Vón fyri framman?

Nú ymiskt hevur verið frammi í fjølmiðlunum og á manna munni um støðuna í Irak, so hevur nógv kjak eisini verið um hvønn leiklut, ella kanska heldur væntandi leiklutin Sameindu Tjóðir hevur havt og fer at hava í hesum máli.

Onkur hevur hildið fyri, at ST hevur spælt fallit og at tað ongar "tenn" hevur. Onnur halda at leikluturin hjá ST nú er vorðin ein hjáleiklutur og at felagsskapurin framyvir fer at virka meira ella minni sum ein gøtusópari, ið ruddar upp í gøtunum eftir tíðarinnar stormum og sum hereftir má lata sær lynda at sópa gólvini í gongdunum hjá teimum máttmiklu. Uppaftur onnur siga, at ST hoyrir fortíðini til og at tað als ongan leiklut eigur í framtíðini.
Ígjøgnum skotríðuna av analysum, ákærum og meiningum, ið floyma yvir okkum í hesum døgum, ber kortini til at staðfesta eitt: Ein stórur partur av fólkunum kring heimin vóru vónbrotin av, at ein loysn á Irak-kreppuni ikki fekst gjøgnum ST. Hetta sást týðiliga í heimspressuni og á úrslitunum av meiningakanningunum beint áðrenn og aftaná at kríggið í Irak brast á fyri góðari viku síðani. Fólk allastaðni runt um í heiminum vendu sær til tann einasta altjóða stovnin, ið tey mettu at hava løggilda heimild at loysa eitt mál sum Irakmálið. Hetta er kanska fyrstu ferð at hetta er staðfest so sannførandi og er komið so týðiliga fram. Hetta er ikki smávegis staðfesting. Tí júst hetta ber kanska boð um, at tað finnst ein møguleiki hjá okkum at fáa vend í altjóða samskiftið á einum støði, sum tað áður bert hevur verið droymt um.
Út frá hesi staðfesting ber kanska til at hóma tvey ting: Sama hvat politiska leiðslan heldur, so eru grasrøturnar um meginpartin av heiminum fyri at ST er tað rætta forumið at loysa altjóða mál í; og fyri at ST er einasti fólkaræðisliga løggildi altjóða stovnur, ið er evsti myndugleiki í heiminum, tá ið tað snýr seg um altjóða mál.
Kanska eru lunnar lagdir undir eina tilgongd, ið sum frálíður kann fara at hava við sær at framtíðar leikluturin hjá ST, beint ímóti svartskygdu forsøgnunum, verður styrktur aftaná hetta dapra tíðarskeiðið við niðurbróting og ruðuleika. Tað er kanska hetta sum ST-aðalskrivarin Kofi Annan m.a. sipar til í yvirlýsingini, ið varð kunngjørd, tá ið kríggið brast á í farnu viku:

ST-Aðalskrivarin Kofi Annan:
Yvirlýsing um álopið á Irak
New York, 20. mars 2003

Í dag er kríggj brostið á í Irak fyri triðju ferð innan eina fjórðingsøld. Hetta hendir hóast altjóða samfelagið og Sameindu Tjóðir hava gjørt sítt ítasta til tess at fyribyrgja tí.
Um vit høvdu hildið á eitt sindur enn, hevði tað møguliga eydnast at fingið avvápnað Irak á friðaligan hátt, ella - um ikki - so kundi heimurin tikið stig til at loyst hetta vandamál við felags avgerð og útint tiltøkini við størri heimild og breiðari stuðli enn tað sum er veruleikin í dag.
Men latið okkum ikki dvølja við fortíðar tvídráttir og spjaðing. Latið okkum møta veruleikanum sum hann sær út í dag, sama hvussu beiskur hann sýnist, og leita eftir gongdum leiðum at skapa størri eind framyvir.
Mínir tankar og samkensla eru í dag við fólkinum í Irak, sum enn eina ferð standa fyri roynslum. Eg vóni at at allir partar samvitskufult fara at fylgja ásetingunum í altjóða mannarættarligari lóg og fara at gera alt sum stendur í teirra valdi til tess at verja vanligu borgararnar í Irak móti grimu avleiðingunum av kríggi. Sameindu Tjóðir fara í sínum lagi at veita teimum alla ta hjálp og tann stuðul, sum felagskapurin er førur fyri. Latið okkum vóna at framtíðin verður nógv bjartari hjá irakiska fólkinum enn hesi seinastu mongu árini hava verið og at tey skjótt fáa høvi at endurreisa landið í friði og frælsi undir lógligum viðurskiftum.
Hesar seinastu vikurnar hava heimsins fólk sýnt hvussu stóran dent tey leggja á at heimildir eru lagdar í hendurnar á Sameindu Tjóðum. Tey hava gjørt greitt, at tá ið óvissa og vandi hótta, ynskja tey at síggja valdið hildið í teymum av heimild. Tey vilja hava sína leiðslu at koma saman í Sameindu Tjóðum og har loysa teir trupulleikar sum mannaættin øll er felags um.
Eg vil av øllum alvi virka fyri at Sameindu Tjóðir møta hesari avbjóðing á nøktandi hátt.