Zelenskyj til reiðar at hitta Putin og Trump í Budapest

- Sjálvsagt skal Ukraina verða partur av eini og hvørjari friðartilgongd, sigur Volodymyr Zelenskyj

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at hann er til reiðar at luttaka á einum toppfundi saman við russiska og amerikanska forsetanum, Vladimir Putin pg Donald Trump, um hann verður boðin við.

 

- Eg havi sagt við Trump, forseta, at eg eri til reiðar, sigur ukrainski forsetin við NBC News. Hann leggur dent á, at Ukraina sjálvsagt skal verða partur av eini og hvørjari friðartilgongd.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur seg vera áhugaðan í at hitta Donald Trump og Vladimir Putin, um partarnir kunnu gerast samdir um eitt "modell" til loysn av stríðnum.

 

- Bæði amerikanski forsetin og russiski forsetin hava sagt, at teir innan næstu vikurnar fara at hittast í høvuðsstaðnum í Ungarn, Budapest, skrivar NRK í morgun.