Her er ein berur tómur magi sum rumblar á einum manni, sum hevur evni til at skrúva høvdið av og soleiðis kobla vit, skil og serliga sakligheit frá, og bara yvirliva av innantómum slagorðum, tá hann hevur ilt í sínum egna miseydnaða politikki. Tí viðmerkingin hjá Høgna má vera til alt annað enn áðurnevndu grein. Ein uppgerð við seg sjálvan kanska?
Tað var tann tíð, tá Høgni var umgyrdur í allar ættir av fjarstýrdum mailskipaðum altíð-prefabrikeraðum-skriviklárum-grátifólki. Tey eru virkin enn, frættist. Men henda viðmerkingin avdúkar, at nú dugir maðurin, um ikki annað, so at gráta sjálvur. Tí hetta er tað bera grenj og knarr frá einum manni, sum ikki tolir at nakar finnist at, og helst kennir seg trokaðan av á sínum higartil privata norðuratlantiska vígvøll.
Góða eydnu, grønlendingar.
Høgni fær tað til, at Jóannes ávarar grønlendingar ímóti at velja frælsisleiðina. Ikki við mín besta vilja finni eg nakað brot í greinini hjá Jóannesi, har hann ávarar grønlendingar ímóti at velja hesa leið! Tvørturímóti ynskir hann grønlendingum, at tað skal ganga teimum betri enn okkum. At teir fara at duga betri, at fáa eina breiða undirtøku í fólkinum til broytingar. Tí uttan hana gerst lítið. At teir koma betri frá byrjan av, enn vit gjørdu. Sorry, Høgni, millum okkum sagt, er hetta innast inni ein ávaring ímóti tí illa umhugsaðu mannagongd, sum tú slóðaði fyri, hóast nøvn ikki eru nevnd. Soleiðis manst tú lesa tað og taka tað, eftirsum tín grenjari strax bleiv aktiveraður. Men so mikið breiðar herðar mást tú hava, at tú tolir atfinning og vónandi lærir av hesum álvarsama mistaki, sum eisini hevur verið beista dýr, heldur enn nú at seta teg at knarra. Øll onnur hava lært. Eisini veljarin. Úrslitið av tínum ?uppleggi? millum ?De Kontraherede Parter? varð jú, sum Jóannes eisini mótvegis grønlendingum ávarar ímóti, at Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur. Har eru vit stødd í dag! Tað var títt ískoyti til sjálvsstýrispolitikk! Ein miðvís taðing av mótpartinum. Tí soleiðis virka tingini hjá okkum, tá so illa var avstað farið. Tí er rímiligt at spyrja um tit nakrantíð meintu nakað við øllum? Meintu tit veruliga at loysa eftir trimum árum, og halda fast við ríkisveitingina í minst fimtan ár, soleiðis sum tú upprunaliga kravdi? Meintu tit nakrantíð, at vit skuldu hava fólkaatkvøðu, tá tit so tóku hana frá okkum? Tú fert ikki framhaldandi at halda uppá, at tín leistur varð ein succes?
Kom upp, Høgni!
Greinin hjá Jóannesi hevur innast inni einki við landstingsvalgið at gera. Hvat er at øsa seg upp um. Jóannes starir seg ikki blindan á nakran vong ella flokk sum vinnara í hesum málinum, tekur tað ikki uppá tungu, soleiðis sum Høgni Hoydal so primitivt ger. Hann heldur ikki við nøkrum, sum var tað ein fótbóltsdystur. Høgni sigur, at Jóannes ávarar ímóti at velja loysingarflokkarnar. Tað stendur ongastaðni, og fer heldur eingin, sum virðir fólkaræði at gera. Júst her liggur munurin millum hesar báðar skribentarnar. Hetta at duga at kaga upp úr skotgrøvini og síggja heildina, sum er neyðug, skal nakað gott spyrjast burtur úr í so álvarsligum máli. At øll eru við frá byrjan av. Tað er boðskapurin! Føroyski loysingarleisturin hjá Høgna Hoydal hevði onga mótstøðu fingið í eini einaræðisskipan, har pallurin er tín og bara tín. Har tað ber til at látast, sum um okkurt slag av fólkaræði valdar, og har fólk eru farinat góðtaka, at tá stykkis kemur, sum t.d.við lovaðu fólkaatkvøðuni, so bara at siga- nei tvætl, vit tíma ikki allíkavæl.
Skuldi eg skoytt nakað upp í greinina hjá Jóannesi, so var tað, at líka mikið, hvør ger hvat í Grønlandi, so missið ikki solidaritetin úr eygsjón. Hevði henda hugsjón staðið fremst í allari tilgongd, ikki minst í møguligari sjálvsstýristilgongd, so var nógv vunnið. So hevði eingin dottið av vogninum. Høgni sløðir um seg og dálkar hetta ediliga hugtak við at brúka tað at sparktla við nú soleiðis eftir ?behov? at fjala útyvir, at hann ikki fekk fólkið at standa saman um hansara privata eksperiment. So seint sum í gjár upplivdu vit tjóðveldskan solidaritet, tá hesi hildu hánt um uppskotið frá Javnaðarflokkinum at unna teimum arbeiðsleysu 80% úr ALS. Hvar var títt samhaldsfesti tá?
Vælsignaður, fær og fá tær okkurt. Um ikki annað so bláseym. Og finn tær so okkurt mál sum lógardeildin kann putlast við soleiðis framíhjá. Tað hevði sæð betri út. Tí okkurt skulu tómar hendur gera.









