Beisk og lívsjáttandi skaldsøga

Oddvør Johansen: Í morgin er aftur ein dagur. Permumynd: Kanny Sambleben. Mentunargrunnur Studentafelagsins 1998, 224 s., kr. 220

Jógvan Isaksen ummælir:


»Ovarlaga í tí lítla býnum, beint við tann nýggja skúlan, stendur eitt mishátt hús við mønu. Hetta er Sproytuhúsið«. Frá fyrstu byrjan er frásøgufólkið í skaldsøguni ógvuliga sjónligt, og tað flytir lesaran stað úr staði, frá einum tilburði til annan. Sagt verður, at ein kista stendur í Sproytuhúsinum og í henni liggur tann trýogtretivu ára gamli Dánjal í Køk, deyður frá konu og fimm børnum. Hvat, ið er hent, vita fólk ikki rættiliga, og tí blómar slaturin og fer sum ein eldur út í Sandagerð, har presturin Thomas Pedersen situr í sínum »studerikamari« og í eina nýggja lestrarbók skrivar: »Havnar Kirkja 1901«. So er tíðarfestingin fingin upp á pláss.

Yvir ein til tað stuttan tein hevur høvundurin rættiliga set dik á bæði søgugongd og forvitni hjá lesaranum. Hví og hvussu er Dánjal í Køk deyður? Og hví stendur kistan í Sproytuhúsinum og ikki í kirkjuni?

»Í morgin er aftur ein dagur« er triðja skaldsøgan hjá Oddvør Johansen og drúgvasta bókin hjá henni yvirhøvur. Søgan tekur við í 1901 við orðunum um Sproytuhúsið og endar í 1940, tá ið Angelika, einkja eftir Dánjal í Køk og seinni bátasmiðin Enok, sigur seg hava hoyrt, at Føroyar eru blivnar hersettar av eingilskmonnum. Tann stóri parturin av søguni fer kortini fram tey fyrstu tjúgu árini av øldini.

Grundin til at kistan við Dánjali í Køk stendur í Sproytuhúsinum er, at tann sjálvrættvísi danski presturin heldur, at Dánjal hevur gjørt sjálvmorð og tískil vil hann ikki lova honum í kirkjuna. Lesarin fær kortini tíðliga í søguni at vita, at Dánjal er druknaður í royndini at bjarga einum hetlendingini. Við hesi vitan gerst avgerðin hjá presti hjartaleysari enn annars.

Tá ið Angelika sær, hvør maður presturin er, fær hon styrki og noktar honum afturfyri at jarða Dánjal, tað skal Fríðrikur próstur á Nesi gera. Og soleiðis verður tað. Seinni í skaldsøguni druknar einasti sonur prest, og sjálvur tekur hann tað sum eina straff frá Gudi, uttan at høvundurin knýtir tað at hansara atburði mótvegis Angeliku. Lesarin hevur afturfyri næstan hug at mutla innantanna: Fast taki honum!


Dagbókin

Ígjøgnum ein part av skaldsøguni verða brot endurgivin úr dagbók, sum sonur Dánjal í Køk, Sigurd, fór undir tann dagin, tá ið pápin er deyður um náttina. Frásøgumaðurin sigur, at tað er hendan gamla dagbókin, sum beiggin skrivaði, ið fekk hann at fara undir søguna, sum nú verður fortald. Men frásøgnin heldur seg ikki innan teir karmar, sum vitanin hjá hesum frásøgufólki neyðturviliga má vera, men ferðast eisini inn í hugan á at kalla øllum persónum.

Frásøgnin vitjar hjá presti, amtmanni og øðrum við, men meginlindin er húskið hjá Angeliku og Dánjali í Køk og so tað hjá Lisu og Enoki í Áarhúsinum, ið sum frá líður gerast eitt við eini margtýriligari rúgvu av børnum. Enok er bátasmiður og í skaldsøguni verður við fakligum innliti sagt frá hansar strevi og dugnaskapi á hesum øki. Skaldsøgan er sum heild á tremur av smáum lýsingum av ymiskum fyribrigdum, av landsløgum og natúr, av søguni aftan fyri hví hetta ella hatta er so vorðið, sum tað er. Hesar lýsingar falla væl inn í ta skiftandi frásøgnina.

