Tilsaman 128 verk vóru at síggja á málningaframsýningini á varmakeldustevnuni í Fuglafirði í vikuskiftinum. 16 listarfólk - tey flestu úr Fuglafirði, men eisini nøkur aðrastaðni frá - sýndu fram nøkur av teirra verkum.
Verkini vóru ymisk. Frits Johannesen sýndi hesuferð bara fram vatnlitsmyndir. Heðin Kambsdal hevði oljumálningar, Anni Haraldsen hevði nakrar áseymaðar myndir, meðan Jógvan Kristiansen royndi seg við blýantstekningum. Annars vóru verkini pastel og acrylmyndir.
Sølan gekk væl
Eini 500 fólk vóru og hugdu eftir málningaframsýningini. Hetta er á leið tað sama, sum hevur verið undanfarin ár. Fyrireikarnir fingu annars viðmerkingar um at framsýningin var góð og væl fyriskipað.
Sølan gekk eisini væl betri í ár í mun til undanfarin ár. Heðin Kambsdal seldi sum vanligt allar sínar málningar, men fleiri onnur av listafólkunum seldu eisini fleiri av sínum verkum.
Gera meir burturúr
Næsta ár verða 30 ár liðin síðani fyrstu framsýningina, og í tí sambandinum hava listafólkini tosað um, at gera nakað meir burturúr. Øssur Mohr, sum longu hevur verið við í varmakelduframsýningini í fleiri ár, heldur, at eitt tílíkt hald eisini kann myndað býin sum heild nakað meir. Eisini undan sjálvari stevnuni, heldur hann.
Enn er kortini ikki nakað avgjørt í hesum sambandinum, men arbeitt verður við málinum. Næsta ár verður aftur FM-róður á varmakeldustevnuni, so tá verða óivað eisini nógv fleiri fólk við til stevnuna.