Elkjær vil hava føroyingar at keypa sær TVS

Ítróttur: ? Til tey sum hava áhuga í ítrótti, er einki betur tilboð enn TVS, sigur Preben Elkjær, sum heldur, at hansara ítróttarrás er illa viðfarin í donsku pressuni

Nú kunnu eisini føroyingar keypa sær atgongd til donsku ítróttarrásina TVS.

Danska rásin fór undir sínar sendingar 14. mars í ár, og fyrstu tíðina var tað ókeypis at hyggja at rásini. Frá 1. oktober varð rásin kodað, og nú er neyðugt við serligum korti, skalt tú síggja nakað av teimum 60 tímunum av ítrótti, sum rásin sendir hvørja viku.

Gjørligt hevur ikki verið at keypt hesi kortini í Føroyum, men nú hevur danska rásin skipa soleiðis fyri, at allir føroyingar kunnu keypa sær kort. Tað kunnu teir gera við at venda sær til radiohandlarnar í landinum.

? Tey sum hava áhuga í ítrótti, fáa onga aðrastaðni nakað so gott tilboð, sum frá okkum, sigur stjórin á TVS, tiltikni fótbóltsspælarin Preben Elkjær, við Ítróttarsosialin.

? Vit bjóða alskyns slag av ítrótti, alt frá fótbólti og boksing til golf og ríðikappingar. Vit senda sjálvandi mest av tí, sum flestu fólkini vilja hava, men tað er eitt sindur til øll, sigur hann.


Nógvur danskur fótbóltur

Danska ítróttarrásin hevur rættindi at senda frá donskum fótbólti, og tað er nakað, sum teir gera nógv við.

? Vit senda hvørt fríggjakvøld og hvønn sunnudag ein dyst úr Superliguni beinleiðis. Tað gevur átta dystir um mánaðin, og tá tú hugsar um, at tað kostar 99 krónur um mánaðin at hava TVS, so er tað ikki meiri enn 10 krónur fyri hvønn dyst, og tað er ikki dýrt, heldur Elkjær.

Í donskum fótbólti spæla fleiri føroyskir spælarar, og allir hava verið á sæð á TVS higartil. Í FCK er Todi Jónsson, í Herfølge Jákup Mikkelsen og í Esbjerg er Jan Allan Müller, og tey sum fylgja við avrikunum hjá hesum spælarum, hava møguleika at síggja dystir, har teir eru við, beinleiðis á TVS.

? Umframt tann danska fótbóltin senda vit sjálvandi nógvan útlendskan fótbólt, og vit senda millum annað úr Skotlandi, Spania, Englandi og Hollandi. Okkara aðalmál er at senda ítrótt beinleiðis. Skalt tú veruliga fáa gleði av eini ítróttarhending, skalt tú síggja hana beinleiðis, og tí snýr stórur partur av okkara senditíð seg um beinleiðis ítróttarsendingar.


TVS er besta tilboðið

Umframt fótbóltin, sum fer við fittum parti av senditíðini, sendir TVS nógvan annan ítrótt. Teir senda frá stóru boksidystunum, og longu nú sunnunáttina fara teir at senda beinleiðis frá Atlantic City, har George Foreman og Shannon Briggs fara at dystast.

TVS sendir eisini toppdystir innan hondbólt, kurvabólt, flogbólt, badminton, tennis, golf og motorítrótt. Úrvalið er breitt, og umframt nógva beinleiðis ítróttin, eru eisini kjaksendingar og portrettsendingar av kendum ítróttarfólkum á skránni.

? Vit hava mest modernaðu sjónvarpsrásina í Europa, og sum ítróttarrás trúgvi eg neyvan, at tú fært eitt betri tilboð nakra aðrastaðni. Vit eru við til allar tær stóru hendingarnar, og vit senda eisini nógvan ítrótt, har danir eru við, bæði fótbólt, hondbólt og badminton, sigur Preben Elkjær.

70 fólk arbeiða á TVS rásini, sum Tele Danmark, TV2, DR og DBU í felag eiga, og millum frásøgumenninar eru nakrir av teimum best kendu í Danmark, millum annað Svend Gehrs og Flemming Toft.


Illa viðfarnir av pressuni

Danska pressan er ikki farin væl við nýggju donsku ítróttarrásini, og hvørja viku eru greinar, sum ikki eru serliga positivar, at lesa í donsku bløðunum. So seint sum í gjár hevði Jyllandsposturin grein um, at TVS hevur stórt undirskot

? Sjálvandi hava vit undirskot. Vit hava latið fólk sæð rásina ókeypis í nærum eitt hálvt ár, og eru júst farnir at taka pengar fyri rásina. Tí sigur tað seg sjálvt, at vit í løtuni hava eitt undirskot, sigur Preben Elkjær við Ítróttarsosialin.

Tipsblaðið, sum hevur verið ein av mest kritisku donsku fjølmiðlunum, tá tað snýr seg um TVS, skrivaði fríggjadagin um vanlukkulig hyggjaratølini hjá TVS, sum teir málbóru seg. Teir søgdu, at hyggjaratølini eru so smá, at tey kunnu ikki málast, og at higartil hava bert 2500 fólk keypt sær atgongd til rásina. Tað er 1 ella 2 prosent av tí, sum er neyðugt, skal rásin bera seg.

? Tølini, sum Tipsblaðið kemur við, eru fullkomiliga skeiv, og sum heild er talan um, at danska pressan fer illa við okkum. Líka síðani vit byrjaðu hava vit fingið ómetaliga ringa viðferð frá donsku pressuni, og tað irriterist eg nógv inn á.

? Sjálvt um øll siga at rásin er góð, at sendingar eru góðar og úrvalið breitt, finnast tey alíkavæl at okkum. Kanska kemst tað av, at skrivandi pressan metir okkum verða ein kappingarneyta, og tí fer hon illa við okkum, heldur Preben Elkjær.

Men er lív lagða TVS?? Tað veit eg ikki. Tað má tíðin fara at vísa, men eg kann ið hvussu er siga, at hevur tú áhuga í ítrótti, so er okkara rás tann besta.

Eru hyggjaratølini ikki nóg stór?

? Danska pressan sammetir okkum allatíðina við DR og TV2, men tað kunnu teir ikki gera. Fyri tað fyrsta eru tær rásirnar ókeypis, og fyri tað næsta venda vit okkum bara til fólk, sum hava áhuga fyri ítrótti, og tí sigur tað seg sjávlt, at færri fólk hyggja at okkara sendingum, enn teimum hjá DR og TV2, sigur Preben Elkjær.