– Vit hava viðgjørt nøkur týdningarmikil og áleikandi mál, eitt nú um okkara viðurskifti við ES, har vit ynskja eina meira yvirskipaða partalagsavtalu við ES, sum kann leiða til betri viðurskifti, segði Høgni Hoydal á tíðindafundinum í Tinganesi, sum fyri einaferð skyld varð hildin á føroyskum, hóast danskur ráðharri var við. Tí Lars Løkke Rasmussen skilir føroyskt.
Høgni Hoydal segði, at teir eisini tosaðu Føroya luttøku í altjóða felagsskapum sum heild.
– Vit hava tosað um, hvussu Føroyar kunnu hava sína egnu rødd, og har hava vit eisini avtalað, hvussu vit kunnu loysa teir spurningarnar, segði Høgni Hoydal.
– Eg haldi, Lars, at vit kunnu siga, at vit eru samdir um, at vilja hava nøkur úrslit, tí nógv av hesum málunum hava ligið leingi, segði Høgni Hoydal.
Lars Løkke Rasmussen lat eisini væl at fundinum. Hann segði, at sum altíð var tað gott at vera í Føroyum – eisini nú á fyrsta sinni í leiklutinum sum danskur uttanríkisráðharri.
– Og eg síggi fram til gott samstarv, eisini í hesum kaskettinum.
– Hóast ósemjur um tann stóra spurningin um sjálvstýri og samband, so skulu vit fáa ting at eydnast. Vit liva í einum umskiftandi heimi. Og tá Høgni sigur »einki um okkum uttan okkum«, so eru hetta eisini orð, sum vit, vegna Danmark, kunnu taka til okkara. Tí nógvar avgerðir verða tiknar úti í heimi, sum Danmark ikki hevur ávirkan á, segði Lars Løkke Rasmussen, og nevndi avgerðir, sum verða tiknar eitt nú í Beijing ella í Moskva og aðrastaðni við.
– Tað hevur týdning, at vit stríðast fyri okkara málum allastaðni. Og sjálvt um vit hava ymsar fatanir um, hvussu hetta skal gerast, so eru vit báðir ikki ósamdir um, hvat okkara áhugamál eru. Og nakað av tí, sum vit hava brúkt tíð uppá, er føroyska ynskið um eina partalagsavtalu við ES. Og tað kunnu vit samstarva um, segði Lars Løkke Rasmussen.
– Her er talan um ein felagsskap, sum Danmark er partur av, og har kunnu vit trýsta á fyri at fáa ávirkan, so vit fáa eina partalagsavtalu, segði hann.
Danski uttanríkisráðharrin segði at enda, at fáa vit betri viðurskifti millum Føroyar og ES, soleiðis at ES letur upp fyri føroyskum vørum, so er nógv vunnið, og so hava Føroyar defacto sjálvræði í Føroyum at fjøltátta handilin vil ES.
– Hetta hevur verið ein fundur, sum hevur verið merktur av, at báðir partar hava viljað funnið loysnir, segði Lars Løkke Rasmussen.