Høllini í Vestmanna kókaði, tá VÍF og H71 spældu oddadyst sunnudagin. Yvir 500 áskoðarar vóru til dystin, og bæði á vøllinum og á áskoðararplássunum góvu tey seg fult út.
Vestmenningar vóru vertir, teir vóru ikki gávumildir, men teir máttu lúta fyri liðnum úr høvuðsstaðnum, sum kláraði at halda høvdið kalt, tá mest umráddi, og sum seinastu fimm minuttirnar gjørdi tað, sum VÍF vanliga plagar at gera: avgera dystin.
H71 var í somu støðu í fjør, tá teir royndu at kappast við VÍF í oddinum. Fyrsta dystin millum liðini vann VÍF við slíkum tølum, at alt tos um H71 sum meistaralið brátagnaði.
Tað gjørdi tað ikki hesaferð, og bæði spælarar á H71-liðnum og mótstøðumenn halda, at liðið úr Hoyvík er betri fyri í ár, enn tað var í fjør, tá tað vann silvur.
Og dysturin í Vestmanna sunnudagin vísti, at liðið kann eisini vera við, tá talan er um tættan, spennandi og krevjandi oddadyst. Tað vóru løtur, tá H71?arnir vóru um at leypa fram av, men teir kláraðu at halda disiplinina allan dystin, og teir fingu eisini lønina fyri tað.
Ikki tapt í hálvtannað ár
Breiddin á H71-liðnum er størri í ár enn hon var í fjør, og í spælandi venjaranum, Hans Guðmundssyni, hava teir fingið spælara, sum styrkir um liðið. Hann er sjáldan toppskjútti, men hann ger eingi mistøk, spælir væl í verju og í álopi, og tykist hava lært H71 meiri enn áður at halda høvdið kalt í avgerandi løtunum.
Í Vestmanna eru tey ikki farin í sjokk fyri tað um teirra lið tapti hesaferð. Sjálvandi kemur tað altíð illa við at tapa, og tapið hjá VÍF er tað fyrsta í landskappingini í hálvtannað ár. Í fjør vunnu teir FM-heitið í stórum stíli og spældu bert einaferð javnleik ? 25-25 móti StÍF á Skála. Seinasta tapið hjá VÍF er tí at finna í kappingini 1995/96.
Enn eru vit bert stødd í byrjanini av kappingini, VÍF er framvegis á odda, og nógvir dystir eru eftir at spæla í grundspælinum. Tá grundspælið er av, verða stigini hálverað, so fyrstu dystirnir hava minni týdning enn teir í seinnu hálvu.
Men tekin eru til, at spenningur kann koma í stríðið um FM-gullið í ár. Tað leggur H71 ið hvussu so er upp til.