Sum vit skrivaðu í morgun, heldur fólkatalið í Føroyum fram at veksa. Høvuðsorsøkin til tað er, at tað flytir væl fleiri fólk til Føroya enn tað flyta úr Føroyum. Men Hagstovan vísir á, at gongdin er vend, so tað flyta ikki longur so nógv fólk til Føroya, sum árini frammanundan. Men tað vigar væl upp ímóti tí, at talið á teimum, sum flyta úr Føroyum, minkar eisini.
Frá 1. desember í 2019 til 1. desember í fjør, fluttu 1.686 fólk til Føroya, og tað eru 84 fólk færri enn árið frammanundan. Hinvegin fluttu eisini 1.146 fólk úr Føroyum frá 1. Desember í 2019 til 1. desember í fjør, og tað eru 20 fólk færri enn í árinum frammanundan. Men tað gevur eina nettotilflyting hetta seinasta árið upp á 540 fólk.
Men eitt tal, sum eisini er vert at leggja merki til, at í fjør eru munandi færri fólk deyð, enn í árinum framman undan. Frá 1. desember í 2019 til 1. desember í fjør, doyðu 372 fólk, og tað eru 33 fólk færri enn í árinum framman undan.
Tað bøtur væl um burðaravlopið, tí talið á børnum, sum verða fødd, stendur mest sum í stað. Frá 1. desember í 2019 til 1. desember í fjør, vórðu 679 børn fødd í Føroyum, og tað eru bara tvey fleiri enn í árunum framman undan, men av tí, at talið á deyðum er so lágt, er úrslitið, at burðaravlopið hevur verið 307 fólk hetta seinasta árið. Og tað er rættiliga høgt, men burðaravlopið hevur verið hækkandi hesi seinastu árini.
Og úrslitið av øllum hesum er, at 1. desember í fjør, búðu 847 fólk fleiri í Føroyum enn tað gjørdi fyri einum ári síðani.