Í morgun hevur Svínoyggin verið í fokus í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, har áhugafelagið »Bjarnafossur« hevur skipað fyri almennum fundi.
Spurningurin um rennistrong til ferðafólka- og farmaflutning millum Viðoynna og Svínoynna var eitt aðalevni á fundinum í Íverksetarahúsinum.
Fríðrik Heinesen frá Landsverki og sveisiski Maurice Andrey, serkønur í rennistrongjamálum, løgdu fram um møguleikan fyri, at fáa til vega rennistrongjasamband millum Viðoynna og Svínoynna.
Í samferðsluætlan, sum Landsverk og aðrir fakligir stovnar gjørdu fyri árini 2012-2014 var rennistrongur við, sum eitt vilt hugskot, sum síðani varð nærri kannað, greiddi Fríðrik Heinesen frá.
Serfrøðingar á økinum vóru bidnir um at kanna, hvørt hetta var eitt hugskot, sum førast kundi út í lívið ella ikki. Tað vísti seg tá, at rennistrongjasamband millum oyggirnar væl kundi lata seg gera, sigur Fríðrik Heinesen.
-Við rennistrongi kundi tað tikið 10 minuttir at koma til Svínoyar. Tveir vognar høvdu farið avstað í senn við plássi fyri 60 fólkum í hvørjum: Ein úr Hvannasundi og ein úr Svínoynni. Hvønn 10. minutt kann man soleiðis fara ein nýggjan túr til Svínoyar, segði Fríðrik Heinesen á fundinum.
-Ein møguleiki hevði eisini verið at báðir vognarnir steðga á Havnartindi í Svínoy, sum er miðpunktið, og har kundu ferðafólk farið út og notið náttúrna og onnur møgulig ferðavinnutilboð, segði hann.
Rennistrongur kann brúkast í vindi í miðal upp í 22 metrar um sekundið, greiddi hann frá. Tó má hann haldast við líka, og stongjast nakrar dagar um árið, so tá má skip vera tøkt til flutning.
Ein slíkur rennistrongur er mettur at kosta á leið 100 milliónir. Skal hann gerast veruleiki mugu íløgur eisini gerast í streymframlegging, betong, vegir í lendi og so framvegis. Tilsamans fer alt at kosta um tær 200 milliónirnar, segði Fríðrik Heinesen.