»Í morgin er aftur ein dagur« hevur ongan einstakan høvuðspersón, og í mongum er hon lík kollektiv skaldsøguni. Kortini er tað so, at frásøgufólkið - og høvundurin - í heilum leggja seg út í frásagnina, gera vart við hetta ella hatta, ella seta beinleiðis spurningar, og tað er ikki tí scenisku kollektiv skaldsøguni líkt.

Kvinnulýsingarnar eru yvirhøvur góðar, kenslubornar og við samhuga, meðan mansmyndirnar kunnu tykjast meiri tveydimensionalar. Teir vilja bara framá, vilja útinna síni hugskot á ein ella annan hátt. Besta dømið er Enok, sum uttan íhald og hartil við gleði strevast næstan allan sólarringin. Tær einfaldu arbeiðssamu mansmyndirnar minna um samsvarandi í báðum teimum seinastu skaldsøgunum eftir Heðin Brú, »Men lívið lær« og »Tað stóra takið«. Tann sama menningaroptimisman eyðkennir eisini fyri ein part skaldsøguna hjá Oddvør Johansen.

Um somu tíð er søgan eisini um, hvussu hann sum arbeiðir og byggir nakað upp fyri at gagna sær og sínum og landinum, men ikki upp á spekulatión, hvussu hesin verður snýttur av teimum ráðandi og teimum, sum svimja í nánd av maktini. Í so máta er »Í morgin er aftur ein dagur« púrasta illusiónsleys. Idealistarnir verða altíð við sviðusoð, tá ið tað snýr seg um verðsligt ríkidømi, men teir sigra við síni fyrimynd og gjøgnum tað, teir leggja niður í eftirkomararnar.

Tittulin sipar ítøkiliga til, at Enok ikki sum onnur vil keypa sína trøð, tí hann vil vera við, at jørðin bara er til láns. Ein sakførari og borgarstjórin skíra hann naivan og utopist, men Enok stendur upp á sítt. Angelika fyri sín part hevur einki gjørt við málið, »tí í morgin var aftur ein dagur«, men tá ið Enok er farin, verður hon lumpað, og tey hava sostatt ligið sjóvarfallið av sær. Harumframt sipar tittulin til - og tað verður væl og virðiliga víst í søgugongdini - at tað er umráðandi at liva, meðan vit hava dagarnar og tey, sum eru okkum kær. Einaferð er eingin dagur í morgin.


Erotiskt flogvit

Tvær aðallyndir í skrivingini hjá Oddvør Johansen eru musikkur og erotikkur, bæði saman og hvør sær, og bæði hesi temu eiga sín sjálvsagda lut í »Í morgin er aftur ein dagur«. Børnini hjá Dánjali í Køk eru musikalsk, tey læra at spæla upp á ymisk instrument og onkur lærir hjá Bakar Hansen. Sangur og tónleikur kemur á natúrligan hátt fyri í allari bókini.

Erotikkur eigur sín sjálvsagda lut í lýsingini av viðurskiftunum millum mann og kvinnu, men harumframt trínir ein løgin snigil viðhvørt inn á pallin, eitt erotiskt natúrtalent, kundi tú kanska kalla hann. August Benadiktson sær lítið út fyri verðini - klænur og reyðhærdur - men hann dugir at fara við konufólki. Annars hevur hann ilt við at hugsa um onnur enn sjálvan seg og svíkur, hvørja ferð ið á stendur. At arbeiða hevur hann ikki stundir til, tí hann skal mála - hóast einki spyrst burturúr - og soninum kann hann ikki taka sær av: »Harra Gud - hvat hevur man eina konu til - eg spyrji bara«.

Myndin av listamanninum er lítið vøkur, og tað at mála tykist einamest at vera skálkaskjól fyri at kunna hava ymisk konufólk hjá sær. Børn spyrjast eisini burtur úr hesum - bæði innangarðs og uttangarðs - og tað er líka við at henda ein vanlukka, tá ið tvey av teimum gerast góð, uttan at vita, at tey hava sama pápa.

