Vit hava góðar spælarar, men vánaligar umstøður.
Hetta er støðan hjá hondbóltinum í Vági í løtuni.
Kirsten Ludvig, formaður í hondbóltsdeildini, sigur, at hondbólturin í Vági hevur verið í einum aldudali, men er nú partvís á veg uppeftir aftur.
Men tíverri er manshondbólturin heilt dottin niðurfyri, og tað røkist onki fyri, at hann kemur fyri seg aftur enn, sigur hon.
Hinvegin er kvinnuliðið hjá VB komið uppaftur í bestu deildina, eftir at tað rykti niður í fyrrárið og spældi í 2. deild í fjør.
Tað er einasta vaksnamannalið, VB hevur nú.
Annars hevur VB lið í øllum teimum yngru deildunum.
Tilsamans hevur VB níggju lið í landskappingini, seks lið í gentu/kvinnudeildini og trý drongjalið.
Tíverri er hondbóltuin hjá monnum og drongjum dottin heilt niðurfyri.
Fótbóltskappingin blívur longri og longri, og strævnari og strævnari og í eini bygd sum í Vági eru tað somu drongir og menn, sum eru uppií báðu. Tí verða teir noyddir at velja, og í Vági er fótbólturin raðfestur fremri enn hondbólturin.
Men spell heldur Kirsten Ludvig tað vera, tí liðið var gott, tað tíð tað var.
Á veg uppaftur
Annars heldur Kirsten Ludvig, at kvinnuhondbólturin er á veg uppeftir aftur.
Besta kvinnuliðið fór niður í aðru deild í fyrrárið men flutti uppaftur í fjør.
Tíverri hevur ikki gingið so væl. Tær hava tapt tríggjar dystir og bara vunnið ein.
Tað tykist ikki, sum um tær eru nóg væl fyri at spæla í fyrstu deild.
Vónirnar eru avgjørt at blíva verandi í fyrstu deild í ár.
Og næsta ár eru vóninrar heilt avgjørt at fáa útlendskan venjara til Vágs.
Kvinnuhondbólturin í Vági hevur mangan staðið í fremstu røð. Ikki minst táið vit høvdu útlendskan venjara.
Kirsten Ludvig sigur, at hetta er avgjørt ikki fyri at klikkja niður á tey, sum hava vant seinastu árini.
Teir hava verið góðir venjarar. Men at verða venjari krevur so nógv í dag, at tað letur seg ikki gera rættiliga leingi hjá fólki, sum hava fult starv, og kanska meir afturat, umframt venjarastarvið.
Tey, sum hava verið, hava gjørt tað av berari vælvild. Tey hava ikki gjørt tað, tí tey hava havt tíð og hug til tað. Men tí tey hava kent seg noydd til tað. Og tað er mark fyri, hvussu leingi tú kanst trýsta fólk til eitt arbeiði, tey ikki hava tíð til. Tí tá troyttast tú skjótt.
Úrslitið er, at seinastu árini hevur hondbólturin bara yvirliva.
Ætlanin var, at fáa útlendskan venjara í ár, men tey fingu ongan.
Hon heldur, at tey vóru ov sein á sjóvarfallinum.
Hon heldur, at útlitini eru betri fyri at fáa ein útlendskan venjara, heldur enn at fáa ein føroyskan.
Skulu vit hava føroyskan venjara, skal hann flyta suður. Og tað vísir seg at vera ómetaliga trupult, tí Suðuroyggin er so langt burtur og ferðasambandið vánaligt og farleiðin ring.
Góðar spælarar
Annars heldur Kirsten Ludvig, at fáa tey útlendskan venjara, hevur hon góðar vónir fyri hondbóltinum.
Vit hava eitt sera gott lið deildini fyri gentur 16 ár, og tær hava staðið seg væl í kappingini upp ígjøgnum øll árini.
Tær hava m.a. vunnið silvur tvær ferðir. Tað einu ferðina vóru tær seks mál frá gullinum.
Tríggjar av teimum eru eisini við á U 16 landsliðshópinum, sum hondbóltssambandið tíbetur er farið undir aftur nú.
So tað ganga góðir spælarar til reiðar at taka yvir tá ið tær ?gomlu sleppa³.
Men tað er ikki bara at hava góðar spælarar.
Ein annar stórur trupulleiki er at fáa genturnar at støðast í oynni, tá ið tær verða vaksnar.
Og tað kann vísa seg at verða trupult.
Kirsten Ludvig vísir á, at á 1. deildarliðnum býr næstan helvtin, einir 4-5 spælarar, í Havn.
Tær eru bara saman við hinum spælarunum um vikuskiftini, og onkuntíð, táið tað annars liggur fyri.
Hon sigur, at undir slíkum umstøðum eru fortreytirnar avgjørt ikki tær bestu.
Yvirhøvur krevur hondbólturin nógv meiri av okkum í Suðuroynni enn aðrastaðni, tí kappingin er um veturin, og tá er veðrið mangan ringt at ferðast um suðuroyarfjørð, sigur Kirsten Ludvig.
So táið hugsað verður um umstøðurnar, er tað heilt ótrúligt, at undirtøkan er so fræg, sum hon er, sigur Kirsten Ludvig.