seg á palli í einari stórari jólaframførslu í lítla fyrstavaldinum við Miðjarahavið. Millum áhoyrararnar verður eingin minni enn Prins Albert av Monaco, sum er ein tann mest eftirspurgdi piparsveinurin í [...] eisini at vekja nøkur minnir hjá honum. Tað er soleiðis, at mamma Prins Albert æt Grace, men hon doyði í eini ferðsluvanlukku í Monaco í september 1982. Hetta er fyrstu ferð, at Grace skal royna seg uttanlanda [...] de Canton hóskvøldið í komandi viku er tann týdningarmiklasta. Debutfløgan á marknaðin í Monaco Í sambandi við at vælumtókti gentubólkurin úr Føroyum/Noreg vitjar lítla staðið í Suður-Fraklandi, fer debutfløgan
róliga og hann hevur orðið í síni makt. Her er onki hoppigear út á blindar gøtur, altíð trygg kós fram til punktum. Hann er væl klæddur í flottari violettari ? ella er tað myrkt vínreyðari ? skjúrtu, ið tú kanst [...] sunnari skepsis. Um skeptikkarin er komin við genunum ella við árunum, veit tygara útsendi ikki. Kanska er hann slettis ikki skeptikari. Bert ein maður við bláum eygum, ið ikki er so bláoygdur kortini. Og kanska [...] ítróttarspeakarin er ikki sloppin við í stólin hesaferð. Rithøvundin er heldur ikki sloppin við. Jógvan hevur skrivað rúgvu av bókum gjøgnum árini ? seinast ?Teir tóku land?, sum júst er útkomin. Hesin parturin
búgva, tí at hann er lagdur niður í okkum av Guði sjálvum. Hesin foreldrakærleiki er so fastur í okkum, at longu áðrenn barnið er føtt, byrja foreldrini at gleða seg yvir tað lítla, sum koma skal. Og [...] á Himli er móti teimum, sum hann elska - hvussu Guð er móti teimum, sum seta álit sítt á hann, og liva í hansara varðveitslu. Tí syngur Dávid: Sum ein Faðir er mildur mót børnum sínum, so er Harrin mildur [...] Sálmur 103 hjá Dávidi: 13.Sum ein Faðir er mildur mót børnum sínum, so er Harrin mildur mót teim, sum hann óttast; 14.tí forløg vár hann kennir, honum kemur í hug , at dust vit eru. 15.Mansins dagar eru
sigur okkurt um hvussu tilveran er tengd at forsjónum. At Gunnar talar um hetta stóra landið í skaldavendingum, er skaldskapur. Summar dagar heldur tú, at hetta landið er stórt, men so aðrar dagar kennur [...] Vit hava enn ikki funnið stevið í fiskivinnuni. Ein loysn er í dag, ein onnur í morgin og í ovurmorgin er ein nýggj loysn fyri fiskivinnuna. Hvat er um at verða?? Sjúrð? Andrias sáli, segði? tað var hýsumurtuin [...] tykkum, hetta er ein hýsumurtur, ið sigur hetta! Tá ið bygdirnar eru drignar so upp á tráð, at tað eru einans tóm hús, ið standa og gána úti á bygd, tá er alt farið. Stórt spell! Tá ið øskukalt er úti á bygd
tað er cool Tað er lætt at ímynda sær, at javnaldrarir hjá Jón Ròa øvunda honum, at hann er vorðin sáttmálaleikari, men so er ikki. Hann sigur, at bæði floksfelagar og vinir annars halda, at tað er cool [...] ið 1999 er komið at enda, er ikki óhugsandi, at Jón Rói fer á ein ella annan fótbóltsskúla uttanlanda, meðan fótbólturin her heima liggur stillur. Men hugurin til at halda fram í 10. Flokki er tó eisini [...] evnaríki drongurin framvegis aldur til at spæla í dreingjadeildini, og tað er fyrst og fremst her, at hann skal brúka sínar kreftir. Tó er ikki óhugsandi, at Jón Rói eisini fer at verða við til at mynda unglingaliðið
