Eftir ætlanini skuldi Edmund Joensen, løgmaður leggja uppskotið til eina kolvetnislóg - oljulóg - fyri tingið í gjár. Í skrivandi løtu vita vit ikki, um framløga var á tingfundinum í gjár, men hon var so á skránni.
Jógvan I. Olsen, tingformaður segði við Sosialin fyrrapartin í gjár, at ætlanin var at fáa oljulóggávuna við í framløguna. Tað skulu so ganga tríggir dagar, til hon kemur til 1. viðgerð.
-Eg ætli so at seta hana á skránna til tingfundin fríggjadagin sigur tingformaðurin, sum leggur aftrat, at tað verður einki annað mál á skránni sama dag sum oljulóggávan er fyri.
Jógvan I. Olsen roknar ikki við at teir brúka meira enn henda eina dagin til viðgerðina, nú alt forarbeiðið er so væl úr hondum greitt. Eftir 1.viðgerð fer málið helst í Vinnunevndini ella møguliga eina víðkaða Vinnunevnd, har tað so skal vera í ein mánað.
Møguleiki er fyri at fáa málið aftur fyri tingið og samtykt fyri jól.
Arbeitt verður annars við at gera uppskot til skattalóg og treytir og reglur í sambandi við 1. útbjóðingarumfar. Fólk á Oljufyrisitingini og í Oljuráðleggingarnevndini arbeiða við hesum. Soleiðis sum Sosialurin skilur tað, er einki til hindurs fyri at hava hetta tilfarið klárt fyrst í komandi ári. Síðani skal tað leggjast fyri tingið og har hava eina politiska viðgerð.
Meðan tíðarætlanin fyri oljulóg og 1. útbjóðing tykist at fara at halda so nøkunlunda, so spøkir enn eitt mál. Talan er um ósemjuna um markið. Her liggur tað so í kortunum, at ein ella onnur avkláring skal koma í seinasta lagi hálvan januar. Men eftir øllum at døma stendur í botni í samráðingunum. Tað sær ikki mætari út, enn at báðir partar nú liggja og bíða eftir hvørjum øðrum. Bretar halda seg hava spælt væl út á fundinum seinasta summar, meðan føroyingar eftir øllum at døma ikki halda, at bretska útspælið er nóg mikið til, at glið kann koma á málið.
Sambart løgmanni í Sosialinum í gjár, so liggur avgerðin nú í hondunum á bretum.