ósamdir um. So leingi ein ikki góðtekur, at tað er hetta vit skulu semjast um, so kann ein ikki siga, at tað er nakar vilji frá bretskari síðu at fáa eina veruliga loysn, sum sømir seg. -Kann ein ikki út frá [...] partarnar! -Tað er eingin nýggjur samráðingarfundur avtalaður, og eg veit ikki um nakar slíkur verður í næstum. Seinasti fundurin var 25. september. [...] vit frá bretskari síðu. Vit hava ikki sæð tann neyðuga viljan at ganga okkum á møti til at nærkast eini miðlinju. -Tvs. at tað teir hava spælt út við í summar er ikki nóg mikið til, at vit síggja eina
arnir vóru um at leypa fram av, men teir kláraðu at halda disiplinina allan dystin, og teir fingu eisini lønina fyri tað. Ikki tapt í hálvtannað ár Breiddin á H71-liðnum er størri í ár enn hon var í fjør, [...] H71 var í somu støðu í fjør, tá teir royndu at kappast við VÍF í oddinum. Fyrsta dystin millum liðini vann VÍF við slíkum tølum, at alt tos um H71 sum meistaralið brátagnaði. Tað gjørdi tað ikki hesaferð [...] liðið úr Hoyvík er betri fyri í ár, enn tað var í fjør, tá tað vann silvur. Og dysturin í Vestmanna sunnudagin vísti, at liðið kann eisini vera við, tá talan er um tættan, spennandi og krevjandi oddadyst.
StÍF var ikki sjónskur, tá liðini spældu í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin. Hóast StÍF var og er við í toppinum og Stjørnan liggur í skeiva endanum, gekk javnt á mesta av tíðini, og tað var ikki fyrr [...] ofta lætt spæl á vinstra vongi. Hon fekk gott pláss, og tá hon so royndi seg móti málinum, var hon neyv og skoraði eisini sjey mál. Signhild Petersen vísti í løtum at hon er frálíkur spælari, og onkur av [...] men eftir stuttari løtu var tað Stjørnan, sum fór fram um, tá tær gjørdu tað til 10-9. Seinastu minuttirnar fyri hálvleikin fór StÍF fram um aftur, og í hálvleikinum var støðan 12-10 til gestirnar. Tað
beinleiðis. Tað gevur átta dystir um mánaðin, og tá tú hugsar um, at tað kostar 99 krónur um mánaðin at hava TVS, so er tað ikki meiri enn 10 krónur fyri hvønn dyst, og tað er ikki dýrt, heldur Elkjær. Í donskum [...] pressan er ikki farin væl við nýggju donsku ítróttarrásini, og hvørja viku eru greinar, sum ikki eru serliga positivar, at lesa í donsku bløðunum. So seint sum í gjár hevði Jyllandsposturin grein um, at TVS [...] fjølmiðlunum, tá tað snýr seg um TVS, skrivaði fríggjadagin um vanlukkulig hyggjaratølini hjá TVS, sum teir málbóru seg. Teir søgdu, at hyggjaratølini eru so smá, at tey kunnu ikki málast, og at higartil hava
skrivandi løtu vita vit ikki, um framløga var á tingfundinum í gjár, men hon var so á skránni. Jógvan I. Olsen, tingformaður segði við Sosialin fyrrapartin í gjár, at ætlanin var at fáa oljulóggávuna við [...] Talan er um ósemjuna um markið. Her liggur tað so í kortunum, at ein ella onnur avkláring skal koma í seinasta lagi hálvan januar. Men eftir øllum at døma stendur í botni í samráðingunum. Tað sær ikki mætari [...] við í framløguna. Tað skulu so ganga tríggir dagar, til hon kemur til 1. viðgerð. -Eg ætli so at seta hana á skránna til tingfundin fríggjadagin sigur tingformaðurin, sum leggur aftrat, at tað verður einki
