Fleiri spennandi mál

Komandi vikuskifti verður aðalfundur hjá HSF, og fleiri spennandi uppskot eru løgd fram til aðalfundin

 

Hondbóltur

 

Komandi vikuskifti skal HSF hava árliga aðalfundin, og líkt er til, at fleiri spennandi mál verða á skránni til hendan fundin.

Umframt umrøða av fíggjarligu støðuni og tí, sum annars er fastur partur av einum aðalfundi, skal støða eisini takast til fleiri mál, har av summi meira ella minni eru avleiðingar av teimum trætumálum, sum hava verið hetta hondbóltsárið.

 

Víðkanin

Sum nevnt í mikudagsútgávu okkara í farnu viku, so var væntandi, at okkurt uppskot um eina víðkan av bestu kvinnudeildini fór at verða lagt fram, og nú er eisini staðfest, at so verður.

Frá HSF frættist, at tað eru komin fleiri uppskot inn um hetta, so roknast kann í øllum førum við, at ein ávís undirtøka verður fyri hesum málinum. Harumframt kann roknast við, at Tjaldur og Sóljan bæði kunnu gerast meira ella minni noydd at atkvøða fyri uppskotinum. Hetta um so er, at tað til aðalfundin framvegis hongur í leysum lofti, hvør av teimum av røttum eigur niðasta sessin í bestu kvinnudeildini. Í løtuni tykist hesin at vera heimahoyrandi í Runavíkini, men so leingi málið ikki er endaliga avgreitt, kann hvørgin parturin kenna seg 100% vissan í síni søk.

 

Útlendingar og leikaraskifti

Eitt annað mál, sum hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum hetta kappingarárið, er spurningurin um, hvussu nógvar útlendskar leikarar hvørt felag kann hava í leikarahópinum.

Einki uppskot er komið úr nøkrum felag um, hvussu hetta mál skal loysast í framtíðini, men tað er greitt, at hetta verður ein spurningur, sum HSF fer at reisa á aðalfundinum. Spurningurin er, hvørt tað er í tráð við reglurnar, at tað hevur verið loyvt hvørjum liði at hava tríggjar útlendskar leikarar á liðnum. Reglurnar hjá HSF siga einki um hetta, men tær hjá ÍSF, sum HSF hoyrir undir, siga at í mesta lagi kunnu 20% av leikarunum á einum liði vera útlendingar. Hetta merkir helst, at talan bert skal vera um tveir útlendingar á hvørjum liði, men nú skal HSF so hava egnar reglur á økinum.

Ein annar spurningur, sum HSF fer at reisa á fundinum, er, hvussu farast skal fram, tá leikarar skifta ímillum feløg. Er talan um útlendskar leikarar eru altjóða reglurnar galdandi í hesum, og tá skal eitt ávíst gjald latast bæði IHF og tí sambandinum, har spæliloyvið verður latið frá.

Í Føroyum eru ongar reglur á økinum, men væntandi fer nevndin at leggja fram uppskot um, hvussu farast skal fram í slíkum málum. Hinvegin tykist HSF ikki ætla sær at gera nakrar reglur fyri, hvussu sáttmálaviðurskiftini eiga at vera millum leikara og felag. Hetta hevur annars verið gjørt í eitt nú fótbóltinum, men umsitingin í HSF tykist ikki vera nóg stór til hetta í løtuni, og tí er helst eisini skilabest at lata hetta fara fram við í fyrsta umfari.

 

Tey ungu skulu mennast

Fleiri mál eru annars á skránni, sum øll hava til felags at menna yngru leikararnar í landinum.

Mest slóðbrótandi er helst uppskotið um at seta á stovn eina sonevnda ungsenior deild, har leikarar millum 18 og 22 ára aldur kunnu kappast. Endamálið við eini slíkari deild vildi fyrst og fremst verið at longt um hondbóltslívið hjá teimum leikarum, sum gevast eftir unglingaaldurin, tí tey ikki alt fyri eitt sleppa at royna seg í fremstu røð.

Ein slík deild vildi givið hesum høvi til at kappast í eini trý ár afturat, og tá verður samstundis størri møguleiki fyri, at tey eisini framyvir kunnu støðast í hondbóltinum.

Eitt annað uppskot er lagt fram um at loyva unglingaleikarum at flyta ímillum deildirnar, uttan at tey av hesi orsøk noyðast at loypa um dystir í deildini, sum tey fara niður úr. Hetta fyri at geva ungu leikarunum betri møguleika at royna seg í fremstu røð. Tá sleppa venjararnir undan at taka atlit til, at leikarin kanska ger betri nyttu við at spæla heilan dyst á øðrum liði, heldur enn at geva seg fimm minuttir í fyrstu deild.

Neyvan kunnu bæði hesi uppskotini verða góðtikin, tí tey so at siga arbeiða fyri somu søk, men á hvør sín hátt.

Seinasta uppskotið, sum eisini leggur upp til menning av yngru deildunum, er at hava løntar dómarar í hesum deildum. Eitt hægri støði hjá dómarunum fer av sær sjálvum at viðføra eina betri kapping, men spurningurin er, um hondbóltsfeløgini síggja seg fíggjarliga før fyri fleiri útreiðslum í løtuni.