var væl á veg til at yvirtaka dystin.

Munurin minkaði eisini støðugt ? frá 24-19 til 24-21 og víðari til 25-23. Nú vóru tvey mál á muni og bert tveir minuttir eftir. Men nærri kom VÍF ikki. Neistin átti síðsta trumfin og fekk trý mál afturat, meðan vestmenningar einki fingu, so endaliga úrslitið bleiv 28-23.

Tað vóru tað ivaleyst tey fægstu, sum høvdu roknað við, men tað, eins og dysturin í Havn millum H71 og Tjaldrið, vísir, at hóast tað kann vera munur á stigatalvuni, so eru liðini rættiliga jøvn, og øll kunnu hótta øll.

Við at vinna gjørdi Neistin grannunum úr Kyndli eina stóra tænastu, tí við bert fimm dystum eftir hevur VÍF fimm stig upp til oddaliðið. Kyndil hevur fleiri truplar dystir eftir, og vestmenningar hava neyvan mist mótið heilt, men nú skulu teir so hava góða hjálp frá hinum liðunum, um tað skal eydnast at varðveita FM-heitið.

Neistin kom við sigrinum upp á 15 stig og er aftur við í heiðursmerkjastríðnum. Teir eru dotnir ov langt aftur til veruliga at kunna gera seg galdandi, men at teir framvegis kunna gera hinum liðunum fortreð, vístu teir í Vestmanna sunnudagin.