Jákup møguligur brotssparksskjútti

Fyrsta treytin er kortini, at hann vinnur sera stóru kappingina um plássið millum stólparnar hjá Partick Thistle, sum í dag fer at spæla í fyrsta umfarinum í landskappingini

NÝGGJ AVBJÓÐING

Í dag fer fótbólturin av álvara á rull í Skotlandi. Har niðri verður roknað við, at tað enn eina ferð fara at vera Glasgow feløgini Celtic og Rangers, sum fara at stríðast um meistaraskapin, og flestu eyguni fara vikuskifti eftir vikuskifti at verða vend ímóti dystunum, sum hesi bæði feløgini fara at vera partur í.
Við føroyskum eygum er mest spennandi skotska felagið nú Partick Thistle, sum skal royna at fóta sær í bestu deildini og kanska sleppa upp í part ímillum seks tey fremstu. Jákup Mikkelsen er málverji í felagnum. Hann hevur staðið seg væl í fyrireikingardystunum, men tað er eingin trygd fyri, at hann verður fyrsta valið millum stólparnar.
? Eg veit væl, at Jákup Mikkelsen er landsliðsmálverji, og at hann vardi føroyska málið sera væl, tá ið teir fyri nøkrum árum síðani taptu 2?1 í Aberdeen. Men tað hevur einki at siga nú. Tað, sum nú ræður um, er at líta fram eftir fyri at finna út av, hvør er tann betri av okkum báðum júst nú. Eg havi áður kappast við aðrar málverjar í hesum felagnum, og eg haldi, at tað er gott við kapping. Bara eg spæli so væl, sum eg veit, at eg eri førur fyri at gera.
Orðini eigur Kenny Arthur. Hann hevur verið fremsti málverjin í Partick Thistle. At hann varð skaddur, var orsøkin til, at felagið keypti Jákup Mikkelsen. Jákup hevur vart málið allar seks ferðirnar, sum felagið hevur fyrireikað seg til nýggja kappingarárið. Teir hava ongantíð tapt, og á ferðini í Írlandi í síðstu viku helt Jákup tætt allar tríggjar ferðirnar.
Jákup hevur fyri langari tíð síðani fingið at vita, at hann verður málverji ímóti Livingston í fyrsta umfarinum í dag, men hann skal spæla upp til sítt besta fyri at halda kappingarneytanum burtur.
Higartil hevur venjarin, Gerry Collins, verið væl nøgdur við avrikini. Bæði hjá málverjanum og miðverjuni, sum hann heldur hevur spælt væl, uttan at gera mistøk og við sera stórum fastleika, myndugleika ella disiplin.

Ellivu metrarnir
At Jákup Mikkelsen er ein góður fótbóltsspælari er einki nýtt fyri føroyingar. Nú hann hevur verið í Skotlandi í ein mánað, hava teir sjálvandi eisini funnið út av, at Jákup er góður úti á vøllinum, og teir vita eisini, at hann áður hevur verið útispælari í Klaksvík.
Tá ið Partick Thistle var í Írlandi, fingu teir í síðsta dystinum, sum var ímóti Crusaders í Belfast, og sum teir vunnu 3?0, tvær ferðir brotsspark. Fasti brotssparksskjúttin var skaddur, og ein annar helt seg framat. Tað gekk væl hjá honum, tí hann skoraði báðu ferðirnar. Nú er spurningurin, hvør skal skjóta brotsspark, um ella tá ið Partick Thistle fer at fáa brotsspark í landskappingini.
Venjarin, Gerry Collins, hevur lagt til merkis, at Jákup Mikkelsen er tryggur brotssparksskjútti, og hann útilokar ikki, at tað verður málverjin, sum fer at skjóta.
? Tað verður tann av teimum trimum, ið verður fyrstur eftir bóltinum, eftir at dómarin hevur bríkslað, sum fer at skjóta. Men um Jákup Mikkelsen fer at skjóta, so mugu vit tryggja okkum, at hann rennur nóg skjótt aftur í okkara mál, sigur venjarin.
Tá ið Jákup Mikkelsen var í Herfølge royndi hann seg nakrar ferðir sum brotssparksskjútti. Honum eydnaðist fleiri ferðir at skjóta mál, men onkra ferðina kiksaði tað, og tá var neyðugt hjá honum at renna skjótt aftur í egið mál.
Á heimasíðuni hjá felagnum verður spælt við møguleikan, at báðir málverjarnir fara at umboða Partick Thistle, tá ið Skotland og Føroyar fara at spæla á Hampden Park í Glasgow 6. september. Kenny Arthur hevur verið í nánd av skotska landsliðnum, og eina ferð hevur hann verið á beinkinum. Tað var, tá ið Skotland síðst spældi ímóti Litava. Málverjin sigur seg ikki hugsa nakað sum helst um altjóða fótbólt í løtuni. Fyrsta treytin hjá honum, um hann nakrantíð aftur skal røkka so langt, er at vinna plássið millum stólparnar aftur.
Í dag fer Jákup Mikkelsen í fyrstu týdningarmiklu royndina fyri at sannføra um, at hann er rætti maðurin millum stólparnar hjá Partick Thistle.