Brandur og Jóhanna Gúðrun sungu í mánalýsinum

Leygarkvøldið hevði Brandur Enni konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Eisini var íslendska, Jóhanna Gúðrun á pallinum, og saman megnaðu tey at geva áhoyrarum eina fjølbroytta og góða konsert

Røðin av fólki stóð langt niðan á vegin longu klokkan 19.30 leygarkvøldið. Sjálvt um konsertin ikki skuldi byrja fyrr enn klokkan 20, so vóru tey flestu komin í nóg góðari tíð fyri at fáa eitt gott pláss.
Útselt var til konsertina, og tað sást beinanvegin aftur á stóru áhoyrarafjøldini, sum hevði leitað sær til Fuglafjarðar.
Fólk í øllum aldri vóru hjástødd. Ung, gomul og heilt niður í tann aldurin, har tú ikki dugir at ganga sjálvur.
Salurin fyltist so við og við, og til endans var hann so fullur, at tað bar illa til at flyta seg aftur og fram. Fremst við pallin stóðu tær ungu genturnar ? allar púrasta forliptar uppi í ungu stjørnuni.

Ein stjørna

At Brandur er vorðin ein stjørna í Føroyum ber illa til at taka frá honum. Tá hann kom á pallin vóru skríggini, lógvabrestirnir og rópini nógv. Og at hann dugir at sjarmera seg inn í hjartað á teimum ungu gentunum, ger tað ikki verri.
Brandur legði út við tveimum friðarligum sangum. Síðani kom eitt sindur meira av lívi í.
Tær ungu genturnar høvdu úr at gera. Tá Brandur kom fram við vóru armar at síggja allastaðni. Tær veipaðu og royndu at sleppa at nerta við hann ? júst sum tú sært á teimum stóru konsertunum í útlondunum.
Orkestrið hjá Brandi var mannað av Kim Hansen á piano, Benjamin Petersen á gittar og Kaj Johannesen á slagverkum. Harafturat hevði hann tveir kórsangararar, umframt dansarar, sum komu á pallin í seinna umfari.
Ungi gittarleikarin vísti av álvara, at hann er ein evnaríkur spælari, sum helst fer at koma langt innan tónleikaheimin.
Tá Brandur hevði sungið nakrar sangir og veruliga hitað áskoðarafjøldina upp, kom íslendska Jóhanna Gúðrun á pallin. Hon er eins kend í Íslandi og Brandur er í Føroyum. Sjálvt um áskoðararnir kanska ikki kendust so væl við hana, so tóku teir væl ímóti henni.
Jóhanna Gúðrun sang nakrar sangir. Okkurt eitt sindur jazzut, og hon megnaði fullvæl at sannføra fólk um, at hon hevur eina rødd, sum telist ímillum tær heilt stóru.
Kanska kundi hon tó tykjast eitt sindur smæðin. Men hóast tað, so kláraði hon væl at fáa lív í áskoðararnar, sum tóktust at dáma væl hennara framførslu. Hon endaði við at syngja hittið hjá Shakiru »Underneath your clothes«, og hon var fylgd av pallinum við nógvum lógvabrestum.
Síðani kom Brandur Enni aftur á pallin. Nú var ferðin veruliga sett upp, og hann byrjaði við at syngja »Waiting in the Moonlight«. Og aftur hesaferð megnaði hann at fáa tær ungu genturnar at rodna og veipa við ørmunum. Vaktarmenninir høvdu úr at gera við at ansa eftir, at tær ungu genturnar ikki togaðu Brand av pallinum.
Fyri at »peppa« showið eitt sindur upp, so hevði Brandur tríggjar dansarar við sær. Tvær gentur og ein drong. Tey komu væl frá uppgávuni, og gjørdu, at pallurin gjørdist eitt sindur lívligari at hyggja eftir.
Tað er kanska at undrast á, hvussu væl unga og evnaríka stjørnuskotið dugdi at brúka pallin. Tað vóru ikki bara tey, ið stóðu mitt fyri, ið sluppu at síggja hann og kanska enntá nerta við hann. Eisini tey, ið stóðu uttast við sluppu framat, tí Brandur dugdi væl at flyta seg aftur og fram á pallinum. Heilt vist eitt herðaklapp vert!
Brandur endaði konsertina við einum lagi, sum hann sjálvur hevði gjørt. Eitt friðarligt enskt lag, sum hóskaði seg væl. Sum rosinan í pylsuendanum, tók Brandur at enda trompetina fram og spældi sjálvur fyri øllum áskoðarunum. Heilt vist eitt fínt »touch«, sum riggaði væl í heildini.
Tá konsertin var ein góðan tíma gomul, takkaði Brandur fyri seg og fór av pallinum. Men rópini og lógvabrestirnir vóru so nógvir, at hann varð noyddur at venda inn aftur. Hesuferð fylgdur av Jóhonnu Gúðrun, og saman sungu tey eini tveir sangir.
At enda, hóast áskoðarafjøldin ikki dámdi tað so væl, fór Brandur so endiliga av pallinum, men friður var ikki fyri tað. Nógvar vóru genturnar, sum vildu hava autograf, og eisini tá hann var farin upp á loftið, stóðu nógvar gentur tolnar og bíðaðu um hann nú skuldi komið oman aftur. Vaktarmaðurin hevði úr at gera við at halda allar gentunar burtur, men tær stóðu allar og bíðaðu í vónini um at sleppa síggja unga stjørnuskotið bara einaferð afturat. Um hann so kom niðuraftur sigur søgan onki um.
Men samanumtikið kann ein róliga siga, at í Brandi býr ein stjørna.