Væl nøgd sambandsfólk

Komandi varabýráðsformaðurin í Havn sigur, at sambandsumboðini í býráðnum eru sera væl nøgd við samgonguavtaluna, sum gjørd er

Kommunalpolitikkur


Sambandsflokkurin hevur fingið tann politiska partin av samgonguni, meðan Fólkaflokkurin hevur fingið tann umsitingarliga, sigur Heðin Mortensen, sum umboðar Sambandsflokkin í Tórshavnar Býráð.

Heðin Mortensen, sum verður fyrsti varaformaður í komandi býráðnum, sigur, at Sambandsflokkurin hevur fingið øll síni ynski uppfylt, nú samgongan er skipað.

Sambandsflokkurin hevur fingið sera góða umboðan í høvuðsnevndunum. Fýra av sjey formonnum og meiraluta í hinum nevndunum, fegnast Heðin Mortensen um.

Hann metir, at tað fer at verða lætt hjá Sambandsflokkinum at halda síni vallyfti hetta komandi skeiðið.

Sum høvuðsmál fer hann at arbeiða við skúla- og mentanarpolitikki sum heild, sigur Heðin Mortensen. Ætlanin er at fara undir eina størri skúlabygging í Tórshavnar Kommunu. Byggjast skulu í fyrsta lagi sonevndir nærskúlar, so ikki verður neyðugt hjá børnunum at ferðast so langt frá heimliga umhvørvinum fyri at koma í skúla.

Eitt annað mál, sum verður sett høgt, er íbúðarpolitikkurin, sigur Heðin Mortensen. Grundstykkir skulu fáast til vega, so øll, sum ynskja tað, fáa eitt grundstykki. Bíðilistarnir skulu heilt einfalt burtur.

Men samstundis skal møguleiki vera fyri alternativum íbúðarmøguleikum. Bæði við smærri íbúðum og eisini leigiíbúðum, sum kommunan fer at byggja og leiga út til borgaran.

Eisini fer at verða arbeitt fram í móti alternativari barnaansing og eldrarøkt. Her verður serliga hugsað um at byggja smærri eindir til barnagarðar og eldrabýli, sum kommunan sjálv klárar at standa fyri, so ikki verður neyðugt at bíða ov leingi eftir landinum, sigur Heðin Mortensen.

Eins og Jan Christiansen, komandi býráðsformaður, leggur Heðin Mortensen dent á, at ein borgarligur politikkur verður førdur. Meira til handils- og vinnulívið kommununi, siga teir. Og kommunan fer undir ongum umstøðum at kappast við privat feløg um nakað vinnulív.