Tað var eftir innbrot í Gamla Bókhandli í Havn og á Hvonn, at ein maður og ein kvinna vórðu handtikin fríggjadagin, tí tey vórðu avdúkað av einum vakmyndatóli. Løgreglan kendi tey aftur á myndunum, tí tey eru kenningar hjá løgregluni.
Av tí at maðurin hevði framt fleiri innbrot áðrenn hetta, valdi løgreglan at afturhalda mannin, sum varð sendur niðan í Mjørkadal. Men løgreglan kann ikki afturhalda fólk í meiria enn 24 tímar, og tí varð maðurin framsettur í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti leygardagin. Og har var dómurin, at hann skal sita í varðhaldi í 14 dagar, meðan løgreglan kannar mál ímóti honum víðari.











