Og sjálvt um vit hava ymsar fatanir um, hvussu hetta skal gerast, so eru vit báðir ikki ósamdir um, hvat okkara áhugamál eru. Og nakað av tí, sum vit hava brúkt tíð uppá, er føroyska ynskið um eina par [...] danskur uttanríkisráðharri. – Og eg síggi fram til gott samstarv, eisini í hesum kaskettinum. – Hóast ósemjur um tann stóra spurningin um sjálvstýri og samband, so skulu vit fáa ting at eydnast. Vit liva [...] ES. Og tað kunnu vit samstarva um, segði Lars Løkke Rasmussen. – Her er talan um ein felagsskap, sum Danmark er partur av, og har kunnu vit trýsta á fyri at fáa ávirkan, so vit fáa eina partalagsavtalu,
vildu royna økið í Vágsbotni fyri at vita, um tað ber til at gera ein slíkan konsertdag har, og tað riggaði sera væl. Hetta skapar grundarlag fyri at halda fram við tiltakinum, sigur Petur Slyne, hin fy [...] konsert. - Vit høvdu vónað, at vit fingu nógvar áhoyrarar, men vit høvdu ikki roknað við, at tað kom so nógv fólk, sigur Rúni Djurhuus, sum er ein av fyriskiparunum av Voxbotni. At fyrsta tiltakið lukkaðist
brúk fyri okkum. Mín varugi er, at flestu føroyingar velja tað føroyska felagið fram um okkum, meðan danir velja okkum fram um tað føroyska. Hetta er púra natúrligt. Hann vísir á, at rutan hjá Maersk Air [...] kortini ongantíð minkað so mikið, at felagið hevur umhugsað at steðga flúgvingini. - Rutan gevur yvirskot og so leingi hon ger tað flúgva vit til Føroyar. Vit hava als ongar ætlanir um at gevast, sigur Ole [...] flogfarinum, ið verður brúkt á rutuni. Tað er ein fyrimunur at hava fleiri streingir at spæla á fram um tað føroyska flogfelagið, ið er væl meiri bundið við at hava ein avmarkaðan marknað. Í 1995 flugu
í ÍSF, fara at ferðast runt í oyggjunum, at kunna seg um teir hentleikar sum eru og hvørji átøk verða gjørd fyri at nøkta tann tørvin sum eitt so stórt tiltak sum oyggjaleikir krevur. Bjarni Prior, bo [...] til 9. juli 2027. Í hesum sambandi hevur Vága kommuna, saman við Bogaskjótisamband Føroya, bjóða seg fram at vera vertir fyri bogaskjóting kappingini á oyggjaleikunum. Sum liður í fyrireikingunum at gera [...] Miðvági og aðrastaðni í kommununi, hvørjar ábøtur verða gjørdar, og hvørji tiltøk verða sett í verk, so alt er klárt tá vit koma til summarið 2027, tá leikirnir verða hildnir. Altjóða oyggjaleikanevndin
verða arbeitt fram í móti alternativari barnaansing og eldrarøkt. Her verður serliga hugsað um at byggja smærri eindir til barnagarðar og eldrabýli, sum kommunan sjálv klárar at standa fyri, so ikki verður [...] ng í Tórshavnar Kommunu. Byggjast skulu í fyrsta lagi sonevndir nærskúlar, so ikki verður neyðugt hjá børnunum at ferðast so langt frá heimliga umhvørvinum fyri at koma í skúla. Eitt annað mál, sum verður [...] umboðan í høvuðsnevndunum. Fýra av sjey formonnum og meiraluta í hinum nevndunum, fegnast Heðin Mortensen um. Hann metir, at tað fer at verða lætt hjá Sambandsflokkinum at halda síni vallyfti hetta komandi skeiðið
úr Fuglafirði, men eisini nøkur aðrastaðni frá - sýndu fram nøkur av teirra verkum. Verkini vóru ymisk. Frits Johannesen sýndi hesuferð bara fram vatnlitsmyndir. Heðin Kambsdal hevði oljumálningar, Anni [...] . Hetta er á leið tað sama, sum hevur verið undanfarin ár. Fyrireikarnir fingu annars viðmerkingar um at framsýningin var góð og væl fyriskipað. Sølan gekk eisini væl betri í ár í mun til undanfarin ár [...] Næsta ár verða 30 ár liðin síðani fyrstu framsýningina, og í tí sambandinum hava listafólkini tosað um, at gera nakað meir burturúr. Øssur Mohr, sum longu hevur verið við í varmakelduframsýningini í fleiri
Rennistrongur kann brúkast í vindi í miðal upp í 22 metrar um sekundið, greiddi hann frá. Tó má hann haldast við líka, og stongjast nakrar dagar um árið, so tá má skip vera tøkt til flutning. Ein slíkur rennistrongur [...] Fríðrik Heinesen frá Landsverki og sveisiski Maurice Andrey, serkønur í rennistrongjamálum, løgdu fram um møguleikan fyri, at fáa til vega rennistrongjasamband millum Viðoynna og Svínoynna. Í samferðsluætlan [...] veruleiki mugu íløgur eisini gerast í streymframlegging, betong, vegir í lendi og so framvegis. Tilsamans fer alt at kosta um tær 200 milliónirnar, segði Fríðrik Heinesen.
í Føroyum fram at veksa. Høvuðsorsøkin til tað er, at tað flytir væl fleiri fólk til Føroya enn tað flyta úr Føroyum. Men Hagstovan vísir á, at gongdin er vend, so tað flyta ikki longur so nógv fólk til [...] desember í fjør, doyðu 372 fólk, og tað eru 33 fólk færri enn í árinum framman undan. Tað bøtur væl um burðaravlopið, tí talið á børnum, sum verða fødd, stendur mest sum í stað. Frá 1. desember í 2019 til [...] í Føroyum, og tað eru bara tvey fleiri enn í árunum framman undan, men av tí, at talið á deyðum er so lágt, er úrslitið, at burðaravlopið hevur verið 307 fólk hetta seinasta árið. Og tað er rættiliga høgt
salinum bað um orðið, at løgtings- og landsstýrismenn ikki fingu orðið, tí flokkarnir høvdu síni umboð í panelinum. Ein skilagóð avgerð. At so nógv fólk møtti til fundin bendir kanska á, at vit fram móti komandi
Gívrinarspor at hoyra um gívrina, ein í Todnes at hoyra um Kálv Lítla, og so varð eisini høvi at vitja fjósið í Uttastovu í Trøðum. Við tað, at talið av luttakarum á barnadansistevnuni var so stórt, vórðu lu [...] foreldur, ommur og abbar úr øllum Føroyum dansaðu, vóru útferðir og ótu. At so nógv fólk skuldu í Sandoynna í ein dag, umframt tey, sum um vikuskiftið ferðast í oynna og úr oynni, legði strandfaraskipið Teistan [...] foreldur, ommur og abbar komu í Sandoynna á fyrsta túri leygarmorgunin, og hesi vóru í Skopun longu um 08-tíðina, tá borðreitt varð við morgunmati í Samljóði. Dansurin byrjaði klokkan 9, og klokkan 9.45