Ingeborg: Verkfalsrætturin skerdur

Verkfalsrætturin hjá fakfeløgunum verður skerdur. Tað sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya arbeiðarafelag, nú Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaði, hevur boðað frá, at fleiri politisk inntriv í arbeiðsmarknaðin eru í væntu

Føroya arbeiðarafelag óttast, at rættindini hjá fakfeløgum verða skerd, nú landsstýrismaðurin við arbeiðsmarknaðarmálum hevur boðað frá, at hann ætlar at leggja fleiri uppskot fyri løgtingið í heyst, sum skulu dagføra viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
? Eg eri alt annað enn trygg við tey politisku inntrivini, sum Fólkaflokkurin ætlar at gera. Bjarni Djurholm er í ferð við at skerja rættin hjá fakfeløgunum at fara í verkfall. Hann tekur ein part burturúr og gloymir við vilja, at tað eru tveir partar í einum stríði, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya arbeiðarafelag.

Fleiri broytingar
Sostatt er alt við tað gamla á arbeiðsmarknaðinum, og tað tykist at verða heldur enn ikki torført at fáa broytt viðurskifti, sum hava gjørt sítt til fleiri maratonverkføll síðstu árini.
Við Sosialin í síðstu viku segði Bjarni Djurholm frá sínum ætlanum, sum hann nú hevur fingið grønt ljós frá landsstýrinum at arbeiða víðari við. Lógin um seming, sum er frá 1928 skal broytast. Eitt nú skal vera loyvt semingsmonnunum at útseta eitt verkfall í tvær ferðir tvær vikur. Sum nú er kann semingsmaðurin bara útseta eitt verkfall í eina viku.
Landsstýrismaðurin ætlar eisini at gera undantøk, so ávísar vinnur, har vandi er fyri at sjúka breiðir seg, sleppa undan at vera raktar av verkfalli. Í triðja lagi ætlar Bjarni Djurholm at taka framaftur arbeiðsrættin, sum fakfeløgini ikki hava vilja vitað av.

Deyðadømur rættur
Tað tykist, sum arbeiðsrætturin er deyðadømdur av fakfeløgunum frammanundan.
? Vit hoyra onki gott um arbeiðsrætt, tí tað vísir seg ofta, at arbeiðsgevararnir fáa fyrimun av honum. Vit hava í staðin skotið upp, at vit fáa ein víðkaðan gerðarætt, men tað hevur verið blokerað higartil. Munur er á, hvussu ein gerðarættur er mannaður, og hann kann ikki geva bøtur, sigur Ingeborg Vinther.
Ein arbeiðsrættur verður útnevndur av báðum pørtum á arbeiðsmarknaðinum. Endamálið er at savna serfrøðina, so trætur á arbeiðsmarknaðinum verða loystar skjótt. Kunningarstjórin hjá LO, Rune Nørgaard, segði við Dimmalætting í gjár, at ongin orsøk var at halda, at arbeiðsrætturin er partískur. Men Ingeborg Vinther hevur onga tiltrúgv til, at tað ber til at fáa ein óheftan arbeiðsrætt í Føroyum.
? Tað hevði verið torført at útnevnt dómarar í Føroyum, sum høvdu verið heilt óheftir. Danski arbeiðsrætturin hevur seks dómarar, sum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar hava valt. Skulu vit arbeiða eftir donskum leisti, verður tað vónleyst at finna dómarar, sum ikki onkursvegna hava felags áhugamál við arbeiðsgevararnar, sigur Ingeborg Vinther.

Kolldømd freist
Heldur ikki broytingarnar í lógini um seming, sum er frá 1928, hóva forkvinnuni í Føroya arbeiðarafelag. Bjarni Djurholm royndi seg longu fyri tveimum árum síðani og sendi ætlaðu broytingarnar fyri fakfeløgini. Tey kolldømdu ætlanina.
? Vit kenna ikki hetta seinasta uppskotið, tí vit hava ikki sæð tað enn, men sambært tí seinasta uppskotinum, sum vit sóu, skuldi tað bera til at útseta eitt verkfall í eina óendaligheit, og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Ingeborg Vinther.
Bjarni Djurholm sigur seg ætla at geva semingsmonnunum møguleika at útseta eitt verkfall í fyrst tvær vikur og síðan aftur tvær vikur, um tað er neyðugt. Í LO sigur tey seg vera væl nøgd við hesa skipan, tí hon gevur pørtunum longri freist at finna eina semju sínámillum, so tað slepst undan verkfalli.

Lógleys undantøk
Aftur í hesum verkfallinum var nógv at hoyra um alivinnuna, sum segðist at vera á deyðastrá, tí ILA-sjúkan breiddi seg sum ringar í vatninum.
Hesum og líknandi støðum ætlar Bjarni Djurholm at forða fyri í framtíðini, og tað skal gerast við at gera undantøk fyri ávísar vinnur, so tær sleppa undan at vera raktar av verkfalli.
? Verður noktað ávísum arbeiðsfólkum at fara í verkfall, tá tey eru í sáttmálaloysi, so eru øll ikki líka fyri lógini. Hetta er enn ein roynd at brúka alivinnuna ímóti fakfeløgunum, sum tað er hent, hvørja ferð eitt verkfall hevur verið. Vit vita, at Fólkaflokkurin er í lummanum hjá arbeiðsgevarunum, og tí vil Bjarni Djurholm so fegin gera undantøk. Men tað er reint anarki og lógloysi at skerja rættindini hjá ávísum arbeiðsfólkum, sigur Ingborg Vinther.
Eftir øllum at døma skal óvanliga gott hegni til, um Bjarni Djurholm skal fáa undirtøku frá fakfeløgunum til fráboðaðu broytingarnar. Og fær hann ikki tað, verður eisini torført at fáa politiskt viðhald í løgtinginum, sum altíð lurtar væl eftir fjøldini av løntakarum.