Sangbærur tónleikur

Millum tey nógv fløgutilboðini í ár eru tónleikabólkurin Vestmenn umboðaður við friðarligum løgum og vøkrum yrkingum

»Fløga: »Vestmenn undir stjørnum»

Tøkni/upptøka: Kartni Fornagarð.

Studio: W.R.R.

Útgevari: 3?arin


Tá tú setir fløguna »Vestmenn undir stjørnum» í lurtið, er tað eins og hoyrast gomul løg í nýggjum sniði.

Hetta er fyrsta fløgan hjá Vestmonnum. Áður hava teir givið út tríggjar plátur og tvey bond.

Á fløguni er country tónleikur, kærleikssangir, náttúrulýsingar og sangir við einum farra av sorgblíðni, sum eins væl kann nýtast til eitt langt, hugnaligt døgurðaborðhald, at dansa eftir, ella fáa hug at vaska upp og gera reint eftir.

Einaferð segði ein tónleikamaður, sum ikki longur er millum okkum, at á bygd dámdu tey ungu so væl at dansa eftir andaligum tónleiki, tí hann fall so væl í stevið í dansinum.


Serliga Vestmenn-sjangran

Hóast »Vestmenn» ikki er andaligur tónleikur, so er kortini okkurt óspilt og óslitið av tíðarinnar tonn í tónleikinum, sum ger, at tú ikki roknar við nøkrum óvæntaðum. Hetta er ein sjangra, sum serliga Vestmenn eru kendir fyri, og sum nógv fólk dáma væl.

Og kortini eru løgini og yrkingarnar nýtt tilfar, tó at tveir sangir á fløguni eru yrktir undir og stutt eftir seinna heimsbardaga. Samson Højgaard eigur orðini og Ólavur Højgaard løgini.

Tað kann sigast, at fløgan í orðum er sosialrealisma og romantiskir sangir, skemtitáttur, dansivísur og frásøgulýsiningar, ballað inn í sangbærar tónar.

Tónleikurinhjá Vestmonnum er væl umtóktur, og nógvir sangir eru vorðnir fólkaogn, ið ikki bert verða trallað eina løtu, fyri síðani at fara aftur í gloymskurnar hav. Um nakar sangur á hesi fløguni er av slíkum tilfari, er væl hugsandi. Har eru sangir, sum hóskandi kundu verið við á skránni í midnáttarsanginum á ólavsøku.

Martin Joensen eigur orð og lag til ein sjálsaman sang, sum í orðum sigur frá hendingum í nítiárunum. Hann hevur heitið: » Tíð at fara».


Fekk íblástur

undir kreppuni

Yrkjarin sigur í undirtekst, at hann fekk íblástur fekk undir kreppuni. Sangurin er um at slíta bond og hvussu beikst tað er at læsa sínar dyr og fara avstað.

» Hjartarøtur ryktar upp úr mold/ Vetrarvindar nú píska nakið hold/ Meðan tøgnin tung trælkar fólk og fæ/ Setur abbin tann lítla á sítt knæ:

Minst til blankan vág, minst til Gjógvará/ hav tú fjøllini við á tíni ferð/ ? og minst til: abbin altíð er við tær...

Avbera sterk lýsing av einari tíð, ið vit helst øll vilja gloyma, men sum við hesum sanginum stendur eftir sum varði um eina vónandi farna tíð, ið ikki kemur aftur.

So eru tað tey bleytu, friðarligu løgini, sum fyrr í tíðini vórðu kallað »kjálkadanssangir», tí teir eru so góðir at sveima við. Hinvegin so eru eisini eitt nú skemtivísan um Cowboy Klæmint og Maggie May, eins og ein rættur Vestmennsangur »Á gamlar gøtur», sum Martin Joensen hevur yrkt og Niels Olsen sett lag til. Martin hevur eisini skrivað og gjørt lag til vakra sangin, ið hevur sama heiti sum fløgan.


Duga at smíða løg

og yrkja sangir

Samanumtikið hava vestmenningarnir sett góða, gamla dámin á hesa fløguna, sum teir eru kendir fyri. Teir hava spælt saman, smíða løg og skrivað yrkingar í tvey ártíggjund.

Tey, sum dáma tónleikin hjá Vestmonnum verða ikki vónsvikin, sangur og tónleikur er væl samansjóðaður. Tað setir dám á plátuna, at tónleikararnir hava verið saman leingi, og at teimum dámar at spæla og syngja.

Styrkin er avgjørt, at Martin Joensen dugir væl at yrka og gera løg, at Ólavur Højgaard syngur og Niels Olsen er góður tónasmiður. Tað prógvar hann í instrumentala tónalagnum »Dimmið Lættir», ið er ein nýggj síðan av Vestmonnum, sum kanska er byrjan til eina nýggja tónleikaleið.Tað, at Vestmenn hava havt góðar tónleikarar og ljóðblandarar við, ger eisini sítt til, at fløgan er so heilskapað í síni heild.


Dagny Joensen