Í søguni »Balladen om Bøledrengen« (Laterna Magica 1985) eftir William Heinesen verður nakað sama søgan søgd, men har rakar vanlukkan tey ungu. Tað er eins og Oddvør og William í ein ávísan mun troyta somu keldur. Tað er kanska heldur ikki so løgið. Umhvørvið, Havnin, er tað sama, tíðin, árini eftir aldaskiftið, er somuleiðis karmur í fittum parti av skrivingini hjá Williami Heinesen, og fólkini, sum livdu tá, verða tískil eisini tey somu.


Adressumálið

»Í morgin er aftur ein dagur« er søgulig skaldsøga, men akkurát hvussu nógv er tikið úr veruleikanum og ikki, dugi eg illa at meta um. Fitt av søguligum persónum koma fyri í skaldsøguni, aloftast undir øðrum navni, meðan tann nevndi Fríðrik próstur er Fríðrik Petersen, sum um hetta leitið var Føroya próstur. Ein annar við egnum navni er Bakar Hansen, sum Sigurd skal ganga til violin hjá. Tann farisæiski danski presturin eitur í skaldsøguni Thomas Pedersen og er nýkomin á sumri 1901. Í »Føroya biskupa, prósta og prestatal« stendur presturin í Suðurstreymoyar Prestagjaldi um hetta mundið at vera Emil Brusch Rohde, og hann er ikki nýkomin, men hevur sitið á garðinum í Sandagerði síðani 1897. Her verður altso brúktur ein blandingur av veruligum og íspunnum persónum.

Eitt søguligt mál millum fleiri í skaldsøguni er tað tiltikna »adressumálið«, sum endaði við Fúlubók. Tveir av høvuðsleikarunum í hesi gølu vóru Svenning Rytter amtmaður og Jóannes bóndi, sum var landstingsmaður. Meðan adressumálið, tað eg dugi at síggja, fær eina neyva søguliga lýsing, so fáa leikararnir onnur nøvn. Amtmaðurin eitur í skaldsøguni Benjaminsen, og Jóannes bóndi verður nevndur Jógvan Olsen. Orsøkin er ivaleyst, at høvundurin á tann hátt stendur fríari og í Benjaminsens føri kann endurgeva úr hansara tonkum.

Í øllum adressumálinum stendur Jógvan Olsen bóndi stinnur, og loksins vinnur hann á donsku embætismonnunum. Kortini sleppur hann í skaldsøguni ikki undan at fáa eitt lítið prik. Enok er sloppin at skera torv úti á Glyvursnesi, og hann byggir sær eitt torvhús, men so noktar bóndin honum at skera meira og tekur torvhúsið til seyðahús. Skaldsøgan ger hesa lakonisku niðurstøðu: »eg haldi sjálv, at tað allatíðina man hava verið meiningin«. Enn halda bøndurnir seg eiga bæði maktina og heiðurin her á fold.

Okkara núverandi politiska støða verður í einum stuttum broti tikin upp í frásagnina. Frásøgumaðurin hugleiðir yvir amtmenn og teirra loyalitet og setur síðani tann naska spurningin: »Hvørjum eru vit føroyingar 100% lýdnir og loyalir ímóti?« og svarar, at vit eru klovin. Lýsingin av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark er á tann beiska bógvin: »Føroyar eru ein kambfjøður; ein lítil bløðandi kamfjøður á tumlinum Danmark. Tú letur hana vera og vónar, at hann heldur uppat at bløða av sær sjálvum; tí fyri so vítt er tað ikki títt problem.« At ábyrgdin eigur at vera okkara egna, munnu vit greidliga hava sannað tey seinnu árini.

»Í morgin er aftur ein dagur« er ein fjølbroytt og undirhaldandi skaldsøga, sum tú livir teg inn í, og sum tú ert keddur av at leggja frá tær, tá ið høvundurin lokar frásøgnina. Einastaðni verður sagt, at Enok er takksamur fyri lívið: »tí hann fær loyvi at lukta og hoyra og anda«. Hetta sama takksemi lýsir av allari skaldsøguni.