fingið meg til at taka avgerðina um at gevast at lesa økonomi, og fari eg tí í næsta ár at lesa til sosialráðgeva í staðin. Eg rokni við, at Kristian, tá ið hann kemur í landsstýrið, fer at geva øllum juristum [...] ???????? Í grein síni vísir Kristian á, at Vinnumálastýrið stendur fyri óskilinum. Vinnumálastýrið roynir at fáa fleiri telefonfeløg at virka í Føroyum, fyri at tey skulu kappast. Hetta má steðgast beinanvegin [...] væl at reka tey. Hetta problemið fer Kristian at loysa, tá ið hann verður landsstýrismaður í vinnumálum, ella kannska løgmaður. Kristian loysir málið við at broyta lóg um telesamskifti soleiðis, at tað
byrjaði við at syngja »Waiting in the Moonlight«. Og aftur hesaferð megnaði hann at fáa tær ungu genturnar at rodna og veipa við ørmunum. Vaktarmenninir høvdu úr at gera við at ansa eftir, at tær ungu genturnar [...] stjørnuni. Ein stjørna At Brandur er vorðin ein stjørna í Føroyum ber illa til at taka frá honum. Tá hann kom á pallin vóru skríggini, lógvabrestirnir og rópini nógv. Og at hann dugir at sjarmera seg inn í [...] sindur meira av lívi í. Tær ungu genturnar høvdu úr at gera. Tá Brandur kom fram við vóru armar at síggja allastaðni. Tær veipaðu og royndu at sleppa at nerta við hann ? júst sum tú sært á teimum stóru
verður roknað við, at tað enn eina ferð fara at vera Glasgow feløgini Celtic og Rangers, sum fara at stríðast um meistaraskapin, og flestu eyguni fara vikuskifti eftir vikuskifti at verða vend ímóti dystunum [...] einki at siga nú. Tað, sum nú ræður um, er at líta fram eftir fyri at finna út av, hvør er tann betri av okkum báðum júst nú. Eg havi áður kappast við aðrar málverjar í hesum felagnum, og eg haldi, at tað [...] spæli so væl, sum eg veit, at eg eri førur fyri at gera. Orðini eigur Kenny Arthur. Hann hevur verið fremsti málverjin í Partick Thistle. At hann varð skaddur, var orsøkin til, at felagið keypti Jákup Mikkelsen
Onkur hevur hildið fyri, at ST hevur spælt fallit og at tað ongar "tenn" hevur. Onnur halda at leikluturin hjá ST nú er vorðin ein hjáleiklutur og at felagsskapurin framyvir fer at virka meira ella minni [...] ber kanska til at hóma tvey ting: Sama hvat politiska leiðslan heldur, so eru grasrøturnar um meginpartin av heiminum fyri at ST er tað rætta forumið at loysa altjóða mál í; og fyri at ST er einasti f [...] gongdum leiðum at skapa størri eind framyvir. Mínir tankar og samkensla eru í dag við fólkinum í Irak, sum enn eina ferð standa fyri roynslum. Eg vóni at at allir partar samvitskufult fara at fylgja ásetingunum
flokkur tá bjóða seg fram at leiða eitt land ? JD sigur at enda í grein síni, at " The show definetely need to go on - but with more serious players than the present." JD er vælkomin at halda áfram við framførslunum [...] danskt NATO-limagjald ? Viðvíkjandi NATO-limagjaldinum, so vísir LP á, at vit áttu kanska at verið errin av, at vit eru við til at rinda okkara part. Her verður helst skipað til okkara part av danska l [...] bíða við at taka fulla ábyrgd og leiðslu í hesum landi - missa vit møguleikar og spæla við lagnu føroyinga. Hinvegin eru vit í tí góðu støðu, at hvør dagur ein møguleiki at velja øðrvísi - at velja framburð
hjá okkum kunnu vit útihýsa, at slíkt kann henda. Løgmaður sigur, at hóast politikarar vanliga ikki hugsa um seg sum annað enn vanlig fólk, so eiga vit ikki at gloyma, at tað eru menniskju, ið av eini [...] løgmaður og leggur aftrat: -Tað eigur tó ikki at fáa okkum at gera nakrar broytingar, men tað skerst ikki burtur, at man hugsar sítt. Eg haldi eisini, at vit sum politikarar spæla upp til nøkur av hesum [...] kraftiga, soleiðis at fólk, sum ikki hava innlit í tað, væl kunnu misskilja nøkur ting og handla hareftir. Løgmaður heldur tí, at tað vit kunnu læra frá hendingini í Svøríki, er, at vit royna at halda orðaskiftið
, sum Fólkaflokkurin ætlar at gera. Bjarni Djurholm er í ferð við at skerja rættin hjá fakfeløgunum at fara í verkfall. Hann tekur ein part burturúr og gloymir við vilja, at tað eru tveir partar í einum [...] smaðurin ætlar eisini at gera undantøk, so ávísar vinnur, har vandi er fyri at sjúka breiðir seg, sleppa undan at vera raktar av verkfalli. Í triðja lagi ætlar Bjarni Djurholm at taka framaftur arbeiðsrættin [...] Endamálið er at savna serfrøðina, so trætur á arbeiðsmarknaðinum verða loystar skjótt. Kunningarstjórin hjá LO, Rune Nørgaard, segði við Dimmalætting í gjár, at ongin orsøk var at halda, at arbeiðsrætturin
ynskja at gera sítt til, at her verður gott at búleikast. Rodmundur segði seg fegnast um , at tey, sum starvast í vinnuni, ár eftir ár mennast og áhaldandi gera betringar á vinnutól, soleiðis at arbeiðsfólk [...] gjølla umhugsað, tók avgerð um at lata tvey nýggj skip byggja í Spaniu. Vit fegnast eisini um, at maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, hevur verið við til at útvega ð verksmiðjuna, at Radiobúðin í Saltangará hevur [...] brotasjógvar og nógvur mótvindur. At fiskiskapurin er misjavnur, hava vit lært at liva við. Hann helt tað vera rós vert, at tað eru reiðaríir, ið hava slíkt árræði at seta gongd á nýggjar verkætlanir sum
ynskir hann grønlendingum, at tað skal ganga teimum betri enn okkum. At teir fara at duga betri, at fáa eina breiða undirtøku í fólkinum til broytingar. Tí uttan hana gerst lítið. At teir koma betri frá byrjan [...] Høgni sløðir um seg og dálkar hetta ediliga hugtak við at brúka tað at sparktla við nú soleiðis eftir ?behov? at fjala útyvir, at hann ikki fekk fólkið at standa saman um hansara privata eksperiment. So seint [...] henda viðmerkingin avdúkar, at nú dugir maðurin, um ikki annað, so at gráta sjálvur. Tí hetta er tað bera grenj og knarr frá einum manni, sum ikki tolir at nakar finnist at, og helst kennir seg trokaðan
uppskot er lagt fram um at loyva unglingaleikarum at flyta ímillum deildirnar, uttan at tey av hesi orsøk noyðast at loypa um dystir í deildini, sum tey fara niður úr. Hetta fyri at geva ungu leikarunum betri [...] betri møguleika at royna seg í fremstu røð. Tá sleppa venjararnir undan at taka atlit til, at leikarin kanska ger betri nyttu við at spæla heilan dyst á øðrum liði, heldur enn at geva seg fimm minuttir [...] farnu viku, so var væntandi, at okkurt uppskot um eina víðkan av bestu kvinnudeildini fór at verða lagt fram, og nú er eisini staðfest, at so verður. Frá HSF frættist, at tað eru komin fleiri uppskot inn