undir stjørnum» í lurtið, er tað eins og hoyrast gomul løg í nýggjum sniði. Hetta er fyrsta fløgan hjá Vestmonnum. Áður hava teir givið út tríggjar plátur og tvey bond. Á fløguni er country tónleikur, kær [...] Ólavur Højgaard syngur og Niels Olsen er góður tónasmiður. Tað prógvar hann í instrumentala tónalagnum »Dimmið Lættir», ið er ein nýggj síðan av Vestmonnum, sum kanska er byrjan til eina nýggja tónleikaleið [...] ikki longur er millum okkum, at á bygd dámdu tey ungu so væl at dansa eftir andaligum tónleiki, tí hann fall so væl í stevið í dansinum. Serliga Vestmenn-sjangran Hóast »Vestmenn» ikki er andaligur tónleikur
vanlukkan tey ungu. Tað er eins og Oddvør og William í ein ávísan mun troyta somu keldur. Tað er kanska heldur ikki so løgið. Umhvørvið, Havnin, er tað sama, tíðin, árini eftir aldaskiftið, er somuleiðis karmur [...] Jógvan Isaksen ummælir: »Ovarlaga í tí lítla býnum, beint við tann nýggja skúlan, stendur eitt mishátt hús við mønu. Hetta er Sproytuhúsið«. Frá fyrstu byrjan er frásøgufólkið í skaldsøguni ógvuliga sjónligt [...] á hesum øki. Skaldsøgan er sum heild á tremur av smáum lýsingum av ymiskum fyribrigdum, av landsløgum og natúr, av søguni aftan fyri hví hetta ella hatta er so vorðið, sum tað er. Hesar lýsingar falla væl
Tað er onki sum bendir á, at djúpvatnstrolararnir fáa nakran studning á hesum sinni. Í øllum førum er meirilutin í vinnunevndini hjá løgtinginum ímóti uppskotinum hjá javnaðarflokkinum um at lata djúp [...] hann kann halda fram at royna á djúpum vatni. Má ikki tvingast inn Javnaðarflokkurin er av teirri áskoðan, at neyðugt er, at hesin flotin fær møguleika til fram eftir eisini at verða verandi á tí djúpa vatninum [...] anin er komin teimum skipunum, sum eru í hesi skipan, til góðar og hevur givið hesum nógvar inntøkur. Djúpvatnstrolararnir vóru ikki við í hesi skipan. Teir hava gjørt vart við hetta, men tað er ikki tikið
verða hildin. Tankin aftan fyri hetta er, at á midnátt, tá Jesus er føddur verður farið í kirkju og tá verður føðingardagurin hátíðarhildin. Tá ið gudstænastan er av verður farið heim til eitt stórt borðhald [...] Og eitt sum má vera á borðinum er rækjur við rogni frá einum lítlum fiski, sum livur við innsjógvin í Finnlandi. Alt hetta verður fyrireikað lítla jólaaftan og í Føroyum er tað so lætt, tí øll hava hjall [...] við partar av tradisjónunum í Finnlandi. - Ein partur av sjarmuni við at vera burturi er at taka til sín tað, sum er vanligt í tí landinum, men tað eru partar av tradisjónunum í míni familju, sum eg ikki
segði Mortan. Hann var úr Porkeri.»Hvør er tað, Nissunygaard ?« ? »Tú veitst, tað er hann við kasurollubendingini?« ? »Hvør er kasurollubendingin?« ? »Góða, tað er ein maður í Havn! ? Lat okkum fáa jóla [...] bei, mit, nach, seit, von, zu ? og so hevur tú ikki lisið, hvat er hetta fyri nakað ? UFF! Lat nú jóla Nissu Nygaard fáa frið. Nei, nú er tað jólakotulettin, sum hevur okkara størsta alsk.« Móti okkum stevndi [...] korkalitt ein slíkan morgun, og eingin var morgunljótur ella morgunljót, tí jólini vóru í hondum. Lítla oyggj lá so friðsæl í tí svarta asfalthavinum. Onkuntíð kundi tú standa oman brim á hesi oyggj og