kappingin er um veturin, og tá er veðrið mangan ringt at ferðast um suðuroyarfjørð, sigur Kirsten Ludvig. So táið hugsað verður um umstøðurnar, er tað heilt ótrúligt, at undirtøkan er so fræg, sum hon er, sigur [...] fyrrárið men flutti uppaftur í fjør. Tíverri hevur ikki gingið so væl. Tær hava tapt tríggjar dystir og bara vunnið ein. Tað tykist ikki, sum um tær eru nóg væl fyri at spæla í fyrstu deild. Vónirnar [...] arbeiði, tey ikki hava tíð til. Tí tá troyttast tú skjótt. Úrslitið er, at seinastu árini hevur hondbólturin bara yvirliva. Ætlanin var, at fáa útlendskan venjara í ár, men tey fingu ongan. Hon heldur, at
formanshjúnunum, var hon eftir egnum ynski í Kaldbak og hugdi at Biofar og á Búnaðardeplinum í Kollafirði. Har greiddi Peder Haahr frá um royndirnar við íslendsku mjólkineytunum og um seyðaroyndirnar, [...] Kristjana Motzfeldt. Men tað er ikki bara sum at siga tað at hava seyð í Grønlandi. Tað ber ikki til hjá hvørjum sum helst at fara undir seyðahald. Tú skalt hava útbúgving, um tú ætlar tær at verða seyðabóndi [...] sigur, at sum er, ber Grønland ikki meira enn umleið 50.000 áseyðir. Men enn er skipanin kortini bert umleið 20.000, sigur hon. Tað ber kanska til at fáa skipanina upp um tey 50.000. Men tað kemur nógv
skald og servetrisa. Myrna verður, rættuliga stuttlig, lýst. Hon er vágagella av rang, t.d. stendur (p. 14) »...Myrna var so æviga nøgd. Um so hitt níggjuhøvdaða djórið úr Jóhannes Opinberingini hevði [...] er ein styrki hjá Jóanesi. (p. 51) »Í veruleikanum var blæan eitt flagg, og tað vakrasta flaggið í øllum býnum.« (p. 73) »Súðið frá havinum var ikki longur bara súð, men slátturin frá einum vátum hjarta [...] fyribrigdi tú kennur aftur, men kanska ikki tosar so hart um. t.d. p 39 »Fyrstu latínsku orðini, sum havnardreingir kendu...stavaðu frá katolikkunum. Og tað vóru ikki akkurát tey mest gudiligu orðini, hann
Matras í Havn, her hon arbeiðir við sjónleiki. Eisini undirvísir hon í drama á Studentaskúlanum í Hoydølum. Um framtíðarvónirnar sigur nýggi leikstjórin, at hon er ein teirra, sum ikki hevur fastar ætlanir [...] verið limur í Grímu eitt skifti, áðrenn hon fór til Danmarkar, har hon búði í eini trý ár. Har arbeiddi Eyð Matras innan sjónleik á ymsum økjum, umframt at hon var limur í einum sjónleikarbólki, mannað av [...] Eyð Matras er leikstjóri. Leikurin er um eini gomul hjún, sum búgva í Finnmørkini. Konan hevur verið sjúk leingi, men nú er hon vorðin so sálarliga veik, at hon hevur lagt seg í seingina. Sum ein seinasta
. Johan Petersen heldur ikki, at talan eru um so stór mál, at tað ikki letur seg gera at seta tey í verk. Tað verður hvørki í ár ella næsta ár. Men um nøkur ár ivist eg ikki í, at tað ber til at hava [...] sjónvarpsleiðsla hava viljað sett áramál á. Tað veldst um so mangt. Tekniska menningin kann føra við sær, at málini verða broytt. Og ikki minst veldst alt um, hvussu nógvar pengar, sjónvarpið fer at arbeiða [...] arbeiða fyri um árið. Á lønarlistanum hjá SvF standa ímillum 40 og 50 fólk. Men nevndin og leiðslan í sjónvarpinum leggja stóran dent á, at talan skal verða um eina náttúrliga menning. Vit ætla ikki at trýsta